Tú eigur at vera nóg góður at bera teg sjálvan ? Leivur!

Sitandi býráð ? undir tjóðveldisleiðslu ? hevur megnað at fingið kommununa úr tí fíggjarliga óføri, hon kom sær út í upp gjøgnum áttatiárini

 


Maðurin aftan fyri hesi megnar orð er ongin minni enn sitandi býráðsformaður í Havn Leivur Hansen og skrivar hann hetta í eini valgrein í Dimmu hósdagin 12. okt. 2000.

Við øðrum orðum má fólkaflokkurin ella undirritaði, sum hesi árini sat við leiðsluni, hava ábyrgdina av, at kommunan kom í fíggjarliga trongstøðu, meðan hann, Leivur Hansen, sum hevur sitið hesi seinastu fýra árini, eigur ábyrgdina av, at kommunan nú fíggjarliga hevur tað gott og trygt.

Vanliga blandi eg meg ikki uppí, hvussu fólk meta um áttatiárini, og um hvør átti ábyrgdina av, at soleiðis gekk. Fólk eiga sín fulla rætt til at vera óð um avleiðingarnar av hesum árum. Men tá ein persónur sum Leivur Hansen, sum hevur sitið sum býráðsformaður í fýra ár, og sum hevur eina innari vitan sum fá onnur, loyvir sær at taka soleiðis til orða, sum hann ger í hesi grein, loyvi eg mær fyri fyrstu ferð síðani eg 1. januar 1993 fór frá, at taka til penning.

Fyrst er at siga, at kommunur sum heild hava nakrar bundnar uppgávur. Kommunur eiga at loysa ávísar uppgávur fyri borgaran, s.s. bústaðir og grundstykkir, vegir, vatn, kloakkir, barnaansing, skúlar, frítíðarvirksemi, reinhald og rusk, vinnu- og havnarøkir v.m.

Beinleiðis hevur kommunan so at siga lítla og onga ávirkan á, hvussu búskapargongdin í einum samfelag fer ? men skal til eina og hvørja tíð loysa tann tørv borgarin hevur í tí samtíð vit liva í.

Hetta var orsøkin fyri, at vit í áttatiárunum brúktu umleið 100 mill. til útstykkingar, 100 mill. til vegir og kloakkir, 150 mill. til vatn, 130 til brennistøð, 200 mill. til vinniøkir og havnarbyggingar, 80 mill. til skúlar, 150 mill. til barnaansing (siti beint nú og lurti eftir útvarpskjaki, har Leivur sigur, at ongantíð í søgu býráðsins eru so stór framstig hend á barnaansingarøkinum sum nú. Hetta er heldur ikki rætt ? ongantíð í søgu býráðsins er so nógv hent á barnaansingarøkinum sum í tíðarskeiðnum 1985-1990).

Soleiðis kundi eg hildið fram, men gott er. Tað óhepna við øllum hesum var, at brádliga vóru tíðirnar búskaparliga broyttar soleiðis til tað vera, at íløgukarmarnir blivu alt ov stórir til tann tørv, sum borgarin í Havn tá hevði.

Ongin loyna er, at kommunan gjørdi milliarda íløgur hesi árini, og at eftir stóð ein skuld uppá umleið eina hálva milliard.

Í sama tíðarskeiði fór Tórshavnar kommuna ? orsakað av búskaparkreppuni ? frá eini skattainntøku uppá umleið 160 mill. í 1988 niður á 130 mill. í 1992.

At hetta mátti geva kommununi fíggjarligar trupulleikar, er kanska ikki hjá hvørjum borgara í Havn til at skilja, men ein býráðsformaður, sum hevur sitið í fýra ár, skal skilja tað.

Einfalt sagt: Tað sum VAR ringt fyri kommununa og okkum, sum tá sótu, ER heilt einfalt orsøkin fyri, at Tórshavnar kommuna og tit, sum í dag sita, hava tað gott.

Allar íløgurnar, sum gjørdar vóru tá, koma í dag væl við. Ongin teirra var ikki røtt. Tórshavnar kommuna var 1992 væl skipað, væl útbyugd og klár til at taka ímóti einum búskaparligum vøkstri, tá hann fór at koma.

Búskaparframgongd hevur verið hesi seinastu árini, og Tórshavnar kommuna er farin úr einari skattainntøku uppá 130 mill. upp í 380 mill. Hon hevur í sama tíðarskeiði ? mótvegis nógvum øðrum kommunum ?ikki haft fyri neyðini at gera nakrar nevniverdigar íløgur síðan 1992.

Hetta er orsøkin til, at kommunan ídag er so væl fyri, sum hon er. Lat tað vera sligið fast við tíggju tumma seymi.

Vit sum tá sótu, fingu mangan koyrilin fyri tær íløgur, vit gjørdu í Tórshavnar Havn. Eg skal ikki endurgeva nakað ella navngeva nakran í hesum sambandi. Bert siga, at tær íløgur, sum tá vóru gjørdar, ella allan heiðurin fyri, at Tórshavnar Havn nú er so væl fyri. Hon forrentar seg sjálva umframt at klára at gera nýggjar íløgur ? og hon er kappingarfør at taka ímóti vøkstrinum, ið búskapargongdin krevur.

Vóru hesar íløgur ikki gjørdar, var Tórshavnar Havn ? stoltleikin hjá havnarfólki ? ikki til ídag. So einfalt kann tað sigast.

Lat meg so leggja aftrat, at Tórshavnar Havn hevur ongantíð í nýggjari tíð ligið havnaborgarum til byrðu. Hon hevur klára seg sjálv og afturgoldið sínar íløgur við teimum inntøkum, hon hevur fingið frá teimum, sum hava haft tænastu hennara fyri neyðini.

Arbeiðslagnum hjá Leivi og býráðnum sum heild havi eg alt gott at bera, og er orsøkin fyri hesi grein míni tí bert at veita valkjakinum nøkur fakta, sum flest allir býráðslimir og valevnir eiga at vita og hava í huga, tá valgreinar verða skrivaðar.

Áttatiárini vóru dýrur læripeningi fyri okkum øll, og tann venda búskapargongdin sær nú út til aftur at leggja trýst á býráðsvalevnini soleiðis, at lyftini, sum givin verða borgarunum, yvirhála tað, sum fór fram í áttatiárunum.

Fari at ynskja tykkum valevnum eitt gott og kveikjandi valstríð, men minna á, at vit liva enn av tí, sum fiskiskapurin gevur okkum. Við hesum veruleika í huga eiga vit at mynda framtíðina. Innan hesar karmar ber eisini væl til at virka og fáa eitt skilagott býarsamfelag.

Vinarliga,


Poul Michelsen

fyrrverandi býráðsformaður í Havn