Stórur møguleikar at fáa nyttu burturúr fiskaryggjum og livur

? Felagið Faroe Marine Biotech er farið undir kanningar við tí endamáli at fáa meiri burturúr ryggjum og livur av fiski, sum annars verða tveittar fyri borð. Ábendingar, sum vit higartil hava fingið, eru lovandi, sigur Egil Olsen

Biotøkni

?Enn ber ikki til at siga nakað um úrslitið, men tær ábendingar, vit hava fingið, eru lovandi, sigur Egil Olsen.
Felagið, Faroe Marine Biotech, sum hann er stjóri í, lá ikki longi í dvala. Felagið, sum hevur til endamáls at fara undir biotøkniska vinnu í Føroyum, varð stovnað í vár og og felagið er longu farið undir sína fyrstu granskingarætlan -og heilt skjótt verður eisini farið undir tað næstu.
Egil Olsen kann ikki siga í smálutum, hvat endamálið við verkætlanini er. Men í stórum kann hann siga, at ætlanin er at vita, hvussu ryggir á fiski kunnu gagnnýtast betri.
Hann sigur, at enn eru royndirnar komnar so stutt, at tað er ómøguligt at siga nakað um urslitið.
?Men tær fyrstu ábendingarnar, vit hava fingið eru lovandi, leggur hann afturat.
Hann sigur tann praktiski parturin av hesi verkætlanini fer at fara fram á Sandoy Seafood í Sandoynni og á Kósini í Klaksvík..
Men av tí at ongin rannsóknarstova er í landinum, sum kann gera tann partin av royndunum, sum krevur laboratoriukanningar. verða nógv tað mesta av hesum parturin av verkætlanini, gjørdur uttanlands.
Enn ber sostatt heldur ikki til at siga nakað um, nær hendan verkætlanin er liðug.
?Fyribils hugsað vit einans um tann biokemiska partin av hesi verkætlanini. Verður úrslitið av teimum, at tað letur seg gera at fáa úrdráttir burturúr ryggjunum, sum kunnu gagnýtast til ymisk endamál, fara vit eisini at gera kanningar fyri at vita um tað loysir seg fíggjarliga.

Functional foods
Hann sigur, at endamálið er at brúka úrdráttir úr rygginum til mannaføði av onkrum slagi, eitt nú til ?functional foods?, sum tað nevnist á fakmáli.
Men akkurát hvat tað kann vera, ber ikki til at siga nakað um enn. Av tí sama ber heldur ikki til at siga nakað um, hvørjir teir møguligu marknaðirnir kunnu vera.
?Functional Foods? er at vinna ymisk evni burturúr ryggjunum, sum síðani verða settar til aðrar matvørur.
Eitt dømi kann vera, at kalcium verður vunnið burturúr ryggjunum og sett til mjólkarúdráttir, fyri at kunna lýsa við, kalciumríkari mjólk, tí tað er gott fyuri heilsuna.
Hann sigur, at vísir tað seg at bera til, kann talan skjótt verða um ein hampiligan vinnuveg, sum kann kasta nógv av sær til samfelagið, umframt at tað kann skapa arbeiði og verða eitt ískoyti hjá teimum virkjum, sum sostatt eisini fáa vinning av at selja ryggirnar, heldur enn at betala fyri at sleppa av við slógvið.-
? Vit vita, at eini 12%-15% av einum fiski er ryggur. Í hesum føri eru tað ryggurin í toski, hýsu og upsa, sum er áhugaverdur.
Siga vit, at vit fiska 70.000 tons av hesum fiskasløgunum um árið, verður talan umleið 10.000 tons av ryggjum. harafturat koma so ryggirnir av øllum laksinum, vit ala og virka í Føroyum, so talan er um stórar nøgdir.
Hann sigur, at tað er rættiliga dýrt at gera royndir av hesum slagi, men teir hava m.a fingið stuðul til ætlanina frá oljufeløgunum báðum, BP og Amerada Hess.

Livur fyri 70-100 milliónir
Eitt mál, sum liggur ógvuliga frammaliga hjá Faroe Marine Biotech, er at vita, um tað ikki ber til at fáa nakað burturúr livrini.
?Hvørt ár tveita vit eini 10.000 tons av livur fyri borð aftur- tvs, at livurin kemur innanborða av sær sjálvum við fiskinum, men vit leggja arbeiði í at tveita hana fyri borð aftur.
?Hetta er spell, tí vit vita, at tað ber til at gagnnýta livrina, bæði til lýsi og til niðursjóðingar.
Egil Olsen sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum felagið ætlar at taka upp, tí hann ivast ikki í, at bera vit okkum rætt at, er grundarlag fyri at fara undir eina framleiðslu av onkrum slagi við tí endamáli at gagnnýta livrina.
Hann veit, at vit hava roynt áður at gagnnýta livur, men talan hevur bara verið um at bræða hana til lýsi, sum ikki hevur verið serliga hávirkað lýsi og tað gevur ov lítið.
Tað, sum hann sær fyri sær sum ein møguleika, at gagnnýta ein part av livrini til lýsi, men at niðursjóða tað bestu livrina.
Hann ásannar tó, at skal hetta verða veruleiki, er neyðugt at tað vit fáa skip og bátar at taka livrina. Og tað merkir so eisini, at tey skulu fáa prís fyri livrina so at tað loysir seg hjá teimum at avreiða hana. Samstundis má talan verða um framleiðslu á sum kastar so frægt av sær seg hjá skipum og bátum at avreiða livrina og at eisini virkini á landi kunnu fáa lønandi vinnu burturúr.
Hann heldur, at góð útlit eru fyri at fáa nakað burturúr livrini, tí tað fáa tey bæði í Noregi og í Íslandi, so hví ikki eisini í Føroyum?
? Samstundis vita vit, at marknaður er fyri livur, bæði fyri lýsi og fyri niðursjóðaðari livur.
Og tað skilst, at eydnast tað, kann tað gerast eitt rættiligt ískast til føroyska samfelagið.
? Vit vita, at við teirri mest einfaldu framleiððsluni, kunnu vit fáa eitt søluvirði burturúr upp á 70-100 milliónir um árið burturúr livrini, sum vit annars tveita fyri borð.