Óvitar bastu rottuni

Netmiðlar hava farnu dagarnar skrivað um rottu ella rottur, ið eru sæddar vesturi við Vatnið í Vági, og sum ikki júst hugna um í tí annars so hugnaliga og vakra umhvørvinum.

Í dag settu raskir drongir í Vági sær fyri at fara á rottuveiðu. Útgjørdir við rottufellu og skinku, fóru Rókur, Rúni, Róar og Brynjar til verka. Við nógvari skinku og nóg mikið av tolið eydnaðist teimum at vekja forvitnið og svongdina hjá rottuni, sum dúgliga stakk høvdið fram úr einum av holum sínum, og fleiri ferðir tók sær skinkubitar.

Men at enda klappaði fellan, og rottan hevði hitt banamenn sínar.

Glaðir og stoltir vóru ungu vágbingarnir sjálvsagt, eins og eisini onkur annar, ið kom framvið, helt hetta, sum fór fram, vera sera spennandi.

Rottuvandin er nú av fyri fyrst. Tó so, talan kann vera um meira enn ta einu rottuna, men hetta vil tíðin vísa, og er tað so, so eru røsku unglingarnir í Vági óivað til reiðar aftur við rottufellu og skinku.