Fram til valini komandi, fólkatingsvalið 13. November og løgtingsvalið 19. Januar, fer Sosialurin at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið er hálvur lýsingarprísur fyri t. e. 90 oyru fyri millimeturin - tó 1,25 kr fyri fríggjadagsblaðið.
At rokna sum valgreinar eru allar greinar, sum valevni skriva - og geinar frá øðrum, sum blaðstjórnin metir sum valtilfar. Skipanin verður í gildi fram til løgtingsvalið.
Valgreinar skulu sendast við telduposti til post@sosialurin.fo - og tær skulu vera rættlisnar og harvið púra klárar at prenta.
Blaðstjórin










