- Hetta kann ikki halda fram.
Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, er ivaleysur, tá ið hann umrøður støðuna á eldraøkinum, síðani kommunurnar yvirtóki tað fyri einum ári síðani
Vestmanna samstarvar við Kvívík, Eiði og Sunda Kommunu um eldraøkið, og saman hava tær stovnað eldrasamstarvið, VEKS.
Pauli Trónd Petersen sigur, at tá ið eldraøkið varð yvirtiki, vístu fleiri kommunur á, at endurgjaldið frá landinum til kommurnar, fór ikki at røkka til hjá summum kommunum – men hjá øðrum kommunum fór tað at verða ein peningalig innspræning.
- Hetta vísti eisini at vera so, tí hjá summum kommunum er endurgjaldið 10 prosent ov lítið, og hetta eru sostatt upphæddir, sum kommunurnar mátti finna í sínum egna rakstri. Og hetta er bara fyri at halda eldrarøktina á sama stigi sum frammanundan, tí nakrar batar er ikki hugsingur um at fremja.
- Hetta hevur havt vanlukkuligar avleiðingar fyri kommunurnar, tí tað hevur drenað kommunukassarnar, og hevur ført til óhepnar sparingar, sum hevur fingið avleiðingar fyri trivnaðin í kommununum.
Borgarstjórin í Vestmanna sigur, at orsøkin er, at kommunurnar fáa ikki líka nógv frá landinum fyri eldraøkið. Tað er nevniliga ymiskt, hvussu tað verður útgoldið til tey eldru yvir 67 ár.
- Í Veks-samstarvinum fær Vestmanna 55.000 krónur fyri hvørt fólkið yvir 67 ár, Kvívík fær 53.000 krónur fyri hvønn borgara yvir 67 ár, og aðrar kommunur í VEKS fáa upp í 70.000 fyri hvønn borgara yvir 67 ár.
- Í Vestmanna eru 211 borgarar yvir 67 ár og kommunan fær sostatt góðar 11,6 milliónir í endurgjald frá landinum til eldraøkið, men aðrar kommunur, sum eisini hava 211 borgarar yvir 67 ár, fáa 14 milliónir í endurgjaldi.
- Her er tað, at ketan leypir av, tí tað sær út til, at borgarar yvir 67 ár eru meiri verdir í summum kommunum, enn í øðrum kommunum.
Úrslitið av hesum er, at Vestmanna Kommuna má rinda 14,6 milliónir til VEKS, fyri at eldrarøktin kann halda fram, ótarnað.
- Tað eru tríggjar milliónir meiri enn vit fáa í endurgjaldi frá landinum og tað svarar til 7,5 prosent av øllum inntøkum hjá Vestmanna Kommunu, staðfestir borgarstjórin.
Tórshavnar kommuna hevur eitt undirskot av eldraøkinum upp á 13-14 milliónir, men skuldi hon havt eitt lutfalsliga líka stórt hall sum Vestmanna Kommuna, hevði hallið hjá Havnini verið 51 milliónir krónur til eldraøkið, umframt tað, Havnin fær frá landinum.
- Men tá er ikki lagt upp fyri batum av nøkrum sum helst slag og so sotatt koyra vit bara í sama spori.
- Hetta kann ikki halda fram, tí tað drenar alt gjaldførið úr kommununi.
Men har er ikki nógva staðni at fara eftir pengunum. Helvtin av rakstrinum hjá kommununum verður brúktur til børn og ung, og har ber ikki til at spara, tí tað er framtíðin hjá kommununi, sigur Pauli T. Petersen.
Trýst HER og les, hví borgarstjórarnir i Sandoynni eru rúkandi ósamdir við Paula Trónd Petersen.











