Í vár hevur føroyski tónleikarin Ernst Dalsgarð havt úr at gjørt. Ikki sum floytuspælari hesaferð, men sum høvuðsleikari í operuni L?elisir D?amore (Kærleiksdrykkurin), ið varð framførd á Den Ny Opera í Esbjerg. Tey góvust at spæla operuna fyri fjúrtan døgum síðani, tá ið ensemblið sum eitt slag av ?finalu? ferðaðist kring Danmark og framførdi ?Kærleiksdrykkin?.
Ensemblið fekk sera góð ummæli í donskum bløðum, serliga fyri tað leiklistarliga. Annars bóru Ernst Dalsgarð og leikstjórin ótta fyri júst hesum partinum av operuni, eftirsum Ernst ikki hevði fingist so nógv við leiklist áður.
Vanliga starvast Ernst Dalsgarð sum kórsangari í Det Kongelige Danske Operakor, so alt várið hevur hann ferðast ímillum Keypmannahavn og Esbjerg at venja.
Spennandi uppgáva
Í heyst bjóðaði Den Ny Opera til sangarakapping fyri at finna tær røttu røddirnar til hesa vælumtóktu operu.
- Aftaná kappingina fekk eg at vita, at teir høvdu verið sera glaðir fyri røddina hjá mær. Men ein annar tenorur, góði vinmaður mín Helge Rønning, fekk leiklutin. Hann hevði, umframt eina góða rødd, gingið fýra ár á operaakademinum, greiðir Ernst Dalsgarð frá.
Men tá ið Helge Rønning so fekk forfall, setti Den Ny Opera seg í samband við Ernst, og hann var ikki seinur at taka av.
- Millum annað tí, at leikluturin sum Nemorino (høvuðsleikluturin, red.) er ein sera vælumtóktur leiklutur millum tenorar. Ein strævin, men spennandi uppgáva, sigur Ernst Dalsgarð.
Seta stór verk upp
Den Ny Opera varð sett á stovn fyri uml. fimm árum síðani og hevur tvey tey seinastu árini fingið fígging frá danska statinum og Ribe Amt. Hetta ger, at tey kunnu løna fólki og seta stór verk upp.
Den Ny Opera heldur til í tí nýggja musikhúsinum í Esbjerg. Musikhúsið er bara 3 ára gamalt, og kendi arkitekturin Utzon hevur teknað. Húsið er stórt, og pláss er fyri umleið 1200 áhoyrarum.
Pallurin á Den Ny Opera er líka stórur sum tann á Tí Kongaliga, so Ernst Dalsgarð heldur ikki, at tað var nógv ørðvísi at syngja har.
Tveir tenorpartar ísenn
Pálmasunnudag og Skírishósdag fer Ernst Dalsgarð at royna seg bæði sum evangelistur og tenorsolistur í Johannespassiónini.
- Vanliga eru tveir um at syngja tenorpartarnar, men mær hevur altíð dámt væl at vita, hvat eg kann klára, so eg royni bæði. Sera spennandi og bílligari hjá kórinum, sigur Ernst Dalsgarð.
Alt summarið hjá Ernst fer við einari nútímans operu sum verður framførd á ?Den Anden Opera? í Keypmannahavn, ið hevur lagt seg eftir at bara seta nútímans operur upp. Danski tónasmiðurin Anders Brødsgaard hevur skrivað tónleikin. Anders Brødsgaard undirvísti í klaverspæli við gamla Tórshavnar Musikkskúla miðskeiðis í áttatiárunum.