Gera campingpláss

Í Vági er kommunan farin undir at grava út fyri campingplássi á Eiðinum.

Í náttúrvakra umhvørvinum vesturi á Eiðinum í Vági, er grevstur, og orsøkin er, at farið er undir at gera campingpláss millum ítróttarhøllina og Vatnið.

 

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt, og so smátt sæst at økið tekur skap.

 

Summar er í nánd, og nýggja campingplássið kemur at liggja mitt í eini náttúriperlu, miðskeiðis millum Vatnið í Vági, og stórfingna Vágseiðið.

 

Myndin omanfyri er tikin seinnapartin í dag.