Týski kanslarin, Friedrich Merz, sigur, at Týskland fer at hjálpa Ukraina við framleiðslu av langtberandi vápnum.
Hetta veit Reuters at siga í dag, nú ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er á vitjan í Týsklandi.
Á vitjanini skal forsetin hitta nýggja týska kanslaran, Friedrich Merz í Berlin.
Kanslarin fer ikki í smálutir við avtaluni millum londini, men sigur, at endamálið er, at Ukraina skal kunna verja seg betur.
Friedrich Merz sigur eisini, at Russland hevur ikki víst nakran vilja at vera við í friðarsamráðingum um Ukraina.
Sambært Reuters staðfestir Volodymyr Zelenskyj eisini, at londini eru samd um íløgur í verju til Ukraina.