Vita hvussu skipið riggar

Norderveg, sum eftir ætlanini kemur í føroyska flotan fyri Saksaberg um páskirnar, hevur verið á sínum fyrsta svartkjaftatúri í ár. Teir hava roynt vestan fyri Írland og eru nú á veg til Danmarkar við fullari last, umleið 1.500 tonsum.

Norderveg kemur til Thyborøn í morgin. Svartkjafturin fer til mjøl, og prísurin er 2,03 krónur fyri kilo, skrivar reiðaríið Varðin á heimasíðu síni.

Tveir av manningini hjá Saksabergi, skiparin og ein maskinmaður, eru við Norderveg hendan túrin fyri at seta seg inní, hvussu skipið riggar.