við bryggju í Vági. Swan er seglskip og er einasta av sínum slag, ið eftir er í heiminum. Skipið er bygt í ár 1900 og er sostatt 107 ára gamalt. Fyri nøkrum árum síðani bleiv Swan settur í stand og grunnurin [...] Swan, hava mangan verði í Føroyum áður, onkur sum fiskimaður og ein hevði leikt móti TB. Swan fór úr Vági aftur seinnapartin mánadagin, eftir at fólkið hevði leitað sær ein túr í Vági, runt vatnið og vestur
skuldi verið leiktur í Formula-deildini um vikuskiftið, varð av ongum. Hesin skuldi annars verið í Vági millum VB og B36, men líkindini til fótbólt vóru alt annað enn góð á Eiðinum í Vági. - Eg metti tað ikki [...] verða tilvildin, sum skuldi ráða, og tað hevði tað verið, um tað varð spælt í dag, segði Petur Reinert, sum skuldi vera dómari í Vági. Sum dagurin leið, batnaði veðrið nakað, og møguleikin fyri at spæla dystin [...] vilja teir, at dysturin verður spældu okkurt vikuskiftið, tá hetta ber til. Tann møguleikin verður so í løtuni troyttur av FSF, men spurningurin er, um tað ber til at finna eitt slíkt vikuskift, nú kappingin
ella rottur, ið eru sæddar vesturi við Vatnið í Vági, og sum ikki júst hugna um í tí annars so hugnaliga og vakra umhvørvinum. Í dag settu raskir drongir í Vági sær fyri at fara á rottuveiðu. Útgjørdir við [...] vera um meira enn ta einu rottuna, men hetta vil tíðin vísa, og er tað so, so eru røsku unglingarnir í Vági óivað til reiðar aftur við rottufellu og skinku.
Í ár hava tað verið næstan tvær ferðir so nógv ferðafólk á kampingplássinum í Vági, sum í fjør. Dennis Holm, borgastjóri í Vági, sigur, at nú kampingplássið er latið aftur fyri veturin, hevur talið á teimum [...] Kampingplássið í Vági, sum er við fótbóltsvøllin á Eiðinum, læt upp í 2014. Fyrsta árið tað varð opið, vóru tað 149 gistingar og tey næstu árini, í 2015 og í 2016, var talið á leið tað sama. Men í 2017 vóru [...] frá 2016. Í 2018 vóru so 470 gistingar, sum aftur var ein vøkstur upp á 46 prosent aftur ímóti 2017. Og í ár er so talið á gistingum aftur næstan tvífaldað upp í 867 gistingar. ##med2## Í ár hava tað
flakavirkið í Vági, Bakkafrost. Tað stóra flakavirkið í Vági, sum upprunaliga nevndist Polarfrost, hevur staðið tómt í fleiri ár. Tað hevur havt eina umskiftiliga lagnu. Tá ið at kalla øll fiskivinnan í landinum [...] - Tað verður í næstum og í sambandi við, at tann nýggja nevndin skal leggja virksemið í Suðuroy til rættis, fer fer hon so eisini at umrøða spurningin um, hvat skal gerast við virkið í Vági , sigur Regin [...] sum var í kapping við Fiskavirking. So fór Fiskavirking á heysin og tá keypti Faroe Farming, sum Havsbrún átti stóran part í, virkið. Men síðani hendi tað, at Faroe Farming endaði hjá Bakkafrost í sambandi
sosialpsykiatrisk tilboð í Suðuroynni savnað á einum staði, sigur Hans Pauli Strøm. Økisdepilin verður bygdur í sambandi við ellis- og røktarheimið í Vági, sum kommunurnar í Hovi, Porkeri, Vági og Sumba eru felags [...] átøkum fyri sinnisveik í Suðuroy, hevur verið stórur í nógv ár, serliga tí at Suðuroy er so langt burtur frá meginøkinum. Tí er ætlanin at byggja økisdepilin fyri sinnisveik í Vági, har tað ber til at samskipa [...] Gongst sum ætlað, verður liðugt at byggja á heysti í 2010. Bæði landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum, Hans Pauli Strøm og borgarstjórin í Vági, eru sera væl nøgd við tekningarnar av ellis-og rø
prestur verður settur í fast starv í bygdini, so ivast Johannis Østerø, formaður í kirkjuráðnum í Vági, ikki í, at nýggjur prestur skjótt verður settur í Suðuroyar Sunnara Prestagjaldi. Í Suðuroynni hava tey [...] prestum í Føroyum er ikki fullmannað í løtuni. Í Hvalvík hevur eingin prestur verið eina tíð, og herfyri segði vágsprestur seg eisini úr starvi. Hans Jacob Joensen, bispur, sigur, at starvið í Vági ikki er [...] royndarprædiku. Hóast báðir prestarnir í Vági og í Hvalvík vóru danir, so sær ikki út til, at danir ongan hug hava at koma hendan vegin at røkja prestagerningin í føroyskum kirkjuliðunum. Hans Jacob Joensen
serliga sæð í hesum ljósinum er hon ómetaliga fegin um valúrslitið, tí hon følir seg avgjørt sterkari í síni støðu eftir valið í gjár. Hon hevur eisini varhugan av, at í hesum nýggja býráðnum í Vági, eru tað [...] Býráðnum og síðani er góðkendur á fólkaatkvøðu í Vági. - So má úrslitið verða, sum úrslitið á fólkaatkvøðuni verður, sigur hon. Vil halda fram Javnaðarflokkurin í Vági er longu farin at lodda dýpið fyri at skipa [...] Hetta gekk nógv betri, enn eg hevði væntað. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, er sera væl nøgd við úrslitið av býráðsvalinum í gjár. - Eg haldi, at hetta var ein dygg álitisváttan og tað kann eg ikki
Sjúkrahúsinum í Suðuroy og tí í Klaksvík til at tað skal vera so stórur munur á játtanini. Nú hevur verið skotið tær og Henrik Old í skógvarnar, at tit óbeinleiðis hava saboterað samferðsluhavnina í Vági við at [...] uppskotið til fíggjarlóg, sum nú er til viðgerðar í Løgtinginum. Hann er serliga argur inn á, at onki er sett av til samferðsluhavnina í Vági, hóast tað er samtykt í Løgtinginum. ? Men hetta er fólkaflokkurin [...] vn í Vági uppundir valið. At peningur skuldi gjaldast fyri nýggju suðuroyarferjuna, hava øll vitað leingi og at tað verður neyðugt við ferjulegu í Trongisvági, vistu øll eisini. Tað er onki nýtt í hesum
skap. Summar er í nánd, og nýggja campingplássið kemur at liggja mitt í eini náttúriperlu, miðskeiðis millum Vatnið í Vági, og stórfingna Vágseiðið. Myndin omanfyri er tikin seinnapartin í dag. [...] Í náttúrvakra umhvørvinum vesturi á Eiðinum í Vági, er grevstur, og orsøkin er, at farið er undir at gera campingpláss millum ítróttarhøllina og Vatnið. Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt, og so smátt