107 ára gamal til fótbóltsdyst

At eitt 107 ára gamalt kemur úr Hetlandi til fótbóltsdyst millum Skotland og Føroyar ljóðar kanska løgið, men mánadagin kom seglskipið Swan á Vág og skipið er bygt í ár 1900 og er einasta skip, ið eftir er av sínum slag

Mánamorgunin sást Swan liggja við bryggju í Vági. Swan er seglskip og er einasta av sínum slag, ið eftir er í heiminum. Skipið er bygt í ár 1900 og er sostatt 107 ára gamalt. Fyri nøkrum árum síðani bleiv Swan settur í stand og grunnurin Swan yvirtók raksturin. Skipið verður nýtt til at leiga út og 3 mans eru altíð við skipinum, tá skipið er á ferð.

 

Landsdystur

Ferðin til Føroya hesaferð kemst tó mest av landsdystinum millum Føroyar og Skotland.

Nakrir av teimum ið vóru umborð á Swan, hava mangan verði í Føroyum áður, onkur sum fiskimaður og ein hevði leikt móti TB. Swan fór úr Vági aftur seinnapartin mánadagin, eftir at fólkið hevði leitað sær ein túr í Vági, runt vatnið og vestur á Eiðið, ímeðan sólin skein bæði oman og niðan. Serliga hugtikin vóru tey ferðandi av, at fótbóltsvøllurin næstan lá heilt úti við eggina. Leiðin hjá Swan gekk norður til Havnar, áðrenn tey leita sær inn á Toftir til dystin mikukvøldið.