Londini í tí, sum vit plaga at kalla vesturheimurin eru fyri tað mesta lond við fólkaræði. Ikki einans eru vit lond við fólkaræði, men vit hevja okkum eisini upp til at vera fyrimynd hjá øðrum londum, og meta harvið fólkaræði at vera eini mannarættindi, ið vit meina eigur at galda øll heimsins lond. Við hvørjum rætti gera vit í grundini hetta? Og hvørjir eginleikar við júst fólkaræðinum gera, at vit meina, at tað eigur at galda fyri øll? Og ikki minst, hví er tað júst í vesturheiminum fólkaræði fyrst og fremst hevur vunnið frama.
Heilt givið er tað, at vit ikki kunnu hevja, at onnur lond skulu liva upp til okkara fólkaræðis fyrimyndir bert tí at hetta er okkara skipan og vit meina at tað er best fyri tey. Hetta vildi einans verið prógv um egið snævurskygni og tápuligt. Hinvegin meina tey flestu av okkum framvegis at fólkaræði átti at verið ein mannarættur fyri øll. Vit sleppa sostatt ikki undan við viti og skili at grundgeva okkum fram til algildið hjá fólkaræðinum. Tá ið nakað skal vera algildugt galdandi fyri øll nyttar ikki at grundgeva útfrá søguligum viðurskiftum og siðvenju. Hetta vildi jú beinanvegin gjørt fólkaræði til okkara siðvenju og sostatt ikki algildugt, og vit vildu harvið ikki kunna grundgivið fyri, at onnur lond við aðrari søgu og øðrum siðum eisini skulu útinna hesi idealir í verki. Nei! vit mugu grundgeva fyri algildinum hjá fólkaræðinum við skilvísi. Í grundgevingini má tí viðurkennast, at tað er munur á givnum lógum og umsiting eitt ávíst tíðarskeið í søguni og hvussu lógir og umsiting eiga at vera framyvir. Ongin hevur ein størri rætt enn nakar annar til at áseta hvussu samfelagið skal vera útfrá hvussu samfelagið er. Hetta førir sjálvandi beinanvegin fram til, at ongin hevur størri rætt enn nakar annar at avgera hvussu lógir og umsiting eiga at vera í einum landi. Tað er útiloka at nakar skal hava ein serligan heilagan ella hugsjónaligan rætt til at lóggeva vegna fólki. Hetta hevur sjálvandi eisini við sær, at trúarfrælsi og talufrælsi mugu vera galdandi. Ongin kann nú hava nakran rætt til at avgera hvat onnur skulu hugsa og siga. Rættiliga einfalt má sigast. Men tó, ongin rættindir uttan skyldir, heldur ikki skilvísin grundgivin rættindi kunnu vera galdandi uttan skyldir. Tí hvat eru rættindi? Og hvat hava vit rætt til? Hava vit ikki skyldir áðrenn vit hava rættindi? Fyri yvirhøvur at kunna tosa um fólkaræði sum mannarættindi, hava vit skyldu til at verja hesi mannarættindi við at virða øll sjónarmið hjá øðrum, uttan tey sum undirgrava fólkaræði sjálvt, og vera reiðilig ella sonn tá vit bera okkara egnu sjónarmið fram. Vit mugu siga okkara hjartans meining og ikki vera følsk fyri at tekkjast veljarum.
Men veruleikin fyrigongur í tíðini og á einum ávísum stað! Abstraktar fyrimyndir hoyra ikki veruleikanum til! Kann onkur so siga. Men eg sigi at veruleikin er, at vit júst praktisera nakað sum í hvussu so er, er ógvuliga nær við tær abstraktu fyrimyndir sum vit kunnu grundgeva fyri við skili, og ikki einans sum okkara serliga siðvenja. Tann søguligi spurningurin er tí heldur, hví tað er júst her at strembanin eftir at náa hesum málið er rokkin so langt? Vit kundu t.d. hevja at vit eru nógv klókari enn øll hini, og tí hava vit fólkaræði. Men tað er jú ongin orsøk til at halda at so er. Fyri at svara hesum spurningi er hinvegin neyðugt at seta seg inní hvørjar tankar og virðir vóru eyðkend fyri fólk í teimum londum sum fyrst fótaðu sær á fólkaræðisligari grund. Og her slepst ikki undan, at tað var í protestantiska kristna heiminum, at fólkaræði fyrst hevjaði seg í einari tíð har átrúnaður hevði nógv størri týdning enn í dag. Hvat er tað so við protestantiskum kristindómi, sum ger, at tað júst var í hesum partinum av heiminum at arvurin úr Grikkalandi og upplýsingar heimspeki frá 17-talinum fekk eitt ítøkiligt andlit. Hvussu ber tað til, at tann upplýsti tankin bleiv hálshøgdur áðrenn trúbótina og ikki aftaná. Tá reformatorurin Martin Luther trínur fram í dómkirkjuni worms í 1521 við yvirlýsingini, at »hann í trúarspurningum einans ætlar sær at fylgja síni egnu samvitsku« setir Luther tann spurningin sum vesturlendsk heimspeki hevur roynt at greiða líka síðani. Tá ið vit ikki longur hava nakran átrúnaðarligan myndugleika, at tryggja sannleika virðið av tí sum vit trúgva, hvussu skulu vit so grundgeva fyri at tað er rætt? Vit kunnu siga at hann við hesum loysir tað vísindaliga forvitnið úr hafti, og tað framkomna samfelagið vit liva í nú, er uppá allar mátar treytað av at hetta hendi. Ofta verður vísind og átrúnaður sett upp ímóti hvør øðrum, sum tvær mótsigandi heims lýsingar; men aftaná trúbótina hava protestantiskur kristindómur og vísind heldur liva í einum samværi har einasta treytin hevur verið ikki at blanda seg uppí hjá hvør øðrum. Vit kunnu eisini kallað hetta at geva keisaranum sítt og várharra sítt.
Tá ið markið ímillum tað verðsliga og tað andaliga er sett, sigur tað seg sjálvt at fyrimyndin frá upplýsingartíðini um tríbýtið av valdinum í lóggeving, útinning og døming ikki kemur í andsøgn við átrúnaðin, tí tað er jú reint verðsligt og óviðkomandi fyri átrúnaðin. Hvussu skuldi man eisini kunna havt ein dómstól, ið bygdi á boð Jesusar um, at tú mást ikki døma, og hvussu skuldi ein ákæri ført eina sak um endurgjald upp á boðini um at venda hin kjálkan til. Veruleikin er, at boð jesusar eru alt ov víðgongd til at kunna vera annað enn boð til hitt einstaka subjektiva menniskja ? syndaran ? og hansara samvitsku.
Í einum samfelag sum okkara hava vit trúarfrælsi, men vit hava ikki trúarjavna. Fólkakirkjan er í donsku grundlógini stuðla av statinum, og hetta av tí einføldu orsøk, at tá ið danska grundlógin bleiv skjalfest vóru 99% av danska fólkinum protestantar. Presturin er sostatt ein borgarliga starvsettur persónur, ið hevur sum starv at prædika Lutherskan kristindóm, doypa, konfirmera, víða og jarða og veita sálarbót fyri tey, ið hava brúk fyri tí. Hann er ikki ein átrúnaðar myndugleiki, sum í tíð og ótíð skal sannføra fólk um hvussu tey skulu liva sítt kristna lív. Hetta kann hann sjálvandi gera fyri egna persónliga rokning; men ikki sum ein átrúnaðar myndugleiki. Í átrúnaðarligum spurningum eru øll líka fyri várharra, og í verðsligum spurningum skuldu øll gjarna verið líka fyri lógini, og lógin er vunnin í einum hørðum kampi fyri fólkaræði, ið byggir á fyrimyndir úr upplýsingartíðini ikki kristindómi. Protestantiskur kristindómur er soleiðis tann søguliga fyritreytin fyri fólkaræðinum, men fólkaræði sjálvt byggir á arvin úr Grikkalandi og fyrimyndir úr upplýsingartíðini.
Hvat er so við hesum kristna siðaarvinum, sum allir føroyskir politikarar nú kappast um, at gera til sína partapolitisku skrá. Hvussu stóran leiklut skal kristni siðaarvurin hava í føroyska fólkaræðinum? Ja eg kann ikki siga annað enn, at eg øtist, og eg ivist stórliga í, um politikararnir eru serliga tilvitandi um tað søguligu og fólkaræðis grund teir sjálvir standa á.
Tann kristni siðaarvurin er júst, at lata vera við at gera kristindóm til eina verðsliga politiska skrá! Og at tosa um beinleiðis at lóggeva eftir kristiligari fyrimynd er jú tann reini galskapur. Tað er heilt einfalt at saga ta greinina av, sum vit, fólkaræðis elskandi menniskju sita á, tí teir elstu partarnir av greinini eru protestantiskir og halda greinini uppi. Fólkaræði, sum er eitt reint verðsligt fyribrigdi, sleppur bara at sita á greinini í frið so leingi vit skilja at í trúarspurningum skal samvitskan ráða, og við verðsligari lóg skal landið byggjast.
Fari tí á val og latið vera við at atkvøða fyri flokkum og valevnum, ið ikki hava tora at tikið frástøðu frá hesum ørvitis tosinum og tí skammleysu samanblanding av átrúnaði og politikki, ið er farin fram í hesum valstríðnum. Tað er í sjálvum sær í stríð við kristiligan siðaarv í Føroyum at blandað politikk og átrúnað saman.










