Lítil áhugi at keypa flakavirkið í Vági

POLARFROST Ongin hevur bjóðað upp á flakavirkið í Vági, sigur stjórin á Bakkafrost

- Nøkur hava spurt, men ongin hevur bjóðað!
So stutt og greitt tekur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, samanum, tá ið hann verður spurdur, um nakar áhugi er fyri at keypa stóra flakavirkið í Vági, Bakkafrost.
Tað stóra flakavirkið í Vági, sum upprunaliga nevndist Polarfrost, hevur staðið tómt í fleiri ár.
Tað hevur havt eina umskiftiliga lagnu.
Tá ið at kalla øll fiskivinnan í landinum fór á húsagang tíðliga í nítiárunum, endaði tað hjá Fiskavirking.
Av og á var arbeiði á virkinum, men yvirhøvur lá tað stilt í fleiri ár.
Tískil endaði tað sum laksavirkið, men tá ið ILA jarðlegði føroysku alivinnuna, gekk tað heldur ikki longur og virkið lukkaði aftur.
Tað ljóðaði, at stórur áhugi var fyri at keypa, men Fiskavirking noktaði at selja
tað til virksemi, sum var í kapping við Fiskavirking.
So fór Fiskavirking á heysin og tá keypti Faroe Farming, sum Havsbrún átti stóran part í, virkið.
Men síðani hendi tað, at Faroe Farming endaði hjá Bakkafrost í sambandi við, at Bakkafrost keypti Havsbrún.
Ongin einstøk fyritøka hevur loyvi at eiga meiri enn 50% av føroysku aliloyvunum, men nú Bakkafrost ognaði sær Faroe Farming, varð markið sprongt.
Tískil varð Faroe Farming aftur selt burtur úr Bakkafrost til eitt felag, sum Tjaldur eigur 51% í og Bakkafrost eigur 49% í.

Vælkomin at bjóða
Men tá ið virkið endaði í hondunum á bakkafrost, staðfestir Regin Jacobsen, stjóri rættiliga skjótt, at fingu tey eitt boð, sum kundi góðtakast upp á virkið í Vági, vóru tey sinnað at selja.
- Vit seta ongar treytir til ein keypara uttan tað, at vit semjast um ein prís, segði Regin Jacobsen.
Men síðani er at kalla onki hent.
Stjórin í Bakkafrost sigur, at lítil og ongin áhugi hevur verið fyri virkinum.
- Onkrir einstakir fyrispurningar hava verið, men heldur ikki meiri enn tað.
- Onki ítøkiligt er hent og onki tilboð er komið, leggur hann afturat.
Í løtuni er nevnd og leiðsla í Bakkafrost eisini nevnd og leiðsla á Faroe Farming, men tað skal ikki halda fram í sambandi við, at Faroe Farming er selt einum nýggjum felagi.
Tískil skal nýggj nevnd veljast fyri Faroe Farming.
- Tað verður í næstum og í sambandi við, at tann nýggja nevndin skal leggja virksemið í Suðuroy til rættis, fer fer hon so eisini at umrøða spurningin um, hvat skal gerast við virkið í Vági , sigur Regin Jacobsen
- Men vit hava sagt, at vit lurta eftir tilboðum upp á virkið í Vági og tað stendur við, leggur hann afturat.