samanblanding av átrúnaði og politikki, ið er farin fram í hesum valstríðnum. Tað er í sjálvum sær í stríð við kristiligan siðaarv í Føroyum at blandað politikk og átrúnað saman. [...] idealir í verki. Nei! vit mugu grundgeva fyri algildinum hjá fólkaræðinum við skilvísi. Í grundgevingini má tí viðurkennast, at tað er munur á givnum lógum og umsiting eitt ávíst tíðarskeið í søguni og [...] eyðkend fyri fólk í teimum londum sum fyrst fótaðu sær á fólkaræðisligari grund. Og her slepst ikki undan, at tað var í protestantiska kristna heiminum, at fólkaræði fyrst hevjaði seg í einari tíð har átrúnaður
á útoyggjunum. Her í Svínoy sær fjøran næstan líka út sum fyri 1000 (túsund) árum síðani, tá Svínoyar Bjarni sat sum høvdingi í oynni. Ein kai stingur út í brimið norðantil og ein í Víkini. Tað er alt [...] verulig vend skal koma í ta avtofting, ið hevur merkt bygdina gjøgnum allan mín uppvøkstur. Mín meting er, at høvuðsorsøkin til avtoftingina er broytingin í øllum samfelagnum sum heild. Í gomlum døgum taldist [...] komast kann á land í øllum góðum. Eg veit ikki, hvat politikarar og onnur halda um okkum, ið búleikast á útoyggj, men ein fær ta fatan í samskiftinum við stovnar og onnur, ið sita fjálg í tryggum miðstaðarøki
ikki meint á nakran sum helst neiligan hátt. Eg væntaði bara, at hetta var ein fløga fyri tey fáu í Føroyum, men tað er tað ikki. Tær nýtist ikki at vera eitt kornpikkandi málmhøvd fyri at vera fangaður av [...] sær hana. Eitt gott dømi um eitt lag, har tað harða og tað fangandi ganga hond í hond, er á lagnum Done Pretending, ið eisini í tekstpartinum er frálíkt. Góðir tekstir Sum heild kann sigast, at tekst parturin [...] Sic. Ein ordiliga flottur húsi. Djarvur bólkur Limirnir í SIC vóru djarvir, tá teir kunngjørdu, at teirra fyrsta fløga fór at verða ein varði í føroyskum tónleiki. Men eftir at hava hoyrt hana, so er ikki
at eg havi verið burturstaddur í arbeiðsørindum, havi eg ikki havt møguleika at svara Torbirni Jacobsen fyrr enn nú. Í nevndarvalbólki við samgongu og andstøðutinglimur Í nevndarvalið hevur ein flokkur [...] sflokkurin fekk í valbólki við samgonguni eitt betri úrslit, enn talan varð um í hinum valbólkinum. Hóast drúgvar royndir at sáa illgrunasemi um keyp og sølu, og at Kári P. skal vera í lummanum á samgonguni [...] hevur gjørt enda á § 39 í Stýrisskipan Føroya og er ein sorgarleikur fyri fólkaræðið, er Torbjørn líkt, ein yvirmeting í ólukku mát. Tað er ikki rætt, at andstøðan eigur formanskapin í hesi nevnd, og at tað
næstovast á FIFA styrkislistanum, hevur vitjað í Føroyum, og heimsstjørnurnar við Arsenal trioini Thierry Henry, Patrick Vieira og Robert Pires á odda hava verið í Gundadali, har tað var fullsett, og har veðrið [...] avrikið leygardagin í hitanum í Sveis. Tvær orsøkir vóru til hetta. Fremsta orsøkin var, at franska liðið als ikki spældi á tí støðinum, sum tað kann roknast við av næstbesta landsliðnum í heiminum. Teir tóktust [...] snildi Arsenal maðurin, Pires, eisini sín lut í. Tá ið hann legði til Ludovic Giuly í høgru, var Cisse rangstaddur mitt fyri. Nýggja tulkingin sigur kanska, at í sovornum føri skal einki dømast, og so var
felags pisufundur settur í allar fagrasta veðri í Viðarlundini, har somu fólk, sum hildu pisurøðuna í 1979, aftur trinu fram og søgdu tað sama, sum tey søgdu fyri 25 árum síðan. Sólja í Ólavstovu helt røðuna [...] einasta dag í lívinum. Og Sólja helt fram ? í 1979: Men forðingin fyri eini víðari útbúgving liggur alt ov oftani í teimum karakterum, sum givnir vera. Tað er ov vánaligt, at karakterirnir í óviðkomandi [...] við góðum minnum um tey, sum tú komst at kenna á ungum árum. Liðug í ?79 Seinasta leygardag savnaðust tey, sum liðug vórðu í Hoydølum í tí Harrans ári 1979. Einir 60 studentar og HF?arar, sum fingu prógv
fólkini, sum hann kemur í nánd av. Boðskapurin Boðskapurin hjá Digby Jones í røðu síni í sambandi við 25 ára dagin fyri Sullom Voe var rættiliga einfaldur. Hann var tann, at kappingin í heiminum verður harðari [...] skil í sínum egna húsi í Europa, har man spenti bein fyri hvørjum øðrum heldur enn at skapa góðar karmar, so man var kappingarførur. Tað sama upplivdi hann í Onglandi og teimum lokalu samfeløgunum í Onglandi [...] og Sullom Voe oljuhavnin varð tikin í brúk er ein stór hending fyri okkum øll í Bretlandi. Ikki bara tí at BP er ein av teimum størstu og mest týðandi fyritøkunum í Bretlandi, men eisini tí at Hetland
borgaran. Og í hesum arbeiði er sjey ára gamla lógin um innlit í fyrisitingina eitt týðandi amboð. Men amboðið virkar ikki nóg væl. Dømini eru fleiri, har fjølmiðlar og privatfólk, hóst greiða heimild í lógini [...] dømið um hetta finna vit í málinum um skúlan á Trøllanesi. Tveir miðlar, Útvarpið og Dimmalætting, bóðu við heimild í lógini Mentamálastýrið, um at fáa útflýggjað øll skjøl í málinum um trætuna um skúlan [...] Durhuus, sum eftir áheitan frá Løgmansskrivstovuni í meira enn hálvtannað ár millum annað høvdu kannað, hvussu væl lógin um alment innlit virkar í Føroyum. Kanningin er grundað á hópin av skrivligum keldum
verður at ganga í rættinum í Føroyum. Rætturin í Oslo gevur føroyska felagnum viðhald, soleiðis, at talan nú verður um tvey ymisk sakarmál: eina inkassosak í Oslo og eina partafelagssak í Havn. Søgdu seint [...] fóru hann og hini Sagexfólkini í rættin í Oslo við allari sakini. Hetta hendi fyri umleið 8 mánaðum síðani. Sakin, sum hevur verið fyri í bæði undirrætti og hægri rætti í Oslo, hevur higartil snúð seg um [...] hildin, í Oslo ella í Havn. Rætturin í Oslo, Borgarting lagmansrett, kom sum nevnt til ta niðurstøðu, at tann parturin av málinum, sum snýr seg um rokningina fyri gjørt arbeiði, skal fara fram í Oslo, meðan
Brotnar ein asfalttrumla í Funningi ella ein kavaplógv í Skopun, verða smiðirnir nevniliga boðsendir beinanvegin. Landsfjósið ambætar øllum maskinum í Norðaru helvt av Eysturoynni, í Streymoynni, Vágum og [...] og Sandoynni. Hini økini í landinum hava sínar egnu økisverkstaðir. Fløktar umvælingar Í teirri stóru verkstaðarhøllini - hjartanum í Landsfjósinum - standa einar 10 maskinur. Her stendur ein nýmálað og [...] eykalutum. Høvuðsleverandørur er Caterpillar, sum hevur høvuðsstøð í Belgia. Vanliga ganga 14 dagar til eykalutirnir eru frammi í Føroyum. Hevur tað bráskund kunnu eykalutirnir verða frammi eftir einum samdøgri