Nógv er á skránni hjá Løgtinginum í hesum døgum, sum eftir ætlan skal avgreiða øll mál, sum eftir eru at avgreiða hesa tingsetuna, í hesi vikuni.
Higartil hevur Løgtingið havt 59 tingfundir hesa tingsetuna, sum byrjaði á ólavsøku í fjør.
Tingárið byrjar á ólavsøku, og gamalt var, at tingið fór heim flaggdagin 25. apríl. Tað er tó broytt seinnu árini til logri úti í maimánaði.
Tveir tingfundir vóru í síðstu viku, og vóru teir nummar 58 og 59. Fimm afturat hesa vikuna gevur 64 tingfundir fyri hesa tingsetuna. Tað er lítið av miklum eina tingsetur, tí í til dømis 2019 vóru 100 tingfundir.
Tingárið varar annars til á ólavsøku, tá nýtt tingár byrjar. Skuldi verið neyðugt at kalla tingið saman, so verður tað gjørt. Men tað verður bara gjørt í serligum førum, sum til dømis í eini verkfalsstøðu, skuldi tað verið neyðugt.
Í fjør vóru 69 tingfundir, og var tað lægsta tal av tingfundum í mong ár.
Tað metið niðureftir verður kanska tikið í ár, tí tað verða sambært skránni bara fimm tingfundir afturat hesa vikuna og hesa tingsetuna, um tað gongur sum ætlað.
Taka vit seinastu 10 árini fyri hetta tingárið, so hevur talið av tingfundum ligið millum 77 og 100.
So nógvir tingfundir hava verið seinastu 10 árini:
2023: 69 tingfundir
2022: 79 tingfundir
2021: 83 tingfundir
2020: 94 tingfundir
2019: 100 tingfundir
2018: 79 tingfundir
2017: 77 tingfundir
2016: 80 tingfundir
2015: 77 tingfundir
2014: 89 tingfundir
Skráin fyri dagsins tingfund klokkan 10 er hendan:
1 |
3. viðgerð LM-108/2024 - Uppskot til broyting í Tingskipanini (Víðkan av heimildunum hjá Uttanlandsnevndini) |
2 |
3. viðgerð LM-110/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í fiskimannaskipanini) |
3 |
3. viðgerð LM-061/2024 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af søloven |
4 |
3. viðgerð LM-062/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Fylgibroytingar til broytingar í sjólógini viðvíkjandi Vrak-sáttmálanum) |
5 |
3. viðgerð LM-088/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir (Heimild til kommunur at áseta bústaðarskyldu) |
6 |
3. viðgerð LM-068/2024 - Uppskot til løgtingslóg um tænastugjald á tóm býli |
7 |
3. viðgerð LM-081/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) og løgtingslóg um frástøðuboð, uppihaldsforboð og burturvísing (Frástøðuboðslógin) (Útsett fyrningarfreist fyri ávís brot móti persóni undir 18 ár, ágangur móti alment settum starvsfólki, tráfylging, sálarligur harðskapur og kartellavtalur undir serliga skerpandi umstøðum o.a.) |
8 |
3. viðgerð LM-082/2024 - Uppskot til løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2.0 |
9 |
2. viðgerð LM-096/2024 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af bekendtgørelse af lov om assisteret reproduktion i forbindelse med behandling, diagnostik og forskning m.v. |
10 |
2. viðgerð LM-066/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu (Broytt veiðitíð fyri lunda, lomviga, álku og skarv, krøv um at boða frá veiðihagtølum, o.a.) |
11 |
2. viðgerð LM-060/2024 - Uppskot til samtyktar um skattafrítøku fyri hjálpararbeiði |
12 |
2. viðgerð LM-055/2024 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Undantak fyri ávísar persónar, fevndir av norðurlendska tvískattasáttmálanum og norðurlendsku sosialkonventiónini at rinda skatt) |
13 |
2. viðgerð LM-106/2024 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2025 (Várumfarið) |
14 |
2. viðgerð LM-087/2024 - Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2025 |
15 |
2. viðgerð LM-107/2024 - Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2026 |
16 |
Umrøða av spurningi SS-008/2024 - Nýskipanir og bygnaðarbroytingar innan tað almenna |
17 |
Framløga |