Leingi hava vit vitað av, at samgonguflokkarnir høvdu trupulleikar við at finna eina semju um, hvussu ein framtíðar eftirlønarskipan skuldu skipast fyri samlaða arbeiðsmarknaðin. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava ynskt eina sokallaða Fólkatrygging, har hvør sætar sær við egnari kapitaluppsparing, meðan Tjóðveldisflokkurin hevur ynskt eina skipan, sum bygdi á samhaldsfesti av einum ella øðrum slag. Og hóast samgongan hevur sitið uppiyvir hesum máli í skjótt fýra ár, so kom tíbetur einki burturúr.
Og tí skal eg vera tann fyrsti at ynskja Tjóðveldisflokkinum tillukku við, at teir megnaðu at forða fyri einari Fólkatrygging eftir fólkafloks-leisti, sum hevði verið ein sonn ólukka fyri eina framtíðar eftirlønarskipan. Takk skulu teir hava fyri tað. So ein ósemja kann eisini medvirka til nakað positivt hóast alt, og eftir er so bert at vóna, at ein veruliga samhaldsføst eftirlønarskipan um ikki ov drúgva tíð sær dagsins ljós.
Ónsdagin í seinasu viku boðaði landsstýrismaðurin á amanna- og heilsumálum frá, at eingin nýggj eftirlønarskipan kemur í hesum valskeiðnum. Hetta var skilabesta avgerð, sum henda samgongan hevur tikið í langa tíð. Hetta var ein góður dagur ikki bert fyri verandi pensjonistar, men kanska serliga fyri framtíðar pensjonistar.
Fyri góðum fýra árum síðani var eg rættiliga ivasamur, tí tað bar á tað borðið, at tað ikki fór at eydnast at fáa ein meirluta fyri einari samhaldsfastari eftirlønarskipan. Hinir politisku flokkarnir vóru heldur trekir at taka undir við okkara grundhugsan í hesum máli um eina skipan, har serliga tann Samhaldsfasti skuldi verða grundarsteinurin. Men tíðin hevur so broytt hesi viðurskifti. Og her er tað serliga støðan hjá Sambandsflokkinum, sum hevur yvirraskað okkum sera positivt. Sjálvt um vit øll minnast orðini hjá Edmund Joensen á sinni, tá hann segði, at hann ynskti Samhaldsfasta, har piparið grør, so er støðan tann í dag, at Sambandsflokkurin fult og heilt saman við Javnaðarflokkinum stuðlar tí Samhaldsfasta.
Og tí er eisini vón fyri, at ein nýggja samgonga hevur møguleika at gjøgnumføra ein pensjónsreform, sum veruliga kann gerast eitt politiskt gjøgnumbrot, har føroyskir pensjonistar fáa virðiligar sømdir.
Hetta stríðið í samgonguni tók so fýra ár til tess at fáa greiðu á, at man ikki fór at gerast samdur. Men tað er heldur ikki ókent frá øðrum málum, men lat tað fara á hesum sinni.
Tað er eisini av størsta týdningi, at tey feløg á arbeiðsmarknaðinum, sum enn ikki hava fingið eftirlønarskipanir fyri sínar limir, fáa at vita, hvør politiska støðan er. Hesumeðin valið hendir so tíbetur einki, men útlitini fyri at nakað hendir skjótt í einari komandi samgongu, eru rættiliga góð. Fólkatryggingin hevur fingið sín deyðadóm, men tað lýsnar fyri einari samhaldsfastari eftirlønarskipan, um vit fáa einna nýggja samgongu eftur valið.
Ein nýggj samhaldsføst eftirlønarskipan hevur neyvan ligið nærri enn júst nú.