Bumbað 100 ár aftur í tíðina

Fólkaatkvøðan hjá Kára P. Højgaard bumbaði okkum 100 ár aftur í tíðina, hvat viðvíkur kommununýskipanina, sigur Annika Olsen landsstýriskvinna.

Ein kommununýskipan er neyðug, men eingin politikari fer at nerta tað nú, tá ein meiriluti segði nei í 2012, vilja bæði Sirið Stenberg og Annika Olsen vera við.

Annika Olsen, Fólkaflokkurin, og Sirið Stenberg, Tjóðveldi, sita ofta hvør sínu megin borðið – ikki minst tá talan fellur á eldraøkið, sum verður lagt út til kommunurnar tann 1. januar 2015.

Men tær eru á einum málið um, at Kári P. Højgaard steðgaði allari tilgongd til eitt 20 ára langt kjak um samanlegging av kommunum, og at hetta var betri ógjørt.

Kjakið um kommunusamanleggingar tykist ógjørligt at fáa lív í aftur. Tað varð lagt í grøvina med alla, tá ein meiriluti av teimum 32 % føroyingunum, sum ómakaðu sær at luttaka í fólkaatkvøðuni í 2012, søgdu nei til kommunusamanleggingar.

Búskaparfrøðingurin Magni Laksafoss heldur ikki, at tað ber til at finna haldgóðar búskaparligar loysnir við verandi 30 kommunum.

Í Degi og Viku týsdagin 5. august greiddi hann frá, at arbeiðsorkan fer at minka niður í 20.000 samstundis við, at  talið av eldri borgarum fer at vaksa tilsvarandi.

Føroyska samfelagið megnar ikki at ganga framtíðar avbjóðingum á møti við so smáum kommunum, bæði tí tær eru dýrar at umsita, og tí at tað samstundis verða lagdar sera tungar uppgávur út til kommunurnar, sum tær als ikki megna at lyfta, sigur Magni Laksafoss.

Hóast ætlanin um at leggja kommunurnar saman kollsilgdi í 2012, hevur samgongan nemliga hildið fast um tær ætlanir, sum vóru tengdar at hesum: At leggja eldraøkið og barnaverndarøkið út til kommunurnar. Haraftrat skulu skúlarnir leggjast út sambært stevnuskránni hjá sitandi samgongu, men hetta er ikki  gjørt enn.