Oljufeløg og sakarmál
Stjórin í Sagex, Terje Hagevang sigur, at Føroya Kolvetni rennur undan rokningini fyri arbeiðið teir gjørdu og sum tryggjaði føroyska felagnum luttøku í loyvinum hjá Agip. Tað ætlar teir sær ikki at góðtaka
Hvør minnist ikki tann góða hýrin og brosandi andlitini, tá umboð fyri Føroya Kolvetni og norska felagið Sagex Petroleum hittu pressuna í hølunum hjá Føroya Kolvetni, har Fossbankin fyri helt til, fyri at greiða frá tí nýggja og spennandi samstarvinum teirra millum ? eitt samstarv, sum hevði til endamál at tryggja føroyska oljufelagnum ein týðandi leiklut í fyrstu leitingini á landgrunninum.
Sosialurin var á staðnum til tess at kunna Føroya fólk um eitt samtarv, ið tóktist at skula fáa stóran týdning fyri føroyska oljufelagið og framtíð tess. At støðan skuldi útvikla seg til eitt eljustríð millum somu feløg kom óvart á, og neyvan hevði nakar tá ímyndað sær, at norska felagið ikki so langa tíð seinni skuldi fara í rættin við sínum fyrrveranda samstarvsfelaga.
Tað lá í kortunum, at samstarvið millum feløgini bæði skuldi gera føroyska oljufelagið ført fyri at fara í samstarv onnur oljufeløg fyri harvið at vera við í 1. útbjóðingini. Úrslitið varð eitt samstarv við Agip. Samstarvið við norska ráðgevandi felagið var eftir øllum at døma so mikið gott, at ein av oddamonnunum hjá Sagex, Terje Hagevang, ið hevur drúgvar royndir á føroyska økinum sum fyrrverandi leitistjóri fyri Saga, varð eisini valdur inn í nevndina í Føroya Kolvetni. Gøtan lá opin og tyktist her verða slóðað fyri einum spennandi og gevandi samarbeiði. Tað skuldi tó vísa seg at blíva øðrvísi. Tí eftir eina tíð saksøkti norska oljufelagið Hydro teir tríggjar Sagexmenninar fyri at hava brúkt týðandi upplýsingar frá teirra tíð í Saga (sum Hydro síðani yvirtók) í arbeiðinum hjá Føroya Kolvetni, sum tá var kappingarneyti hjá Hydro. Tað hevði við sær, at fútaforboð varð reist móti norska felagnum, og hetta gjørdi, at samstarvið millum Føroya Kolvetni og Sagex varð lagt á hillina eina tíð. Eftir fleiri saksviðgerðir við norskan rætt endaði málið tó við, at Hydro og Sagex gjørdu eina semju. Við øðrum vórðu krøvini móti Sagex tikin aftur og felagið fekk stórt endurgjald. Nú skuldi man so hildið, at Føroya Kolvetni og Sagex aftur kundu taka samstarvið uppaftur, men so varð ikki. Hóast Sagexfólkini vórðu fríkend hevði øll henda óhepna tilgongdin við sær, at Føroya Kolvetni ikki ynskti at taka uppaftur samstarvið við Sagex.
Síðani hava feløgini einki havt við hvørt annað at gera, men hava arbeitt hvør sær. Til nýliga, tá eitt mál brádliga stingur seg upp í rættinum í Oslo. Sagex hevur sent rokning fyri arbeiði tað hevur gjørt fyri Føroya Kolvetni til inkassso, sum ljóðar uppá ikki minni enn 3 mill. kr. Haraftrat krevur felagið at fáa 5% av partabrøvunum í felagnum, sum tað sigur seg eiga rætt til sambart avtaluna, og aftrat tí vilja Sagexfólkini vera við, at tey hava krav uppá tað, sum svarar til 20% av komandi tekningini. Føroya Kolvetni góðtekur einki av krøvunum men krevur, at tann partur av sakarmálinum, sum snýr seg um partapeningin verður at ganga í rættinum í Føroyum. Rætturin í Oslo gevur føroyska felagnum viðhald, soleiðis, at talan nú verður um tvey ymisk sakarmál: eina inkassosak í Oslo og eina partafelagssak í Havn.
Søgdu seint sáttmála upp
Terje Hagevang, stjóri í Sagex sigur í eini viðmerking til málið, at tað var løgið av Føroya Kolvetni at siga upp sáttmálan, eftir at Hydro vildi gera semju. At felagið so ikki hevur viljað goldið eina krónu fyri tað arbeiði, sum gjørt varð, dugir hann heldur ikki at skilja. Og tí fóru hann og hini Sagexfólkini í rættin í Oslo við allari sakini. Hetta hendi fyri umleið 8 mánaðum síðani. Sakin, sum hevur verið fyri í bæði undirrætti og hægri rætti í Oslo, hevur higartil snúð seg um formalia, tvs. hvar hon skal vera hildin, í Oslo ella í Havn. Rætturin í Oslo, Borgarting lagmansrett, kom sum nevnt til ta niðurstøðu, at tann parturin av málinum, sum snýr seg um rokningina fyri gjørt arbeiði, skal fara fram í Oslo, meðan spurningurin um partabrøv skal verða viðgjørdur í føroyskum rætti. Eftir tí sum blaðið skilur kann ganga drúgv tíð, áðrenn hesi bæði málini verða avgreidd.
Terje Hagevang dylur ikki fyri, at teir uppliva støðuna sum at føroyska felagið rennur frá eini rokning. Er tað veruliga so, tá vilja teir einki hava við Føroya Kolvetni at gera longur men fara at krevja sín fulla rætt sambart sáttmálan við føroyska felagið.
Norsk Hydro ábyrgdina
Vit spurdu stjóran í Sagex, um ikki tað stríðið, sum tók seg upp millum Hydro og Sagex í veruleikanum gav føroyska felagnum stórar trupulleikar og skaddi felagið!
Til tað sigur hann, at teir kundu ikki forða Norsk Hydro at fara í rættin við teimum. Tað var ikki við teirra góða vilja, at stóra norska oljufelagið fekk steðgað teirra arbeiði við einum fútaforboð.
-Tað var Norsk Hydro, sum saksøkti okkum, og tá vit jú vórðu fríkendir, kann tað ikki vera rætt at leggja nakra ábyrgd á okkum. Um Føroya Kolvetni meinar, at tað eru vit sum skylda teimum nakað t.d pengar fyri ikki at hava kunnað latið eina vøru, so mugu teir saksøkja Hydro, tí tað var Norsk Hydro, sum setti alt hetta í gongd.
Terje Hagevang sigur, at um Føroya Kolvetni tann dagin, tá rætturin í Oslo gav Sagex fútaforboð, hevði sagt upp avtaluna, so hevði tað verið øðrvísi. Men tað gjørdu teir ikki. Seinni vann Sagex í hægri rætti og eftir tað vildi Hydro hava eina semju. Ikki fyrr enn eftir tað segði Føroya Kolvetni upp sáttmálan.
Ein stórur trupulleiki
Terje Hagevang sigur seg skilja, at Føroya Kolvetni skal til at víðka sín partapening. Hann heldur tí eisini, at teir, sum tá ætla sær at seta pengar í felagið, mugu gera sær greitt, at tað er óvist, hvussu stórur partur av felagnum er frítt umsetiligur, tí Sagex Petroleum hevur krav uppá ein part av Føroya Kolvetni. Teir halda eisini, at teir hava krav uppá at vera við til víðkanina av partapeninginum við 20%.
-Hví 20%?
-Tí tað stendur í eini avtalu vit hava við Føroya Kolvetni, at næstu ferð teir skulu hækka partapeningin hava vit rætt til at keypa 20%. Tað átti ikki at verið ein trupulleki fyri Føroya Kolvetni, tí tá hava teir eitt felag, sum kennir oljubransjuna, og sum eigur pengar, og sum vil seta teir í FK. Tað burdi bara verið ein fyrimunur fyri teir.
Annars heldur Terje Hagevang tað vera løgið at kalla seg føroyskt felag, tá felagið í veruleikanum er skrásett á oynni Guernsey, og har eingin veit, hvør eigur meginpartin av peninginum í tí. Orsakað av serligu viðurskiftunum á Guernsey fær tú heldur ongar upplýsingar um eigaraviðurskiftini, og tað heldur fyrrverandi nevndarlimurin í Føroya Kolvetni vera sera óheppið.
-Fyri at Føroya Kolvetni kann vera við í leitingini næsta ár so mugu teir útvega fleiri pengar og vit, sum vilja seta pengar í Føroya Kolvetni vilja hava vita, hvussu støðan er í felagnum. Eg gangi út frá, at teir vilja siga, at vit bara skaptu teimum trupulleikar og tí skylda teir okkum heldur einki. Men vit hava eina avtalu at vísa á. Terje Hagevang undirstrikar, at úrslitið av tí arbeiði teir gjørdu var, at Føroya Kolvetni slapp uppí tvey loyvi.
-Hava tit ikki verið ov alt ov grátigir?
-Nei avgjørt ikki. Áðrenn vit fóru at arbeiða fyri Føroya Kolvetni var tað eingin, sum hevði hoyrt nakað serligt um felagið, til vit fóru undir at útvikla tað, fingu tað á føtur og gjørdu eina strategi og profil fyri felagið. Er nakar grátigur, so er tað onkur annar, sum situr aftanfyri og stýrir. Og hesir eru kanska bangnir fyri at missa part av eigaraskapinum í felagnum. Tí vilja teir eftir øllum at døma einki hava við okkum at gera.










