Heðin Mortensen borgarstjóri í Klaksvík

Beint áðrenn fólk í høvuðsstaðnum ætlaðu sær á fund hjá Østrøm í gjárkvøldið at tosa um Havnina sum lestrarbý, steig Herman Oskarson frá Norðuratlantisku Tankasmiðjuni fram á skíggjan og segði, at vit mugu hava sterkan bý í Føroyum fyri at steðga fólkaflytingini.
Næsta innslagið í Degi og Viku átti Gunvá við Keldu, sum helt, at framleiðsluøkini eiga at verða styrkt, og at tað ber ikki til at forlanga, at framleiðsluøkini ikki fáa lut í almennu køkuni.
Av tí at eingin framleiðsla er í høvuðsstaðnum, merkir hetta, at meira alment virksemi skal flyta úr høvuðsstaðnum til framleiðslueindirnar.
Trupulleikin er bara, at tað eru ikki einans klaksvíkingar, sum framleiða. Tað gera eysturoyingar, suðuroyingar, sandoyingar og vágafólk eisini. Skulu vit fylgja hugsjónini hjá borgarstjóranum í Klaksvík, so skal alment virksemi spjaðast út til øll hesi framleiðsluøkir. Hetta er eisini tann leistur, sum hevur verið fylgdur seinasti árini.
Høvuðsstaðurin minkar, og hóast fráflytingin úr landinum er meginorsøkin, so er flytingin av stovnum út úr Tórshavnar Kommunu eisini ein partur av trupulleikanum.
Gunnvá við Keldu nevndi í sjónvarpinum, at Føroyar eru so lítlar, at vit áttu at kunnað sæð allar Føroyar sum ein bý. Persónliga havi eg trupult við at síggja t.d. Suðuroynna sum ein part av hesum býi, men hóast hetta er sjónarmiðið hjá borgarstjóranum í Klaksvík vert at viðgera.
Um vit síggja Føroyar sum ein bý, er tað so ikki býtt at hava fleiri funktiónir av sama slag í hesum býi?
Um almenna virksemið er ov langt burtur frá Klaksvíkini, so kundu vit bøtt um støðuna við at gjørt Skálafjarðatunnilin. Eg havi ongantíð skilt, hví politikarar í Tórshavnar Kommunu ikki stríðast fyri at fáa Skálafjarðatunnilin framdan. Tað hevði gjørt, at framleiðslan í Eysturoynni og í Norðoyggjum kom tættari uppá høvuðsstaðin.
Tað hevði ikki bert verið gott fyri framleiðsluøkini, men so sanniliga eisini fyri privatu og almennu tænastuvinnuna í høvuðsstaðnum. Og tað hevði gjørt landið minni, ja faktiskt til ein stóran bý,sum fevndi um Havnina, Eysturoynna og Norðoyggjar.
Vit kundu við einum Skálafjarðatunnli fingið tann stóra føroyska býin, sum Gunnvá við Keldu droymir um. Men ein avleiðing av hesum kundi verðið, at Heðin Mortensen avloysti Gunnvu við Keldu som borgarstjóri í Klaksvík.