Kann fáa avleiðingar fyri BankNordik í Klaksvík

Borgarstjórin í Klaksvík skilir ikki framferðina hjá Banknordik

- Eg skilji ikki framferðina hjá Banknordik

 

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

 

Tað, hann sipar  til, er Bank Nordik hevur nú gjørt av at lata kassaavgreiðslurnar í deildini í Saltangará og í Klaksvík, aftur.

 

Jógvan Skorheim heldur, at ein stór fyritøka sum BankNordik, eigur eisini at taka sosialt atlit.

 

Og tað heldur hann ikki, at bankin vísír í hesum føri.

 

Hann vísir á, at fólkagrundarlagið undir deildini hjá BankNordik í Klaksvík, er eini 10.000 fólk, tá ið Norðureysturoy verður tald við.

 

Samstundis er eitt tað størsta vinnulívsøkið í landinum, við tí størsta útflutninginum.

 

- Tá ið eg hugsi um, hvussu stórt avlop, Bankin hevur, dugi eg ikki at skilja, hví bankin fer undir eina slíka sparing.

 

Men er tað ikki endamálið hjá bankanum, at hava so stóran vinning, sum gjørligt?

 

Tað er tað kanska, men stórar fyritøkur eiga eisini at hava sosial atlit og sparingin av at lata kassarnar aftur, er lítið at tosa um, sigur borgarstjórin.

 

Hann staðfestir eisini, at Klaksvíkar Kommuna hevur nógv samskifti við BankNordik.

 

Men hetta er eitt samskifti, býráðið nú fer at endurskoða.

 

- Fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar Býráðið hevur fund um tvær vikur og tá fara vit at taka spurningin upp um, hvussu stórt samskiftið, kommunan skal hava við BankNordik framyvir.

 

Vit spurdu borgarstjóran í Klaksvík um talan kann verða um, at kommunan fer at boykotta bankan.

 

Tað veit borgarstjórin nú ikki, men hann sigur, at tað er avgjørt neyðugt at býráðið tekur spurningin upp um, hvussu samskiftið við bankan skal vera framyvir.

 

Les eisini: Steingja kassan í Klaksvík og í Saltangará