Á tingfundinum í dag klokkan 14 fer løgtingið at viðgera uppskot frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
Talan er um tvær broytingar í skattalógini. Onnur snýr seg um, at fólk sum fáa seyð sum løn fyri at ganga á fjalli, ikki skulu skattast, hin er ein tillaging til broyting í einum amerikanskum regluverki, sum í sínum fráfaringarstøði áleggur ikki-amerikanskum fíggjarstovnum, herundir føroyskum peningastovnum, lívstryggingarfeløgum, íløgufeløgum og ávísum íløgusamtøkum, at boða USA frá ávísum búskaparligum upplýsingum hjá teirra viðskiftafólkum í tann mun, hesi eru skattskyldug til USA.
– Talan er um eina aldagamla føroyska siðvenju, har seyður verður givin sum samsýning fyri at ganga á fjall og fyri at røkta seyð, sigur Jørgen Niclasen um fyrru broytingina í viðmerkingum til uppskotið.
Eftir grein 25 í skattalógini eigur virði av tílíkum seyði at roknast við í skattskyldugu inntøkuni hjá tí persóni, ið fær seyðin. Siðvenja hevur tó verið ikki at skatta virðið av slíkum seyði.
– Tá fjallomb og røktingarlomb í praksis ikki hava verið skattað, fer henda broytingin ikki at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri almennu kassarnar, men bert lógfesta tann praksis, ið hevur verið galdandi, og taka burtur tann iva, ið til tíðir hevur tikið seg upp millum manna.
Um ístaðin varð valt at skatta fjalllomb og røktingarlomb, hevði hetta í fyrsta umfari givið almennu kassunum eina meirinntøku, men tá talan hevði verið um nógvar smáar upphæddir, hevði ein týðandi partur av eykainntøkuni farið til umsiting og eftirlit, og samstundis hevði henda serliga mentanin, ið er í sambandi við seyðahald í Føroyum, verið órógvað, stendur í viðmerkingum til uppskotið.











