føroysku skipasøguni. - Hetta var ein hátíðardagur fyri Havnina og fyri allar Føroyar. Og tað, at sluppin framvegis er eitt prýði fyri býin, er bara tykkum fyri at takka, tykkum, sum leggja tykkara lív og sál [...] ókeypis arbeiðstímar í at varðveita hetta tjóðarminni okkara, til gagns fyri allar føroyingar. - Stóra takk fyri øll somul. Hjartans takk fyri, blíðan byr víðari, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at [...] Aberdeen øll krígsárini, og at hon eftir kríggið varð riggað til við línu um várið og til sildarfiskiskap seinni um árið. - Seinasta túrin til veruligan fiskiskap var sluppin í 1964. Eftir at hava fingið
útlit eru fyri at fáa nakað burturúr livrini, tí tað fáa tey bæði í Noregi og í Íslandi, so hví ikki eisini í Føroyum? ? Samstundis vita vit, at marknaður er fyri livur, bæði fyri lýsi og fyri niðursjóðaðari [...] kunnu gagnýtast til ymisk endamál, fara vit eisini at gera kanningar fyri at vita um tað loysir seg fíggjarliga. Functional foods Hann sigur, at endamálið er at brúka úrdráttir úr rygginum til mannaføði av [...] av onkrum slagi, eitt nú til ?functional foods?, sum tað nevnist á fakmáli. Men akkurát hvat tað kann vera, ber ikki til at siga nakað um enn. Av tí sama ber heldur ikki til at siga nakað um, hvørjir teir
kloakkir, 150 mill. til vatn, 130 til brennistøð, 200 mill. til vinniøkir og havnarbyggingar, 80 mill. til skúlar, 150 mill. til barnaansing (siti beint nú og lurti eftir útvarpskjaki, har Leivur sigur [...] men skal til eina og hvørja tíð loysa tann tørv borgarin hevur í tí samtíð vit liva í. Hetta var orsøkin fyri, at vit í áttatiárunum brúktu umleið 100 mill. til útstykkingar, 100 mill. til vegir og kloakkir [...] vitan sum fá onnur, loyvir sær at taka soleiðis til orða, sum hann ger í hesi grein, loyvi eg mær fyri fyrstu ferð síðani eg 1. januar 1993 fór frá, at taka til penning. Fyrst er at siga, at kommunur sum heild
fíggjarlógini til endamálið. Annika Olsen: -Takk til Fuglafjarðar kommunu, undanfarna býrað og núsitandi býrað umframt starvsfólk í almannaverkinum fyri frálíka gott arbeiði til frama fyri fólk við demenssjúku [...] Heim fyri dement er nú opið í Fuglafirði. Í dag var almenn móttøka í Fuglafirði í snotuligu læknahúsunum. Hetta er nú karmur um heim fyri fólki við dementsjúku. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum
eftir ætlanini kemur í føroyska flotan fyri Saksaberg um páskirnar, hevur verið á sínum fyrsta svartkjaftatúri í ár. Teir hava roynt vestan fyri Írland og eru nú á veg til Danmarkar við fullari last, umleið [...] umleið 1.500 tonsum. Norderveg kemur til Thyborøn í morgin. Svartkjafturin fer til mjøl, og prísurin er 2,03 krónur fyri kilo, skrivar reiðaríið Varðin á heimasíðu síni. Tveir av manningini hjá Saksabergi, [...] skiparin og ein maskinmaður, eru við Norderveg hendan túrin fyri at seta seg inní, hvussu skipið riggar.
og leggja nýtt. Fyri at fáa ferð á arbeiðið, søkti Klaksvíkar Kommuna fyri í ár Innlendismálaráðið um stuðul til útoyggjamenning. Innlendismálaráðið hevur nú játtað 70.000 krónur til liðugtgerðina. [...] býráðsins brúktur til hetta umvælingararbeiði. Takið og vindeyguni eru skift, og nýggjur ketil settur í. Innveggirnir eru tiknir niður fyri at kunna bjálva teir. Eisini eru gólvini tikin upp fyri at bjálva og
Fram til valini komandi, fólkatingsvalið 13. November og løgtingsvalið 19. Januar, fer Sosialurin at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið er hálvur lýsingarprísur fyri t. e. 90 oyru fyri millimeturin - [...] tó 1,25 kr fyri fríggjadagsblaðið. At rokna sum valgreinar eru allar greinar, sum valevni skriva - og geinar frá øðrum, sum blaðstjórnin metir sum valtilfar. Skipanin verður í gildi fram til løgtingsvalið [...] lið. Valgreinar skulu sendast við telduposti til post@sosialurin.fo - og tær skulu vera rættlisnar og harvið púra klárar at prenta. Blaðstjórin
Føroyabanki er stongdur fyri eitt nú línuveiði, til toskurin einaferð kemur fyri seg aftur? - Føroyabanki er stongdur fyri at verja toskin. Ikki hýsu, longu ella onnur sløg. Ein fyritreyt fyri, at Havstovan kann [...] um tað ber til ella ikki. Tað frættist, at rættiliga nógv havtaska er á Føroyabanka. Er best, at eisini hon verður verandi har, til toskurin er komin fyri seg aftur? - Her má eg vísa til sama svar, sum [...] fiskifrøðin nakra hómin av, hvussu tað kann bera til, at toskastovnurin á Føroyabanka framvegis er so illa fyri eftir friðingar í 10 ár, nú líkt er til, at tað gongur væl betur við hýsu og toski á lan
hevur ført til óhepnar sparingar, sum hevur fingið avleiðingar fyri trivnaðin í kommununum. Borgarstjórin í Vestmanna sigur, at orsøkin er, at kommunurnar fáa ikki líka nógv frá landinum fyri eldraøkið [...] ymiskt, hvussu tað verður útgoldið til tey eldru yvir 67 ár. - Í Veks-samstarvinum fær Vestmanna 55.000 krónur fyri hvørt fólkið yvir 67 ár, Kvívík fær 53.000 krónur fyri hvønn borgara yvir 67 ár, og aðrar [...] av, tí tað sær út til, at borgarar yvir 67 ár eru meiri verdir í summum kommunum, enn í øðrum kommunum. Úrslitið av hesum er, at Vestmanna Kommuna má rinda 14,6 milliónir til VEKS, fyri at eldrarøktin kann
heldur ikki fyri at fáa semju um fiskiskapin í altjóða sjógvi á NEAFC fundinum. Lagt varð ístaðin upp til, at uppskot til samtyktir fyri hesi fiskasløg fara at verða send NEAFC limalondunum til støðutakan [...] skipan fyri fyri fiskiskapinum eftir búrfiski í altjóða sjógvi. Fiskiskapurin er tó fevndur av yvirskipaðu samtyktini fyri fiskiskap eftir djúphavsfiskasløgum, sum semja varð um at leingja fyri 2015.
[...] 2015 til ávikavist 717 tons og 900 tons. Talan er um eina heildarkvotu til øll NEAFC limalond. Eftir tilráðing frá ICES varð semja eisini um at friða trý øki fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi.
Fyri tveimum