- Tað hevur gingið eftir ætlan og í kvøld er Smyril á veg aftur til Føroya.
Tað sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.
Tey flestu munnu hava fingið við, at Smyril hevur havt avmarkaða motororku hesar síðstu mánaðirnar tí at tann eini motorurin fór í knús.
Men tann 21. januar varð hann tikin úr sigling við tí endamáli at skifta motor.
Nýggjur motorur varð settur í hjá Mest í Havn, men síðani fór Smyril til Danmarkar til eftirlit.
Tað skuldi hann annars ikki vera nú, men eftirsum hann varð tikin úr sigling kortini, varð alt avgreitt um eina leið.
- Tað hevur alt gingið sum ætlað. Botnurin er reinsaður og málaður og skipasýnið hevur sýnað tað, sum skal sýnast, sigur rakstrarleiðarin.
- Tað merkir, at hendir einki óvæntað, skal Smyril ikki takast úr aftur sigling, fyrrenn um nøkur ár, sigur Conrad Gaard Joensen.
Smyril bunkrar olju í løtuni og tíðliga í kvøld setir hann aftur kós ímóti Føroyum.
Smyril verður settur í aftur regluliga sigling eftir vanligu ferðaætlanini týsmorgunin.
Men hóast nýggi motorurin er ísettur, er hann ikki settur til enn, so Smyril fer framvegis at sigla við avmarkaðari orku í eina tíð enn.
Conrad Gaard Joensen sigur, at hetta hava tey vitað alla tíðina.
- Nýggi motorurin er øðrvísi enn tann gamli, so øll tann elektriska skipanin, rørføringar og aðrar installatiónir skulu lagast til nýggja motorin, sigur hann.
Hann sigur, at gongst sum ætlað, fær Smyril fulla motororku aftur onkustaðni um mánaðarskiftið.
Tann motorurin sum brotnaði, er ikki einasta maskinbrek, Smyril hevur havt í seinastuni.
- Vit hava eisini havt trupulleikar við einum av hinum trimum motorunum, so at hann hevur heldur ikki givið fulla orku, sigur Conrad Gaard Joensen.
Tí hevur Smyril ikki havt meiri enn hálva motorkraft, ella gott tað, í eina tíð.
Talan er um ein turboløðara, sum skal hava regluligar umvælingar, men sum gekk fyri nakað áðrenn hann átti, eftir umvælingarætlanini.
Men tað brekið er so rættað, so tá ið Smyril kemur aftur, hevur hann í øllum førum betri maskinkraft, enn hann hevði, tá ið hann fór, sigur Conrad Gaard Joensen.
|









