Hava skravað vøllin í Hoyvík inn á bein

Nú fáa hoyvíkingar fótbóltsvøll, men hann kann ikki brúkast til landskappingina

Nú verður farið undir at gera ætlaða fótbóltsvøllin í Hoyvík. Men tað er greitt, at talan verður ikki um tann vøllin, sum hevur ligið í kortunum.

Tvørturímóti verður talan um ein vøll, sum er skravaður inn á bein.

 

Talan verður um ein vøll, har bara tað mest neyðturvuliga er við. Tað merkir, at vøllurin kann bara brúkast til venjingar og til vinadystir.

Hinvegin kann vøllurin ikki brúkast til landskappingardystir. Teir skulu framvegis spælast í Gundadali.

 

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið at brúka góðar 9,6 milliónir krónur til vøllin í Hoyvík og tá er ein stuðul upp á 900.000 frá fótbóltssambandinum taldur upp í.

Harafturat eru 2,5 milliónir krónur játtaðar at keypa lendið fyri, umframt til mvg og óvæntaðar útreiðslur.

Men afturat hesum koma so útreiðslurnar til grasvøllin og tær verða mettar til góðar tvær milliónir krónur.

 

Býráðslimir harmaðust um, at talan verður um ein skravaðan vøll, men lagt er upp til, at hann skal byggjast út so hvørt.

Nøkur tíðarætlan er ikki løgd og nevnt var í býráðsfundinum, at tað kann taka fimm ella tíggju ár at byggja hann út.

 

Býráðslimir førdu fram, at hóast talan bara verður um ein venjingarvøll, fer hann at taka eitt munandi trýst av vøllunum Gundadali.

Marin Katrina Frýdal heldur, at hetta er ein máti at lumpa eitt mál ígjøgnum, tí øll vita, at ein fótbóltsvøllur kostar munandi meiri enn hetta.

Men hon sær fyri sær, at í næstum skulu alsamt fleiri og fleiri pengar játtast til vøllin.

 

Hon tók tískil ikki undir við málinum. Samstundis var Sjúrður Olsen ikki við í viðgerðini, men øll hini 11 í býráðnum tóku undir við málinum.