tingfundinum í dag klokkan 14 fer løgtingið at viðgera uppskot frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. Talan er um tvær broytingar í skattalógini [...] seyð sum løn fyri at ganga á fjalli, ikki skulu skattast, hin er ein tillaging til broyting í einum amerikanskum regluverki, sum í sínum fráfaringarstøði áleggur ikki-amerikanskum fíggjarstovnum, herundir [...] broytingina í viðmerkingum til uppskotið. Eftir grein 25 í skattalógini eigur virði av tílíkum seyði at roknast við í skattskyldugu inntøkuni hjá tí persóni, ið fær seyðin. Siðvenja hevur tó verið ikki at skatta
ngar tykist ógjørligt at fáa lív í aftur. Tað varð lagt í grøvina med alla, tá ein meiriluti av teimum 32 % føroyingunum, sum ómakaðu sær at luttaka í fólkaatkvøðuni í 2012, søgdu nei til kommunusamanleggingar [...] Laksafoss heldur ikki, at tað ber til at finna haldgóðar búskaparligar loysnir við verandi 30 kommunum. Í Degi og Viku týsdagin 5. august greiddi hann frá, at arbeiðsorkan fer at minka niður í 20.000 samstundis [...] meiriluti segði nei í 2012, vilja bæði Sirið Stenberg og Annika Olsen vera við. Annika Olsen, Fólkaflokkurin, og Sirið Stenberg, Tjóðveldi, sita ofta hvør sínu megin borðið – ikki minst tá talan fellur
fyri sær, at í næstum skulu alsamt fleiri og fleiri pengar játtast til vøllin. Hon tók tískil ikki undir við málinum. Samstundis var Sjúrður Olsen ikki við í viðgerðini, men øll hini 11 í býráðnum tóku [...] kann vøllurin ikki brúkast til landskappingardystir. Teir skulu framvegis spælast í Gundadali. Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið at brúka góðar 9,6 milliónir krónur til vøllin í Hoyvík og tá [...] Nú verður farið undir at gera ætlaða fótbóltsvøllin í Hoyvík. Men tað er greitt, at talan verður ikki um tann vøllin, sum hevur ligið í kortunum. Tvørturímóti verður talan um ein vøll, sum er skravaður
tey í Sea Shepherd í nýggjastu fráboðan úr Føroyum. Hósmorgunin svumu fimm døglingar seg upp á turt í Hvalba og teir vóru avlívaðir og býttir ímillum fólk í sóknini, sum gamal siður er. Men mitt í nátt [...] er tveitt aftur í havið og sigur, at myndirnar, ómannaða flogfarið hevur tikið, prógva tað. Myndirnar vísa ikki annað enn nakrar slintrir av tvøsti, helst fráskurður, sum er tveittur í bakkan og á sjónum [...] høvdu teir ikki tveitt tvøstið á sjógv, sigur Paul Watson. Gindamenn, vit hava tosað við halda, at hetta er enn eitt dømi um, hvussu ósaklig tey eru í Sea Shepherd, tí spikið á døglingi kann ikki etast og
sum bara røkkur í fortíð og ikki framtíð, heldur hon - Tí hava vit brúk fyri einum móðurmálsdegi at gera vart við tann týdning og tey virði, sum liggja í móðurmálinum. Hon vísir á, at í 2010 ætlaði men [...] vera 25. mars. Og tað er ikki av tilvild, at hon vil hava hann 25. mars, tí hendan dagin í 1819 var V. U. Hammersheimb, ofta kallaður faðirin at føroyska skriftmálinum, borin í heim. - Føroyska málið er [...] menna føroyskt, og tað verður ikki bíligari við tíðini, nú allir hugsandi miðlar koma floymandi, og allur heimurin er komin inn í hvørt hús, leggur hon afturat. Ásanna vit ikki hetta, verður føroyskt eitt
landsstýrismaðurin í vinnumálum saman við tí nývalda stýrinum í ALS við at finna eina nøktandi loysn fyri tey lesandi í Føroyum eftir loknan lestur. Samgongan heldur, at tá ið landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir [...] Tað verður ikki fyribils, at tey, sum akkurát eru liðug at lesa, sleppa upp í ALS. Samgongan ger nú greitt, at hon tekur ikki undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum um at tey, sum eru liðug at lesa [...] fíggjarligu umstøðurnar hjá teimum, sum akkurát eru liðug at lesa, eru ikki nøktandi. Og í summum førum kann tað vera ein orsøk til, at lesandi í Føroyum fara uttanlands, tá tey eru liðug við lesnaðin, tí har
fyrstu ferð í mong ár, ikki ætlar at senda gudstænastu í annaðkvøld, nýggjársaftan. Theodor Olsen sigur, at annars hevur stýrið fyri Kringvarpið onkuntíð givið til kennar fyri leiðsluni í kringvarpinum [...] m, at átrúnaður skal ikki niðurraðfestast. Hann veit ikki um hann skal kalla hetta at niðurraðfesta átrúnaðin í Kringvarpinum, men í øllum førum staðfestir hann, at hetta er at taka nakað av, sum hevur [...] hevur verið. - Hetta er í hvussu so er eitt siðaskifti í Kringvarpinum, leggur hann afturat. Í øllum førum kunnu vit eisini staðfesta, at átrúnaðurin er ikki uppraðfestur heldur og summi kunnu kanska halda
megnaðu teir ikki at halda tætt ímóti Mjølni, sum annars er við at byggja sær eitt nýtt lið upp og tí ikki óvæntað hevur ligið aftast í allan vetur. Unga manningin hjá Mjølni vann á heimavølli í Klaksvík ein [...] plássi ikki fer at fáa Fleyr á øðrum plássi aftur. Fyrst og fremst skyldast hetta, at sørvingar, sum leingi lógu framman fyri Fleyr, ikki bara eru dragnaðir nógv, men eisini hava mist momentum í sínum avrikum [...] pláss í finaluni, sum verður ímóti júst ÍF, ið hevur verið oddalið í allan vetur. So meðan ÍF fyri triðju ferð skal spæla FM-finalu eftir lokna landskapping, verður hetta fyrstu ferð, at monnunum í Fleyr
skilji ikki framferðina hjá Banknordik Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. Tað, hann sipar til, er Bank Nordik hevur nú gjørt av at lata kassaavgreiðslurnar í deildini í Saltangará og í Klaksvík [...] eisini at taka sosialt atlit. Og tað heldur hann ikki, at bankin vísír í hesum føri. Hann vísir á, at fólkagrundarlagið undir deildini hjá BankNordik í Klaksvík, er eini 10.000 fólk, tá ið Norðureysturoy [...] vinnulívsøkið í landinum, við tí størsta útflutninginum. - Tá ið eg hugsi um, hvussu stórt avlop, Bankin hevur, dugi eg ikki at skilja, hví bankin fer undir eina slíka sparing. Men er tað ikki endamálið hjá
hevur ikki færri enn 17 knívsár í rygginum. Løgreglan hevur í allan dag leita eftir knívinum, sum varð brúktur í álopinum, men hevur ikki funnið hann enn. Løgreglan fekk fatur á álopsmanninum í Hvannasundi [...] Løgreglan veit framvegis ikki, hví ein 18 ára gamal maður gjørdust frá sær sjálvum við knívi í Norðdepli í morgun. Hann stakk fýra fólk, sum øll fingu størri og minni skaða, og sum øll vóru flutt á Klaksvíkar [...] fyri, men hann hevur ikki verið serliga sinnaður at greiða frá hendingini. Tí veit løgreglan framvegis ikki so nógv um, hví hann fór so ógvusliga til verka. Tað var um átta tíðina í morgun, at ein 18 ára