Gamlar gøtur
Í fleiri ár hevur verið vanligt at savna saman familjur við ávísum ættarbondum til stórar veitslur. Eisini hevur verið vanligt, at eitt nú skúlaflokkar ella árgangir av skúlaflokkum og konfirmantar hittast aftur eftir 10, 15, 20, 25 ? ella hvat áramál, nú einaferð verður hildið at vera hóskandi.
Slík tiltøk eru populer, og vanligt er, at øll, sum kunnu ganga, leita saman aftur, tá ið eitt slíkt høvi býðst. Vanligt er eisini, at fólk, sum búgva uttanlands, gera tað tey kunnu fyri at verða við, tá ið boð eru eftir teimum.
Hetta eru hugnaligar løtur, har kenningar hittast eftir hesi mongu ár.
Summi hava tikið drúgvar útbúgvingar og hava fingið týðandi størv. Onnur hava gingið í lívsins skúla, sum sjóvinnan ofta verður rópt, og uppaftur onnur hava slitist á einum flakavirkisgólvi ella hava havt onnur fyrifallandi arbeiði, sum nú einaferð fullu teimum í lut.
Tú undrast kanska yvir, at fólk eru so lítið broytt. Persónurin, tú kendi fyri 10, 20 ella 25 árum síðan, er framvegis hin sami, hóast viðkomandi kanska hevur verið í mongum vási ? tað veri seg sum stjóri, politikari, løgfrøðingur, virkisleiðari, sjúkrasystir, skrivstovufólk, sjómaður, vanligur arbeiðsmaður ella heimagangandi húsmóðir.
Á eini slíkari veitslu eru øll eins. Eingin munur er á fólki, og spurt verður ikki eftir, hvussu høgt uppi ella hvussu langt niðri á stiganum, tú hevur verið. Eingin er betur og eingin er verri. Tað, sum ræður um, er at hava tað hugnaligt saman og práta um tíðina, sum farin er.
Tá ið farið verður heimaftur frá slíkum veitslum, situr tú eftir við góðum minnum um tey, sum tú komst at kenna á ungum árum.
Liðug í ?79
Seinasta leygardag savnaðust tey, sum liðug vórðu í Hoydølum í tí Harrans ári 1979. Einir 60 studentar og HF?arar, sum fingu prógv hetta árið, vóru saman ein langan dag, sum endaði við stórari veitslu á kostdeildini í Hoydølum.
Hvør í sínum lagi skipaðu ymisku flokkarnir leygardagin fyri einum drekkamunni tíðliga seinnapartin fyri at samansjóða næmingarnar aftur. Onkur flokkur var í Norðurlandahúsinum, og onkur leitaði aðrar vegir til eitt nú hugnaligan fótbólt ella bowling.
Klokkan 15 varð felags pisufundur settur í allar fagrasta veðri í Viðarlundini, har somu fólk, sum hildu pisurøðuna í 1979, aftur trinu fram og søgdu tað sama, sum tey søgdu fyri 25 árum síðan.
Sólja í Ólavstovu helt røðuna vegna næmingarnar. Hin røðarin var Finnbogi Ísakson.
Sólja tók afturíaftur tíðina, sum farin er:
- Nú standa vit aftur her. 25 ár eru gingin, og fyri nógv av okkum kennist tað ikki nógv longri enn tey trý árini, sum vit gingu í Hoydølum.
Hon segði, at hon hevði funnið fram røðuna, sum hon vegna næmingarnar helt í Viðarlundini, 21. juni 1979.
- Í 1979 vóru vit so "kollektiv", at røðan varð skrivað við umboðum úr øllum trimum studentaflokkunum. Eg fekk æruna at bera hana fram. Hetta var ikki ein løtt uppgáva. Røðan varð skrivað sama mongun, sum hon varð hildin. Hon varð ongantíð reinskrivað.
Sólja segði, at í 1979 var ein blaðmaður so fittur at biðja um røðuna. Tí komu partar av henni á prent. Hon vísti til brotið, sum stóð í myndablaðnum, Nú:
"Endiliga eru vit komin á mál eftir trý stuttlig, men eisini strævin ár. Nærum hvønn einasta dag í hesum farna trý ára tíðarbili, er sami spurningur settur okkum studentum, nevniliga: Hvat skulu tit studera eftir prógvið? Tað sýnist at vera ein almenn uppfatan, at
eftir lokið students-ella HF-prógv, skalt tú fáa tær eina útbúgving, og síðan fáa tær eitt hvørt vællønt starv í lívinum.
Gongur tað ikki, soleiðis sum fólk halda, verður hildið, at hesi árini eru burturspilt og tann fyrimunur, sum vit hava notið frá samfelagnum, er burturspiltur. Hetta er tó als ikki rætt. Lærdómur er lættur at bera. Árini kunnu ikki sigast at vera burturspilt, hóast prógvið ikki verður brúkt til eina víðari útbúgving. Prógvið gevur eina breiða almenna vitan, sum fer at koma okkum øllum til góðar hvønn einasta dag í lívinum.
Og Sólja helt fram ? í 1979:
Men forðingin fyri eini víðari útbúgving liggur alt ov oftani í teimum karakterum, sum givnir vera. Tað er ov vánaligt, at karakterirnir í óviðkomandi lærugreinum skulu vera avgerandi fyri, um tú kanst koma inn á útbúgving ella tann lærustovn, sum tú allarhelst kundi hugsað tær. Karaktergevingin kann vera ógvuliga tilvildarlig og órættvís. Sum dømi kann nevnast, at um ein málsligur studentur fer upp í matematik og fær 0, vil hetta nullið antin elva til, at hann dumpar, ella at miðalkarakterurin versnar í stóran mun ? og
vinkað verður farvæl til dreymaútbúgvingina.
Hon segði, at her er HF-skeiðið eitt stig á røttu leiðini viðvíkjandi próvtøku. HF-næmingarnir kunnu sleppa upp tríggjar ferðir í somu lærugrein, um úrslitið ikki var nøktandi fyrstu ferð.
Vit hava nærum øll verið í teirri støðu, at nervarnir hava spælt okkum eitt puss, og vit knappliga einki minnast av tí pensum, sum vit væl og virðiliga hava fyrireikað okkum uppá. Her hevði tað verið gott, um vit høvdu havt møguleika fyri at farið uppaftur í hesum lærugreinum. Bara vitanin um, at møguleikin var til steðar, hevði kanska hjálpt uppá nervarnar", segði Sólja í Ólavstovu.
Eitt vegamót
Finnbogi Ísakson helt eina langa og áhugaverda talu hendan dagin fyri 25 árum síðan.
Hann segði, at í lívinum hjá okkum øllum somlum eru nøkur vegamót, nakrir krossvegir, sum vit seinni líta afturá. Kanska undrandi, kanska glað, kanska spyrjandi. Kanska siga vit, hví vit gjørdu soleiðis tá. Høvdu vit gjørt okkurt annað ta løtuna, hevði alt lagað seg øðrvísi. Ella kanska siga vit, at tað var gott, at vit valdu ta
røttu leiðina tá ? alt hevur legnast av tí besta síðani.
Finnbogi vísti á, at tann dagin, vit standa við einum students-ella HF-prógvi í hondini, man ivaleyst vera ein krossvegur ? eitt vegamót hjá teimum flestu. Nú skal veljast. Tann kós, vit fóru inn á sum sjey ára gomul, er endað. Nú skulu nýggjar leiðir gangast.
Hann nam eisini við sjálvan skúlan og spurdi, hví so nógv verður gjørt burtur úr týskum.
"Hvat í Guðs garði skulu vit terpa týskt til ? eitt mál, sum at kalla bert verður talað í Týsklandi? Ella franskt, sum mest verður talað í Fraklandi og lítið aðrastaðni?"
Hann helt, at fyri tann skuld, at danir einaferð í tíðini hava virt seg sjálvar so lítið, at teir tosaðu franskt við frúuna og týskt við hundin, men bert danskt við tænaran, so er ikki neyðugt hjá okkum enn á døgum at hanga uppi í hesum skitna skjúrtuvelinum.
Finnbogi helt fyri, at vit heldur kundu brúkt meira tíð uppá eitt nú spanskt, sum verður tosað í einum nógv størri parti heiminum.
"Míni ráð til tykkara skulu vera: Fegnist um tann lærdóm, tit hava nomið hesi árini. Brúkið henda lærdóm tykkum sjálvum og samfelagnum at gagni. Gangið ikki runt og haldið tykkum vera ov fín ella ov klók til at bretta upp um armar".
Finnbogi Ísakson mælti næmingunum til at leggja nýggjar leiðir.
"Takið saman hendur við arbeiðandi fjøldini í rættvísisstríði hennara og takið saman hendur við teimum, ið stríðast fyri frælsum Føroyum. Fáur er betur egnaður til tað enn tit ? tit, sum við øllum tykkara vísdómi eru næstan líka sterk sum tarvurin?"
Døgurði
Eftir pisufundin í Viðarlundini, fóru allir næmingarnir ein túr oman á Vertshúsið, og klokkan 19 vórðu felagsmyndir tiknar í Hoydølum.
Eftir myndatøkuna, var borðreitt við góðum og vælsmakkandi døgurða á kostdeildini í Hoydølum.
Tá ið døgurðin var etin, varð farið ein túr yvir í skúlan at hyggja at gomlu hølunum. Her vórðu gomul minnir frískað uppaftur ? ikki minst tí, at skúlin at síggja til stórt sæð er hin sami í dag, sum fyri 25 árum síðan.
Seinni um kvøldið var dansur á kostdeildini, og mong vóru tey, sum hugnaðu sær til langt út á morgunin eftir.
Fólk fóru glað og ríkaði heimaftur.