Allar kvinnur, ið eru uppstillaðar til komandi løgtingsval, vórðu bodnar við á fundin. Teir ymsu flokkarnir kundu so velja, hvussu nógvar kvinnur tær valdu at seta upp á røðarapallin. Tíðin var knøpp. Tveir minuttir til hvønn røðara.
Fundurin varð býttur upp á tann hátt, at hvør flokkur fekk tríggjar ferðir fimm minuttir. Hvussu valt varð at býta tíðina upp, var so upp til hvønn einstakan flokk. Ímillum hvørja rundu, fingu valevnini høvi at seta hvørjum øðrum fyrispurningar, og eisini kundu fyrispurningar koma úr salinum - tó var hetta seinna ikki nógv brúkt.
Heitið á fundinum var "Hvat siga kvinnur um framtíð Føroya", og sjálvur fundurin var eisini søguligur. Hetta er fyrstu ferð, at kvinnulig valevni úr øllum valdømum hava havt møguleika at koma til orðanna.
Javnaðarflokkurin hevði átta umboð við á fundinum. Tosað varð um umhvørvispolitikk, ríkisrættarligustøðu Føroya, samfelagsskipan, leiklutin hjá kvinnuni í oljuvinnu og so framvegis.
Joan Ziskason er eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum. Hon sigur, at Javnaðarflokkurin er vælnøgdur við fundin, tó var ikki rættiliga gjørligt at fara so gjølla ígjøgnum alt, tá tíðin er so stutt, men samanumtikið var hon væl nøgd.
Fólkaflokkurin hevði sjey umboð við, og viðgjørdi hann alt frá sjálvstýri til teir bleytu pakkarnar. - Ofta verður sagt, at kvinnur bara hava áhuga fyri teimum bleytu økjunum, og hava ikki áhuga fyri undirsjóvartunlum, men eg má siga, at tá tú hevur verið við í politikki í eina tíð, so fært tú áhuga fyri øllum, eisini tí, sum í byrjanini kundi tykjast eitt sindur tungt, sigur Rúna Sivertsen úr Fólkaflokkinum.
- Fundurin var ógvuliga væl fyriskipaður, og tað eiga fyrireikararnir rós fyri. Men hesin politiski fundurin var ikki øðrvísi enn nakar annar politiskur fundur, men mannfólkini vóru ógvuliga illa umboðað. Ikki meira enn eini fimm mannfólk vóru at hóma í salinum. Kanska júst tað øvugta av tá aðrir politiskir fundir eru, tá konufólkini eru fá.
Rúna Sivertsen leggur dent á, at tað er tørvur á kvinnum í politikki, men bæði mannfólk og konufólk eiga at vera við.
Tjóðveldisflokkurin varð umboðaður av seks kvinnum. Á skránni hjá Tjóðveldisflokkinum er millum annað einar sjálvstøðugar Føroyar, sum á altjóða leikpalli er á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Ein sjálvberandi føroyskur búskapur, sum er óheftur av donskum ríkisstuðli, eitt sjálvberandi føroyskt vinnulív, sum verður meira kappingarført og meira fjølbroytt. Eisini varð nomið við at samfelagið eigur at hava fleiri vælferðartænastur, sum til dømis pensjón og barnaansing. Hetta eigur at vera ein rættur, og ikki ein gáva frá tí almenna. Tjóðveldisflokkurin vil eisini hava, at barna- og ungdómspolitikkurin verður raðfestur hægri, og tað sama er við mentanarmálum.
Samanumtikið ljóðar, at fundurin fall í góða jørð. Nógvar kvinnur vóru møttar upp í Norðurlandahúsinum, so áhugin fyri politikki millum kvinnur, er ikki heilt lítil. Hvussu verður, og hvussu nógvar kvinnur verða valdar á ting, fáa vit at síggja til løgtingsvalið um ikki so heilt langa tíð.










