- Hetta verður eitt stórt framstig fyri føroyskar sjúklingar, sum noyðast til Keypmannahavnar at fáa viðgerð.
Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at útvega føroyskum sjúklingum, sum noyðast til Danmarkar, eitt betri hotell fyri Hotell Tórshavn í Tåsingegade, har umstøðurnar ikki eru nakað serligar.
Í hesum sambandi varð avgjørt í fjør at leiga ein nýggjan bygning í Venøgade og at gera hann til sjkúklingahotell.
Og nú er komið so langt við teirri ætlanini, at Landsstýrið yvirtók bygningin tann 1. juni og í hesum døgum verður arbeitt við at flyta virksemið av gamla hotellinum yvir í tað nýggja hotellið.
Og í næstu viku verða sjúklingarnir fluttir yvir í nýggja hotellið, siga tey av Hotell Tórshavn í Keypmannahavn.
Stórt framstig
Av tí, at talan er um eitt nýtt hús, hava føroyskir myndugleikar verið við til at innrætta tað og talan er tískil um eitt hús, sum er serliga innrætta til sjúklingahotelli.
- Ein stórur fyrimunur er, at í nýggja hotellinum eru vit einsamøll um allan bygningin. Í sjúklingahotellinum, vit nú hava, leiga vit bara ein part av einum húsi, tí tað eru fleiri onnur, sum húsast har eisini, siga tey av hotellinum.
Ein vansi við tí er, at lyftirnar eru mangan upptikin av øðrum virksemi, tá ið súklingarnir skulu brúka tað.
Tað er komið fyri, at lyftirnar eru upptiknar í tímavís og tað hevur eisini verið trupulleikar av ófriði um næturnar.
Í nýggja hotellinum eru eisini rúm til at halda andakt í og rúm til ymiskt ítriv, sum alt verður tikið í nýtslu so hvørt.
- Í nýggja hotellinum eru eisini frálíkar umstøður uttandura, tí sjúklingarnir hava bæði altanar og útigólv og stórur urtagarður, sum er felags við grønlendska sjúklingahotellið, sum liggur beint yvirav.
15 ár
Nýggja Hotell Tórshavn er leigað í 15 ár, men landsstýrið hevur rætt til at leingja leigumálið.
Í hesum sambandi hevur landsstýrið vigað fyri og ímóti at leiga ella at keypa.
- Landsstýrið sigur, at fyrimunurin við at keypa húsið hevði verið, at sum frálíður fara útreiðslur av at hy?sa sjúklingahotellinum at lækka, samstundis um at ognin mest sannlíkt hevði vaksið í virði.
- Bygningurin verður bygdur sum ein íbúðarbygningur og kann tí innrættast til hetta endamálið í framtíðini, uttan at alt skal takast niður.
- Tað átti tí at verið rímiliga góðir møguleikar fyri at selt bygningin, tá tørvur ikki er á honum longur.
- Vansarnir eru, at ein størri upphædd skal setast av á fíggjarlógini nú, helst einar 100 milliónir krónur.
- Aftan á hevur landið ábyrgdina av at reka bygningin við øllum tí, sum har við fylgir.
- Grønlendingar hava havt teirra sjúklingaheim í Brøndshøj, men teir hava selt hendan bygningin og vilja heldur leiga ístaðin tí tað gevur teimum størri rásarrúm.
- Hetta sama er helst galdandi fyri okkum, sigur landsstýrið.
- Verður tørvurin ein annar um 10 - 15 ár, ber til at flyta og finna ein annan betur hóskandi bygning.
60 kømur
Í nýggja føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, sum letur upp í næstu viku, eru 60 kømur.
- Í nýggja hotellinum eru 16 einmanskømur og fimm lítlar íbúðir, har heil húski kunnu búleikast, tá ið umstøðurnar tala fyri tí.
Hini 39 kømrini eru so tveymanskømur.
- Sostatt er pláss 94 fólkum á nýggja hotellinum, umframt teimum húskjum, sum gista í teimum fimm íbúðunum.
Hervið er hetta nýggja hotellið væl størri enn hotell Tórshavn, sum nú er, tí har er bara pláss fyri 70 fólkum.
Nýggja hotellið liggur áleið líka langt frá Ríkissjúkrahúsinum, sum hotellið, vit nú hava.
Í beinari linju er nýggja hotellið eitt sindur longri burtur, men ferðasambandið við bussi er betri.










