Danir áhugaðir í føroyskum prestastørvum

Í løtuni eru eingir prestar settir í Vági og Hvalvík, men hesi størv verða væntandi sett einaferð í vár. Fleiri danir hava víst áhuga fyri at koma hendanvegin

Liðið av prestum í Føroyum er ikki fullmannað í løtuni.
Í Hvalvík hevur eingin prestur verið eina tíð, og herfyri segði vágsprestur seg eisini úr starvi.
Hans Jacob Joensen, bispur, sigur, at starvið í Vági ikki er lýst leyst enn, av tí at so stutt tíð er liðin, síðani prestur fór haðani.
Hinvegin er freistin at søkja starvið í Hvalvík sett til 3. februar, og umleið hálvan februar væntar bispur at fáa innkomnu umsóknirnar frá danska kirkjumálaráðnum.
Mannagongdin er nevniliga tann, at um ein situr í einum prestaembæti frammanundan, skal verða søkt gjøgnum próstin hjá einum sjálvum, ið síðani sendir umsóknina til bisp. Hann letur so Kirkjumálaráðnum umsóknina. Hinvegin er ikki neyðugt at søkja gjøgnum próst, um ein ikki situr í embæti.
Eftir at bispur hevur fingið umsóknirnar frá kirkjumálaráðnum, skal hann kunna kirkjuráðið um umsóknirnar, sum komnar eru inn, og kann kirkjuráðið síðani biðja umsøkjararnar koma til eina samrøðu ella royndarprædiku.
Hóast báðir prestarnir í Vági og í Hvalvík vóru danir, so sær ikki út til, at danir ongan hug hava at koma hendan vegin at røkja prestagerningin í føroyskum kirkjuliðunum. Hans Jacob Joensen upplýsir, at fleiri danir vísa áhuga at koma hendanvegin. Enn ber sjálvandi ikki til at siga talið á umsóknum, men um føroyingar søkja, hava teir helst ein fyrimun málsliga, heldur bispur.
Prestastørv verða sett frá fyrsta degi í einum mánaða, og roknar bispur við, at næsti hvalvíksprestur verður settur í starv 1. apríl, um tað gongur skótt, at viðgera umsóknirnar, men møguliga verður bíðað til 1. mai.

Vónríkir vágbingar

Hóast vágbingar eftir øllum at døma koma at bíða eitt sindur longur eftir, at prestur verður settur í fast starv í bygdini, so ivast Johannis Østerø, formaður í kirkjuráðnum í Vági, ikki í, at nýggjur prestur skjótt verður settur í Suðuroyar Sunnara Prestagjaldi.
Í Suðuroynni hava tey tó loyst trupulleikan av, at tað í løtuni bert eru tveir prestar í oynni.
Jónsvein Bech, prestur á Tvøroyri, tekur sær av norðuru helvt av oynni, meðan Ólavur Rasmussen, sum annars er vanliga er prestur í Hvalba skal taka sær av bygdunum í sunnaru helvt, sum eru Vágur, Hov, Porkeri, Leiti, Akrar og Sumba.
- Aldantíð at prestur er, so ber altíð til at seta seg í samband við hann, sigur Johannis Østerø, sum kortini viðgongur, at prestur sjálvandi hevur meira at gera, tá ikki hann og starvsfelagarnir fækkast í tali. Men Ólavur Rasmussen skal í øllum førum taka sær av konfirmatiónini til várs, og tá vænta vágbingar og onnur í sunnara helvt av Suðuroynni at vita nærri, um hvør skal búgva í prestagarðinum í Vági framyvir.
Seinast vóru tvær umsóknir til prestastarvið í Vági.