Fleyr í FM-finaluni

So at siga einki kann nú forða fyri, at menninir hjá Fleyr fyri fyrstu ferð verða í FM-finaluni, har mótstøðan verður ÍF, sum hevur verið oddalið í allan vetur

Síðani 2010, tá farið var undir at avgera flogbóltskappingina í Eikligunum hjá kvinnum og monnum við FM-finalum, hevur Fleyr enn ongantíð verið annar av finalistunum hjá monnum, men nú verður øðrvísi. Í øllum førum er greitt eftir dystirnar um vikuskiftið, at SÍ á triðja plássi ikki fer at fáa Fleyr á øðrum plássi aftur.
Fyrst og fremst skyldast hetta, at sørvingar, sum leingi lógu framman fyri Fleyr, ikki bara eru dragnaðir nógv, men eisini hava mist momentum í sínum avrikum. Leygardagin megnaðu teir ikki at halda tætt ímóti Mjølni, sum annars er við at byggja sær eitt nýtt lið upp og tí ikki óvæntað hevur ligið aftast í allan vetur. Unga manningin hjá Mjølni vann á heimavølli í Klaksvík ein tryggan 3-0 sigur, ið gjørdist tilsvarandi dýrur fyri SÍ.
Og hóast Fleyr á Kambsdali í gjár tapti tað, sum má sigast at vera forpremieran upp á FM-finaluna, so er ivasamt, um tapið fyri ÍF nervaði teir í Fleyr tað stóra. Nú bara trý umfør eru eftir, fortelur stigatalvan, at Fleyr longu mestsum hevur vunnið sær neyðuga fyrimunin, ið fer at tryggja pláss í finaluni, sum verður ímóti júst ÍF, ið hevur verið oddalið í allan vetur.
So meðan ÍF fyri triðju ferð skal spæla FM-finalu eftir lokna landskapping, verður hetta fyrstu ferð, at monnunum í Fleyr gevst hesin møguleiki. Gamaní, kann SÍ teoretiskt fáa níggju stig í teimum síðstu trimum dystunum, samstundis sum Fleyr tapir sínar tríggjar, men tað er so mikið tunn teori, at ikki kann roknast við henni.

Eikligan, menn
Mjølnir-SÍ 3-0 (25-23, 25-17, 25-17)
ÍF-Fleyr 3-0 (25-20, 25-14, 25-22)