sum liggur í evnunum til at sannføra við at gera sítt innlit, sína vitan galdandi, til at broyta tað verandi og til at ávirka og skapa tað komandi. Tað er tann stóra avbjóðingin til tykkara, hvat tit so [...] greiða frá, ólík meginlandinum. Vit á meginlandinum hava lyndið til at vera eitt sinfdur tung á okkum, seig, sein hvønn vegin. Øðrvísi er á Oynni Grønu! Har eru fólk bráð, skjót til gleði, skjót til sorg [...] gingið til student, um tann alstóra og støðugt veksandi týdning sum kunnleiki og vitan hevur í okkara tíð, tit hava hoyrt um kunningartøkni og informatíónssamfelag, um gongdina frá haka og snøri til teldu
fangar hildu, at hetta var at gera mismun. Tekur trý ár at læra til fangavørð Um tú ætlar tær at læra til fangavørð, so skalt tú seta trý ár av til hetta, tí at so long er lærutíðin. Av hesum er bert 10 mánaðir [...] døgurðatíð, so nú hava fangavørðarnir ikki so góðar stundir til at práta. Teir skulu inn í klivarnar við mati til fangarnar. Birgir greiðir at enda frá, at fangarnir verða vaktir klokkan sjey á morgni, og at [...] harðskap, vápnað rán og annað. Tann ?fluktsikraði? klivin Tann eini klivin er ?fluktsikraður?. Tað vil siga, at bæði inn- og útveggir, umframt vindeyga, eru tryggjað, so at ikki ber til at bróta ígjøgnum tey
vit komu til fiskivinnusamfelagið, so var yvirgangsritan frá dreingi til mann tann, at farast skuldi fyrstu ferð til skips. Hetta hendi oftast, tá ið ein var umleið 14 ára gamal og fermdur. Men samfelagið [...] ein hevði verið til bjarga fyri fyrstu ferð. Og ein genta var ikki eitt rætt konufólk, uttan hon dugdi at vaska ull, kara, spinna, binda og alt tað, ið hoyrdi einum bóndasamfelagi til. Seinni, tá ið vit [...] gnum livdu í einum støðugum og fábroyttum samfelag, har tað bert var neyðugt at læra seg tann dugnaskap og førleika, ið foreldur teirra høvdu ognað sær frá sínum forfedrum. Lívskorini til tað unga ættarliðið
síðan fasur tónleikari til kenda sangleikin Skatteøen eftir Sebastian. Her hevði kendi Thomas Eje høvuðsleiklutin, og Magnus var knýttur til Skatteøen meginpartin av einum hálvum ári, og hann framførdi hesa [...] siga, at eftir einum hálvum ári, kenna teir eina øgiliga trongd at royna aðrar avbjóðingar?, sigur Magnus, sum kortini onki hevur ímóti, at fara aftur til Danmarkar av og á, og spæla til sangleikir o.s [...] hevur Magnus eisini nógv góð minni frá tveimum spennandi árum í Danmark, har hann eitt nú hevur spælt saman við heimskendu songkvinnuni Elaine Page. ?Hetta var til deyvaolympiaduna í Danmark, og eg var
sum kemur til hansara í onkrum ørindum. Sofus Poulsen hevur í samfull hálvhundrað ár virkað á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen, har hann hevur gingið føroyingum og skotum, bretum og øðrum til handa - alt [...] orðið. Og hesin dagurin var einki undantak heldur. Frásøgumaður av Guds náði við einum ótrúliga góðum minni. Sofus greiddi frá spenn-andi lívi sínum, ið tað kunnu skrivast tjúkkar bøkur um. Tey 50 árini á [...] sum minst um grindadrápið. Tess meira tú segði tess meira varð tað brúkt ímóti einum. Men eitt er lutvíst farin tíð, annað er framtíðin. Sofus Poulsen helt føroyingar skuldu síggja eina komandi oljuvinnu
ikki enn, hvussu leigi tað gongur, til eg fái passið aftur, men fyri mær at síggja hendir næstan einki í málinum, sigur Sigmundur. Passið var eisini tikið frá einum spanióla, og hann hevur nú verið uttan [...] Skipanin her í Reunion er heilt øðrvísi enn tað, vit kenna til. Vit vóru 25 mans við Explorer, tá ið vit vóru tiknir. Men bara teir báðir frá Mauritius vóru rættiliga avhoyrdir. Teir vóru eisini pressaðir [...] varð ikki lurtað eftir. Sjálvur havi eg bara verið til avhoyringar í minni enn ein tíma tilsaman. Og teir, sum avhoyra og eisini dómarin, kenna einki til umstøðurnar á sjónum. Teir hava ongantíð sjálvir
fyri lutaseðlasølu, eins og stuðul er fingin til vega frá eitt nú Føroya Sparikassa, Fiskavirking, Smyril Line. Stóra ferðalagið hjá Kyndli kemur aftur til Føroya við Norrønu mánadagin 13. juli. [...] ætlanin ikki er, at øll tíðin skal brúkast til hondbólt. Tivoli er í Aalborg, og har fer ferðalagið helst at vitja, og somuleiðis er fjarstøðan ikki long til Faarup Sommerland, har møguleiki er fyri at [...] ferðalagnum er eisini at skipa fyri einum felagskvøldi, har luttakararnir kunnu hugna sær við sangi, spølum og líknandi. Fíggjan Tað er greitt, at tað kostar nógv at fara til Danmarkar við so nógvum luttakarum
av økologiskum mati, og frukt og grønmeti er tað mest selda. Til ber eisini at fáa kaffi, te, ost, breyð frá bakaranum og nógv, nógv annað økologiskt. Skuldi nakar ivast er økologiskur matur matur, sum [...] handilstøð í trý ár, - jørðin skal hava frið í tvey ár og triðja árið ber til at siga, at vørurnar, sum verða dyrkaðar í jørðini eru úr einum náttúruumhvørvi, sum er frítt fyri kemisk evni. Natúrtøð ger jørðina [...] Mangan verður tikið til, tá ið borðreitt verður við minni góðum mati, at »eingin er deyður av hesum enn«. Veruleikin í dag er, at matur í kølidiskum í stóru handilshúsunum í londunum kring okkum er fongdur
frágreiðing um búskapin. Hetta er onnnur frágreiðing sitandi ráð gevur út. Tann fyrra kom út fyri júst einum ári síðani. Frágreiðingin er í fýra pørtum: 1. Konjukturmeting 2. Kappingarføri 3. Fiskiveiða, fiskavirk- [...] vørum til framleiðslu o. s. fr. Eisini hagtøl, ið lýsa eftirspurningin vísa vøkstuyr: Nýtsluinnflutningur, lønargjaldingar innan byggivirksemi, innflutningurin av byggitilfari. Hóast tilflytingin til Føroya [...] krónur. Landskassin fær tó sambært avtaluna frá 1999 eina nýggja avdráttarskyldu upp á góðar 120 miljónir krónur. Roknað verður bæåði í 1997 og í 1998 við einum gjaldsjavnaavlopi upp á umleið eina miljard
Christiansborg náttina til 11. juni 1998 Náttin 10./11. juni 1998... Á veg inn í ein frælsari heim ? Á veg til lýðveldið Føroyar ? Á veg fram móti hinum suverena sjálvstøðuga statinum. Á einum kamari á Christiansborg [...] sjálvandi øll væl informerað um bæði eitt og annað, meðan føroyingar í útlegd høvdu yvirhøvur lítla hóming um, at nakað skuldi fara fram. Og tey, sum kanska vóru komin til Keypmannahavnar tveir dagar áðrenn fundin [...] brestirnir frá ventilum og brennioljupumpunum, tá bussurin accellererar og fer oman móti Nyhavnini, har akkerið liggur slavið og formálsleyst. Á sjálvum plássinum ikki ein livandi vera. Undir einum dustlittum