Pápa okkara, Karl Johansen, til áminningar

Minningarorð

Góði babba. Tað er svárt at seta seg niður at festa á blað minningarorð um teg, tú sum fylti so nógv hjá okkum øllum. At tú ikki er okkara millum meira er ikki lætt at skilja, men Harrans vegir eru ikki okkara vegir. Tað fingu vit at sanna fríggjanáttina 15. februar, tá tú so brádliga fór frá okkum.

Babba var ein stríðsmaður. Tað sóu vit innan fakfelagsarbeiðið, har hann legði lív og sál í øll 25 árini, hann var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, og vit systkini fylgdu eisini hansara arbeiði innan fakfelagsrørsluna. Bæði tá tað gekk við, og tá tað gekk ímóti. At babba var stoltur av at vera arbeiðsmaður, duldi hann ikki, tí sum hann plagdi at siga, at uttan arbeiðsmannin mólu samfelagshjólini ikki, og tað hevði hann eisini rætt í.

At babba varð heiðraður á 25 ára starvsfdegnum sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, var ein stórur dagur fyri hann. Vit sóu á honum, hvussu rørdur og glaður hann var fyri dagin, har hann fekk høvi at heilsa upp á so nógv fólk, og er tað eisini nakað, vit kunnu gleðast um, at hann fekk høvi at uppliva tann dagin.

Babba starvaðist hjá Balslev øll okkara barnaár og líka til dagin, hann andaðist.
Vit vóru ofta við babba í tí grøna Balslevbilinum, tá vit vóru børn, tað dámdi okkum væl. Nú vóru tað abbabørnini, sum sluppu onkran túrin við honum.

Babba hevði okkum altíð við í tí, sum hann tókst við. Ofta sluppu vit við í bátinum at fiska. Eisini plagdu vit at vera útferð við honum og mammu í bátinum úti í Hósmøl í Nólsoy, og ikki at gloyma teir mongu túrarnar runt Hestoynna.

Vit áttu ongan bil, tá vit vóru børn, so tá hini børnini í grannalagnum fóru biltúr sunnudag, so fóru vit simitúr í bátinum við babba.

Babba var innløgumaður. Alt tað. hann fekk til høldar. var ikki smávegis, ja onkuntíð setti hann kalvalínu um morgunin. áðrenn hann fór til arbeiðis og fór síðan at draga, tá hann var liðugur at arbeiða.

Tey seinnu árini hevði babba fingið sær gæs og seyð sum frítíðarítrív, og hetta gekk hann sera høgt uppí. Hann var altíð líka spentur, tá várið kom, og gásarungarnir og smálombini komu. Hetta várið kom hann so ikki at uppliva.

Honum dámdi so væl at hava abbabørnini við niðan á trøðna at vísa teimum djórini. Eitt tjaldur hevði reiður á trøðni, tað vitjaði aftur ár um ár. Nú koma tjøldrini aftur, men eingin babba er har meir.

Góði babba! Takk fyri góð minni.

Góða mamma! Má Harrin styrkja teg í stóru sorg tíni.

Katrin, Jón, Trúgvi, Súsan og Kári