saman, so verður tað gjørt. Men tað verður bara gjørt í serligum førum, sum til dømis í eini verkfalsstøðu, skuldi tað verið neyðugt. Í fjør vóru 69 tingfundir, og var tað lægsta tal av tingfundum í mong ár [...] Løgtinginum í hesum døgum, sum eftir ætlan skal avgreiða øll mál, sum eftir eru at avgreiða hesa tingsetuna, í hesi vikuni. Higartil hevur Løgtingið havt 59 tingfundir hesa tingsetuna, sum byrjaði á ólavsøku [...] ár. Tað metið niðureftir verður kanska tikið í ár, tí tað verða sambært skránni bara fimm tingfundir afturat hesa vikuna og hesa tingsetuna, um tað gongur sum ætlað. Taka vit seinastu 10 árini fyri hetta
smátjóðum í Evropa, sum var telvað umvegis netið fyrr í vár. Widenkeller og Helgi Dam Ziska endaðu javnir á fyrsta plássi, men telvarin í Luksemburg hevði munin í mótstøðustigum. Tvey umfør eru í morgin. [...] við kappingini leik fyri leik um allan heim. Tað er annars ein tænasta, sum er vorðin vanlig í øllum størri talvkappingum nú á døgum. Hartil hevur gingið seint í dag at fáa úrslit og sjálv talvini út, men [...] dyst), má sigast, at tað gekst upp á stás í dag. ##med2## Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, ið telvar á 1. borði hjá Føroyum, skrivar soleiðis av Malta í kvøld um dystin í dag: Dysturin gekk væl
uppgávu fyri framman, heldur Gunnar Mohr, sum er formaður í HB. Seks feløg í Danmark Gøtumenn, sum eisini eru við í Europa-Cup í ár, skulu ikki spæla fyrr enn miðskeiðis í august mánaði, men sunnudagin fara teir [...] ? Í Jugoslavia fara vit at venja upp undir dystin, og har fáa vit eisini høvi at venja í nógvum hita, líknandi tí, sum vit fara at spæla undir í Jerusalem, sigur Per Hansen, sum er næstformaður í B36 [...] HB og GÍ í Danmark Oddaliðið HB er í hesum døgum í Danmark og venur. Teir halda til í Brøndby og á skránni er bert venjing og ikki dystir. Teir venja tríggjar ferðir um dagin. Byrjað verður klokkan 8
Í vár hevur føroyski tónleikarin Ernst Dalsgarð havt úr at gjørt. Ikki sum floytuspælari hesaferð, men sum høvuðsleikari í operuni L?elisir D?amore (Kærleiksdrykkurin), ið varð framførd á Den Ny Opera [...] Opera í Esbjerg. Tey góvust at spæla operuna fyri fjúrtan døgum síðani, tá ið ensemblið sum eitt slag av ?finalu? ferðaðist kring Danmark og framførdi ?Kærleiksdrykkin?. Ensemblið fekk sera góð ummæli í donskum [...] starvast Ernst Dalsgarð sum kórsangari í Det Kongelige Danske Operakor, so alt várið hevur hann ferðast ímillum Keypmannahavn og Esbjerg at venja. Spennandi uppgáva Í heyst bjóðaði Den Ny Opera til sa
ferðin verður sett upp, og enn hevur liðið ikki ein bonk, sum í nóg stóran mun kann avlasta tær, sum eru inni á vøllinum. Tann fyrimunin hevði Neistin, sum støðugt skifti nógv út, og sum tí ikki kom í neyð [...] taka at kalla hvønn dyst sum eina finalu, har vinnarin fer víðari og taparin er úti. Tað kynstrið dugdi Neistin í fjør, og í løtuni tykist liðið hava styrkina til at endurtaka tað kynstrið. Tjaldur hevur [...] hinvegin sín fyrimun, tí tær hava ein dyst móti Kyndli tilgóðar. Men tað verður í internu uppgerðunum, at toppurin verður avgjørdur, og tað man vera lítið álvuligt hjá Tjaldri at vita, at tær framvegis eiga
víkingainnrásina í Havn. At skipa fyri einum so stórum tiltaki krevur sjálvandi ikki lítið av tíð. Tað er sum áður nevnt Siðsam, sum stendur aftanfyri tiltakið, og fyrireikingarnar hava verið í gongd í longri tíð [...] Leygardagin verður opið frá kl. 15. til 02, og sunnudagin verður opið frá kl. 15 til 23. Hesir báðir dagarnir eru býttir upp í tveir partar, har seinni parturin verður eitt sindur øðrvísi. Frá kl. 22 verður m.a [...] vápnaleik og glíming. Møguleiki verður eisini at keypa okkurt handverk. Á døgum víkinga var tað at siga frá søgum mett sum ein ítrótt, og á stevnuni á Glaðsheyggi verður eisini frásøgn og sangur á skránni
bygningin tann 1. juni og í hesum døgum verður arbeitt við at flyta virksemið av gamla hotellinum yvir í tað nýggja hotellið. Og í næstu viku verða sjúklingarnir fluttir yvir í nýggja hotellið, siga tey [...] skulu brúka tað. Tað er komið fyri, at lyftirnar eru upptiknar í tímavís og tað hevur eisini verið trupulleikar av ófriði um næturnar. Í nýggja hotellinum eru eisini rúm til at halda andakt í og rúm til [...] - Hetta verður eitt stórt framstig fyri føroyskar sjúklingar, sum noyðast til Keypmannahavnar at fáa viðgerð. Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Í eina tíð hevur verið arbeitt
Evropa. Tað staðfesta tey á Varðanum, sum eru drívmegin aftanfyri nýggja uppsjóvarvirkið, sum í hesum døgum verður bygt á Tvøroyri og sum nú av álvara er við at taka skap. Mikukvøldið varð almennur fundur [...] viðvíkur. - Tað er eitt stórt mál at seta sær, men eg ivist ikki í, at tað verður rokkið, sigur Arni Carlsen. Klárt 1. juli Ætlanin er, at virkið á Tvøroyri skal verða liðugt 1. juli og tað er onki, sum bendir [...] uppsjóvarvirkið verður í bygninginum hjá gamla flakavirkinum á Tvøroyri, tó at tað verður munandi broytt og bygt út. - Málið er, at tann 1. juli skal tað vera klárt at taka ímóti fyrstu lastini og tað vænta vit
landsvegir verður sett í gildi fyri tunlarnar báðar. At mánaðarliga gjaldið verður sett úr 1000 kr. niður í 500 kr. At umsitingin av tunlunum,sum nú húsast á Skansavegi 7 í Tórshavn, antin verður flutt í Norðoyggjar [...] eru í høvuðsheitum fólk, sum búgva í Vágum, og arbeiða aðrastaðni. Vit vita eisini, at fleiri familjur, sum hava verið uttanlands í lestrarørindum, hava búsett seg í Vágum, sjálvt um tey arbeiða í Havnini [...] fólkavøksturin í Føroyum frá 2002-2005 hevur verið 1%, er hann yvir 4% í Vágum . Hvat kundi verið øðrvísi Tað, sum eg fegnaðist mest yvir,var,at 20% av teimum, sum koyra um sundið hava fast hald. Tað vil siga
GÍ úr Fuglafirði í ár, men annars eru tað bert gøtumenn, sum manna liðið, sum í ár skal royna at endurvinna føroyameistaraheitið, teir so at siga hava havt einarætt til í 90-unum. Tað hevur verið upp á [...] vant í ár, kann koma á 1. deild, sigur hann. Komin í nevndina Men hóast Símun Petur Justinussen sostatt ikki verður at síggja á 1. deild í ár, er hann framvegis sera virkin í felagnum. GÍ hevur lið í øllum [...] álopsleikara til GÍ, men sum skilst verður tað eisini av ongum. GÍ gjørdist nummar trý í landskappingini í fjør, men vann kappingina um løgmanssteypið. Sostatt skal GÍ umboða Føroyar í Europa Cup-kappingini