Bussur koyrdi útav

Seinnapartin mánadagin koyrdi ein bussur hjá Bygdaleiðum út av vegnum á veg til Klaksvíkar.

Kavi
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík, Sosialurin: Talan var tíanbetur ikki um nakað stórvegis óhapp, tá bussurin hjá Bygdaleiðum koyrdi út av tunnilsvegnum á veg aftur til Klaksvíkar.
Bussurin hevði verið í Hvannasundi, og var á veg inn í tunnilin í Árnafirði, tá ein bilur kom ímóti honum. Nógvur kavi lá á vegnum, og av tí sama sá bussførarin ikki, hvar vegurin lá.

Sá ikki vegin
- Tað kom eitt grovt kavaæl, og allir prestarnir við vegkantin vóru undirkavaðir. Tí sá eg ikki, hvar vegurin lá, men royndi eftir besta førimuni at snara út á vegkantin, so bilurin og bussurin ikki rendu saman. Eg sá, at landsverkfrøðingurin hevði grivið eitt fitt petti inn móti vegkantinum, og valdi tí at snara bussinum tann vegin, greiðir bussførarin frá.
- Men tíanverri hevði landsverkfrøðingurin grivið alt ov langt inn, so bussurin endar úti av vegnum. Eg veit, at aðrir bilar eisini hava gjørt sama feilin og hava fylgt slóðini hjá landsverkfrøðinginum. Av tí sama eru teir eisini endaðir úti av vegnum, og er tað sera óheppið, sigur bussførarin.
Men han leggur afturat, at landsverkfrøðingurin ikki skal fáa nakra skuld av óhappinum.
- Teir síggja jú heldur ikki, hvat vegurin endar. Teir royna jú bert at gera teirra arbeiði.

Eingin skaði
Bert eitt ferðafólk var í bussinum, tá óhappið hendi, og tíanbetur stóðst eingin skaði av tilburðinum.
Landsverkfrøðingurin var skjótur á staðið og fekk sloypað bussin upp, sum síðani kundi halda fram á leið síni.