Áhugin fyri arbeiðinum hjá teimum útvaldu, sum skulu endurskoða ES, er stórur, og í fronskum sjónvarpi varð dagurin í gjár lýstur sum ein søguligur dagur. Kanska var tað ikki av tilvild, at júst franska sjónvarpið hevði hesa áskoðanina, tí oddamaður í endurskoðanararbeiðinum er fyrrverandi franski forsetin Valery Giscard d'Estaing.
Svenska stjórnin hevur valt varaforsætisráðharran Lenu Hjeml-Wallen at umboða seg í Bruxelles. Hon er ein av teimum næstu medarbeiðarunum hjá Gøran Persson, forsætisráðharra, men hevur boðað frá, at hon stillar ikki uppaftur til valið í heyst. Hetta kann vísa seg at vera ein fyrimunur, tá hon skal taka støðu til tey ymsu uppskotini, men hinvegin kann tað eisini vera ein vansi, tá svensku sosialdemokratarnir skulu taka støðu til ta endaligu endurskoðanina.
Borgarliga danska stjórnin hevur valt at lata seg umboða av Henning Christophersen. Hann er fyrrverandi ES-kommiserur og kennir samveldið út og inn.
Stjórnin í Helsingfors hevur valt eina aðra kós enn hini bæði londini. Stjórnin hevur valt tann unga akademikaran Teiju Tilikainen at umboða seg, og hon er ein av teimum fáu ungu kvinnunum í endurskoðanarráðnum.
Felags fyri tey trý Norðurlondini er, at tey hava sett sær fyri at bøta um demokratiið í ES. Londini bera ótta fyri, at demokratisku skipanirnar verða uppaftur tyngri enn nú, tá tíggju lond í Mið- og Eysturevropa fáa limaskap í næstum.
Samstundis hava bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, og týski samveldiskanslarin, Gerhard Schrøder, lagt fram uppskot um, at ES eigur at verða meiri opið í framtíðini, og at nógv, sum í dag fer fram í tí dulda, skal leggjast fram alment. Uppskotið stendur í einum brævi, sum teir báðir hava sent spanska forsætisráðharranum, Jose Maria Aznar, sum í løtuni er formaður í ES.
Evropeiski Franklin
Ráðið, sum skal endurskoða ES, hevur ongan avgerðarrætt, og uppskot tess skal viðgerast á einari stjórnarráðstevnu, sum verður í 2004. Tá sleppa tey einstøku limalondini eisini at siga sína hugsan og at bera fram seráhugamál. Kortini er eingin ivi um, at arbeiðið hjá endurskoðanarráðnum er av stórum týdningi, tí uppskotini haðani fara at leggja stórt rýst á ES.
105 politikarar úr teimum 15 ES-londunum og teimum 13 umsøkjaralondunum manna endurskoðanarráðið. Ein nevnd við 12 limum leiðir arbeiðið, og formaður í henni er tann 76 ára gamli Valery Giscard d'Estaing.
Sjálvur er fyrrverandi franski forsetin ikki í iva um, at hann hevur fingið eitt álitisstarv, og í einari samrøðu herfyri sammetti hann seg við sjálvan Benjamin Franklin, sum var ein av teimum leiðandi monnunum í ráðnum, sum í 1780-unum hittist í Philadelphia og har orðaði uppskotið til amerikansku grundlógina.
Giscard hevur ikki sagt, at hann fer at gera sum amerikanska fyrimynd hansara og at orða eina grundlóg fyri ES, men tað er júst hetta, sum sterkar kreftir vilja hava hann at gera.
Um eitt ár skal hann leggja úrslitið fram.