hevði verið ein sonn ólukka fyri eina framtíðar eftirlønarskipan. Takk skulu teir hava fyri tað. So ein ósemja kann eisini medvirka til nakað positivt hóast alt, og eftir er so bert at vóna, at ein veruliga [...] Ónsdagin í seinasu viku boðaði landsstýrismaðurin á amanna- og heilsumálum frá, at eingin nýggj eftirlønarskipan kemur í hesum valskeiðnum. Hetta var skilabesta avgerð, sum henda samgongan hevur tikið í langa [...] støðan tann í dag, at Sambandsflokkurin fult og heilt saman við Javnaðarflokkinum stuðlar tí Samhaldsfasta. Og tí er eisini vón fyri, at ein nýggja samgonga hevur møguleika at gjøgnumføra ein pensjónsreform
september er bilfríur dagur í teimum stóru býunum í Evropa, men í ár sleppa keypmannahavnarbúgvar kortini at taka bilin við sær tann dagin. Orsøkin er, at ES skal halda toppfund í Keypmannahavn frá 22. [...] alt er, sum tað eigur at vera. Dýrari í Noregi SAS vísti herfyri aftur atfinningum um, at tað er dýrari at flúgva innanlands í Noregi enn í Svøríki, men nú vísir ein kanning hjá Transportøkonomisk Institut [...] væl dýrari at flúgva á innanlandsleiðunum í Noregi enn í Svøríki. Stovnurin sigur í sín-ari niðurstøðu, at verða allar fyritreytir bornar saman, kunnu ferðafólk í Svøríki fáa ferðaseðlarnar millum 20 og
er stórur, og í fronskum sjónvarpi varð dagurin í gjár lýstur sum ein søguligur dagur. Kanska var tað ikki av tilvild, at júst franska sjónvarpið hevði hesa áskoðanina, tí oddamaður í endurskoðanararbeiðinum [...] opið í framtíðini, og at nógv, sum í dag fer fram í tí dulda, skal leggjast fram alment. Uppskotið stendur í einum brævi, sum teir báðir hava sent spanska forsætisráðharranum, Jose Maria Aznar, sum í løtuni [...] fingið eitt álitisstarv, og í einari samrøðu herfyri sammetti hann seg við sjálvan Benjamin Franklin, sum var ein av teimum leiðandi monnunum í ráðnum, sum í 1780-unum hittist í Philadelphia og har orðaði
út av tunnilsvegnum á veg aftur til Klaksvíkar. Bussurin hevði verið í Hvannasundi, og var á veg inn í tunnilin í Árnafirði, tá ein bilur kom ímóti honum. Nógvur kavi lá á vegnum, og av tí sama sá bussførarin [...] hvat vegurin endar. Teir royna jú bert at gera teirra arbeiði. Eingin skaði Bert eitt ferðafólk var í bussinum, tá óhappið hendi, og tíanbetur stóðst eingin skaði av tilburðinum. Landsverkfrøðingurin var
MENTANARÁLIT Týsdagurin 5. mars 2002 er ein stórur dagur fyri skapandi og útinnandi list í Føroyum. Hetta var dagurin, tá ið mentunarpolitiska ætlanin 2002-2006, sum hevur fingið heitið Mentan og menning [...] orðini stór og føgur, ætlanirnar nógvar og pengarnir - í uppskoti - somuleiðis, og verður, sum í álitinum er mælt til, fær skapandi og útinnandi listin í Føroyum ikki bara karmar og mennandi virkiskor, men [...] men eisini tvær eina hálva ferð so nógvar pengar, sum hon fær í dag. Álitið, sum embætisfólk í Mentamálastýrinum í høvuðsheitum hava staðið fyri, er skrivað til politikarar, játtanarmyndugleikar, listarliga
løgtingslimirnir leggja fram í tólvta tíma? ?Talið av uppskotum, ið koma seinasta dag, er, eftir fýra árum er farin niður um ein fjórðing, og hetta er ikki heilt galið. Í ár er ein serlig støða, tí frá tí, [...] nøkur av málunum, sum eru komin niðan í tingið í síðstu løtu, eru komin fram meira fyri at vísa vilja í sambandi við valstríðið. Hvussu fer hetta at ávirka viðgerðina í hvørjum einstakum máli? ?Tað ávirkar [...] skulu tey avgreiðast, so fær ein nevnd ikki ta tíð, ið hon hevur krav uppá. Sambært tingskipanini er tað soleiðis, at ein nevnd hevur krav uppá, at viðgera eitt mál í ein mánað, men nú kann nevndin ? um
teirra dagur í høllini á Skála mikudagin. Soleiðis gongur við hvørt og tað má ein taka við. Strandingar hava fingið tað teir skulu hava í ár við tað, at teir hava vunnið steypakappingina. Tað er ein klænur [...] landskappingin í ár er farin í tveir ella tríggjar partar, har trý tey ovastu liðini eru í einum flokki fyri seg. Tað sæst kanska best við, at tað eru níggju stig frá StÍF niður til næsta liðið í stigatalvuni [...] sigur er ein sera góð verja og ein upp aftur betri málverji. Tað man vera fáur í føroysku landskappingini, sum tekur málmannin hjá strandingum, og sum hann leikti mikukvøldið er eingin sum kemur í nær námind
fyri undirsjóvartunlum, men eg má siga, at tá tú hevur verið við í politikki í eina tíð, so fært tú áhuga fyri øllum, eisini tí, sum í byrjanini kundi tykjast eitt sindur tungt, sigur Rúna Sivertsen úr [...] fimm mannfólk vóru at hóma í salinum. Kanska júst tað øvugta av tá aðrir politiskir fundir eru, tá konufólkini eru fá. Rúna Sivertsen leggur dent á, at tað er tørvur á kvinnum í politikki, men bæði mannfólk [...] hava fleiri vælferðartænastur, sum til dømis pensjón og barnaansing. Hetta eigur at vera ein rættur, og ikki ein gáva frá tí almenna. Tjóðveldisflokkurin vil eisini hava, at barna- og ungdómspolitikkurin
samfelagshjólini ikki, og tað hevði hann eisini rætt í. At babba varð heiðraður á 25 ára starvsfdegnum sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, var ein stórur dagur fyri hann. Vit sóu á honum, hvussu rørdur og [...] við. Ofta sluppu vit við í bátinum at fiska. Eisini plagdu vit at vera útferð við honum og mammu í bátinum úti í Hósmøl í Nólsoy, og ikki at gloyma teir mongu túrarnar runt Hestoynna. Vit áttu ongan bil, [...] tá tú so brádliga fór frá okkum. Babba var ein stríðsmaður. Tað sóu vit innan fakfelagsarbeiðið, har hann legði lív og sál í øll 25 árini, hann var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, og vit systkini fylgdu
láss í kommununi. ?Hóast ynskiligt kundi verið at fingið útibarnagarð bæði í Æðuvík og Lamba, verður tað nokk ikki í fyrsta umfari, segði formaðurin í Sosialu nevnd. Leiðarin á útibarnagarðinum í Æðuvík [...] fer at verða verandi í Æðuvík, útibaragarðurin, so hava tey í bygdini tikið sera væl í móti honum, segði borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, tá hann beyð vælkomin. Eisini formaðurin í Sosialu nevnd Runavíkar [...] Barnaveitsla Æðuvík: Móttøka var í nýggja útibarnagarðinum í Æðuvík á grækarismessu. Barnagarðurin hevur fingið navnið Víkin. Og í Æðuvík flaggaðu tey. Ikki bara fyri tjøldrunum hendan kalda grækarismessudagin