Klumpar í fronsku sósini

Eftir avhølvingina í Sveis reisti føroyska liðið seg ímóti Fraklandi, sum ikki hevur styrkina, teir vóru kendir fyri, tá ið teir vunnu bæði EM og HM

FØROYAR-FRAKLAND

Tað kennist sum ein dreymur, men tað er nakni veruleikin. Frakland, sum er næstovast á FIFA styrkislistanum, hevur vitjað í Føroyum, og heimsstjørnurnar við Arsenal trioini Thierry Henry, Patrick Vieira og Robert Pires á odda hava verið í Gundadali, har tað var fullsett, og har veðrið skikkaði sær so væl sum ongantíð áður.
Vitjanin av fyrrverandi HM og EM vinnarunum kann bara sammetast við hana, tá ið Týskland, sum áður hevur vunnið bæði HM og EM, var her fyri einum ári síðani. Ta ferðina var føroyska liðið undir stórum trýsti, men tað var ikki fyrrenn fram ímóti dystarenda, og eftir at Jákup Mikkelsen hevði havt eina røð av stórbjargingum, at teir fingu tvey mál og harvið vunnu 2-0.
Úrslitið hesa ferð var nett tað sama. Men dystargongdin líktist lítið henni fyri ári síðani, og gongdin ímóti franska liðnum var sum dagur afturímóti nátt, tá ið sammett verður við ússaliga føroyska avrikið leygardagin í hitanum í Sveis.
Tvær orsøkir vóru til hetta. Fremsta orsøkin var, at franska liðið als ikki spældi á tí støðinum, sum tað kann roknast við av næstbesta landsliðnum í heiminum. Teir tóktust ikki heilt finna út av, hvussu uppgávan skuldi loysast. Fimm av teimum fyrstu ellivu høvdu spælt færri enn tíggju landsdystir. Liðið er ikki samanspælt, og fransmenn, sum ongantíð hava verið stríðsmenn, men heldur elegantikarar, høvdu bæði so og so ilt við at fóta sær. Teir vóru ikki sinnaðir at renna eins nógv og sveisararnir gjørdu, teir vóru ofta ikki heilhjartaðir í nærdystunum, og tað sást millum lítið og einki til skjótt smáspæl og long skift millum borðini.
Henry vísti millum lítið og einki av tí, sum hann plagar at gera í Arsenal. Vieira var bara á vøllinum í 55 minuttir. So sá sympatiski liðformaðurin gult og reytt, tí tað miseydnaðist hjá honum at filma seg til brotsspark eftir eitt tvey saman spæl í brotsteiginum við Henry. Frammanundan hevði myrklødda kempan fingið gula kortið fyri ógvusliga takling ímóti Juliani Johnsson.
At teir vórðu undirmannaðir bar við sær, at í staðin fyri at seta føroyska liðið undir trýst síðsta hálva tíman so noyddist Frakland í heilt ókendan og lítið dámdan leiklut. Teir royndu at berjast á egnari hálvu fyri at verja leiðsluna, teir høvdu fingið í 32. minutti og so at dúva upp á snarálop.
Tað megnaði Frakland, men tað vóru fleiri ferðir boð eftir teimum, áðrenn Djibrill Cisse seytjan minuttir undan leikloki skoraði eftir eitt av fleiri snarálopum, og tað harvið varð greitt, at øll stigini skuldu av landinum tíðliga í gjáramorgunin.
Fyrra málið skoraði høgri miðvallarin Ludovic Giuly, sum saman við sentrala og verjukenda spælskiparanum á miðvøllinum, Benoit Pedretti, og Robert Pires var mest eyðsýndi á franska liðnum. Pires slapp at reka ímóti brotsteiginum. Jákup Mikkelsen tveitti seg til stólparótina og stórbjargaði tvær ferðir, men so var Giuly fyrstur á og skoraði.
Seinna málið átti snildi Arsenal maðurin, Pires, eisini sín lut í. Tá ið hann legði til Ludovic Giuly í høgru, var Cisse rangstaddur mitt fyri. Nýggja tulkingin sigur kanska, at í sovornum føri skal einki dømast, og so var Cisse púra blankur, tá ið sendingin av baklinjuni kom innfyri.
Fraklendingar stórfegnaðust, venjarin Raymond Domenech tóktist meiri lættur á síðulinjuni, og hóast fronsku pressumenninir á tíðindafundinum ætlaðu sær rættuliga at kyka undir venjaranum, tí teir mettu avrikið hava verið alt annað enn sannførandi, so kann eingin taka stigini frá franska liðnum, og sessurin verður neyvan tikin undan venjaranum - í hvussu so er ikki beint nú.

Bara broddurin restaði
Tá ið tað ríður um snarið, og tú kortini stendur eftir við ongum, er tað so skjótt at gerast vónbrotin. Mótstøðumenninir hjá føroysku amatørunum vóru heimsstjørnur. Tríggir úr Monaco, sum í vár var í europeisku meistarafinaluni, tríggir úr Arsenal, ein úr Chelsea, ein úr Manchester United, ein úr Barcelona, ein úr Lyon og ein úr Marseille. Útskiftararnir vóru úr Liverpool og Milan!!
Hetta er vektin, sum spælararnir úr TB, Skála, KÍ, GÍ, B36, HB og í fronskum høpi ókendum útlendskum feløgum skulu vigast á.
Føroysku spælararnir vóru sannir knassar, og tað er hin orsøkin til, at talan gjørdist um lutfalsliga gott úrslit. Eftir avhølvingina í Sveis var verjuparturin styrktur eitt vet, og sambandið millum keturnar var gott. Jónhard Frederiksberg var einsamallur á toppinum. Hann arbeiddi nógv, og hann fekk ikki so heilt fáar sendingar at renna eftir. Rógvi Jacobsen var fremstur á miðvøllinum, og hann vann nógvar bóltar. Fróði Benjaminsen var aftasti miðvallarin. Hann spardi seg ikki í nærdystunum við Vieira, Pires og allar hinar, og hann var ofta sigursharri. Og so spældi hann skilagott. Jákup á Borg var væl betri í høgru, enn hann var í Sveis, Julian Johnsson dreiv á, og Claus Bech Jørgensen var serliga í 2. hálvleiki so mikið eyðsýndur, at tað kom óvæntað á, at hann varð tikin út. John Petersen, Andrew av Fløtum og Atli Danielsen høvdu ikki trupulleikar at fella inn í spælið, tá ið teir vórðu settir á vøllin.
Óli Johannesen vísti myndugleika, sum var liðformanni verdugur, Súni Olsen spældi upp til tað, sum hann vísti í Sveis, Pól Thorsteinsson var ikki at kenna aftur, og Jón Rói Jacobsen stóð seg væl betri í verjupartinum hesa ferð. Onkra ferðirnar hevði hann trupulleikar í avspælinum, men tað kostaði einki. Jákup Mikkelsen hevði ikki so nógv at gera. Men hann hevði myndugleikan, spælførið og hegnið at sparka neyvt og langt, sum staðfestu, at hann er sjálvsagt fyrsta val millum stólparnar.
Samanspælið kundi havt verið neyvari, men tað smakkaði væl, at Dávid fyrsta lítla hálva tíman var omaná Goliat. Og í 2. hálvleiki, tá ið tað var meiri pláss og harvið betri tíð, spældi føroyska liðið í løtum lutfalsliga væl.
Toppurin á kransakøkuni hevði sjálvandi havt verið føroysk mál, og at dreymurin um stig hevði havt verið til veruleika. Møguleikarnir gerast neyvan betri ímóti so stórari fótbóltstjóð. Óli Johannesen sendi uppum úr stuttari fjarstøðu eftir horna úr høgru, og framúr væl upplagdi liðformaðurin átti innleggið úr høgru, tá ið Julian Johnsson úr góðari støðu stútaði á málverjan. Súni Olsen royndi onkra ferðina úti frá, men var ikki nóg neyvur.
Kenslan var, at franska verjan var at tosa við, og at tað kundi havt borið til at fingið mál, um álopsspælari við skjótleika og samstundis kropsligari styrki á hædd við hana hjá mótstøðumonnunum var við. Í løtuni er hann ikki tøkur, tíverri, og spurningurin hongur í luftini, hvussu tað hevði havt roynst, um tað varð satsað eitt sindur meiri, og Andrew av Fløtum hevði fingið meiri enn eitt korter á vøllinum og heldur í staðin fyri ein meiri verjukendan spælara enn Rógva Jacobsen.
2-0 tap ímóti Fraklandi er at liva við. Eisini hóast Frakland í løtuni neyvan eigur næstbesta landsliðið í heiminum. Tað bendir á, at møguleiki er fyri undirhaldi og stigum, um føroyingarnir sýna rætta hugburðin, tá ið smærri fótbóltstjóðir fara at vitja.
Franski venjarin segði seg vóna, at Føroyar fara at taka stig frá Írlandi. Tað hevði ikki verið so galið, men tað er ynskidreymur. Hesa ferð fingu Føroyar einki stig. Bletturin frá ferðini í Sveis varð vaskaður burtur, og Føroyar fingu bæði so og so góða umrøðu kring heimin. Tað er veruleikin, og so verður tað harvið, at tað vóru klumpar í fronsku sósini. Avrikið hjá okkara smakkaði kortini væl.