Í morgin byrjar ólavsøkan alment, og tað merkist eisini runt í høvuðsstaðnum. Á Glaðsheyggi er eisini ófør stákan, tí menn og kvinnur stríðast við at seta upp eina víkingastevnu.
Víkingastevnan skal minna um ein víkingamarknað, har víkingar hittast. Tað eru fólk úr alskyns londum, sum fara at luttaka á stevnuni. Flestu fólkini eru úr Norðurlondum, men eisini onkur rættiliga forkunnugur gestur er við.
Tað er Siðsam, sum stendur á odda fyri Víkingastevnuni. Siðsam er ein felagskapur, sum arbeiðir við siðsøgu, og skipa tey fyri tiltøkum sum hesum. Tey hava áður skipað fyri líknandi tiltøkum bæði í Føroyum og uttanlands.
Føroyski fyriskiparin av tiltakinum er Anna Louisa Joensen. Hon hevur staðið á odda fyri fyrireikingunum saman við Jóannesi Vidar Bjarnason, sum er úr Íslandi.
Stórt tiltak
Hóast Glaðsheyggur kanska ikki er størsta pláss í Tórshavnar Kommunu, so verður eitt sindur av hvørjum á Víkingastevnuni. Tá Sosialurin vitjaði, vóru menn í holt við at gera alt klárt, og arbeitt var av lívsins kreftum.
-Vit hava lagt okkum eftir, at gera stevnuna fjøllbroytta og spennandi, og tað skal helst henda okkurt alla tíðina, sigur Anna Louisa Joensen.
Sjálv stevnan verður sett í dag kl. 20, og verður ymiskt spennandi á skránni. Eisini stendur føroyskur á skránni.. Leygardagin verður opið frá kl. 15. til 02, og sunnudagin verður opið frá kl. 15 til 23. Hesir báðir dagarnir eru býttir upp í tveir partar, har seinni parturin verður eitt sindur øðrvísi. Frá kl. 22 verður m.a. farið upp á gólv.
Á skránni er nógv ymiskt. Hóast fyrireikarnir ikki heilt hava funnið útav, hvat fyri heitið teir vilja geva tiltakinum, so hava teir tó eina rættiliga fjøllbroytta skrá.
Víkingar fara at sýna fram handverk, vápnaleik og glíming. Møguleiki verður eisini at keypa okkurt handverk. Á døgum víkinga var tað at siga frá søgum mett sum ein ítrótt, og á stevnuni á Glaðsheyggi verður eisini frásøgn og sangur á skránni. Hesir samtíðarvíkingarnir fara at sýna ymiskt fram, og sum heild er talan um nógv spennandi tiltøk, siga fyrireikarnir. Kostnaðurin verður 30 kr. fyri vaksin, og børnini skulu gjalda 10 kr. fyri at síggja eitt sindur til hesa seinastu víkingainnrásina í Havn.
At skipa fyri einum so stórum tiltaki krevur sjálvandi ikki lítið av tíð. Tað er sum áður nevnt Siðsam, sum stendur aftanfyri tiltakið, og fyrireikingarnar hava verið í gongd í longri tíð nú.
-Endamálið við einum tiltaki sum hesum er at siga frá søgum á ein livandi hátt, sigur Anna Louisa Joensen, fyrireikari.
Indiáni við
Tann mest atypiski víkingurin á stevnuni er uttan iva Gary ?Tódíkwozzíí?, sum er indiáni. Hvussu ættarnavn hansara skal úttalast er heldur torført, men tíbetur dugur hann væl enskt.
- Eg kom í sambandi við hesar víkingarnar, tá ið eg gekk ein túr í ?Rocky Mountains ?fyri nøkrum árum síðani. Eg møtti einum íslendingi, sum beyð mær at koma til Íslands at arbeiða á einari matstovu, sigur Gary.
Tað er gjøgnum Jóannes Vidar Bjarnason, at hann er komin upp í hetta. Gary er hestavenjari, men fæst eisini nógv við handverk av ymsum slag.
-Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í Føroyum, og eg hevði so at siga einki hoyrt um Føroyar áðrenn tað kom mær fyri oyrað, at vit skuldu higar. Síðan havi eg roynt at lisið eitt sindur um Føroyar, og eg má siga, at hetta er eitt vakurt land, sigur Gary.
Fyribils verður Gary í Føroyum hetta vikuskiftið, men hann vónar kanska at kunna vera eitt sindur longri. Fyribils hava fólk møguleika at hitta henda rætta indiána á Glaðsheyggi á ólavsøku.
Tiltak fyri børn
Í morgun (fríggjamorgunin) verður eitt tiltak í Gomlu Hoyvíkini fyri børnum. Her verður mangt og hvat á skránni, og børnini fáa m.a. møguleikan at skjóta boga og píl og at sigla við seglum. Fyrireikarnir vilja á henda hátt gera okkurt spennandi fyri børnini, tá ið hesir góður víkingarnir nú eru her.
Fyrireikarnir siga, at tey vóna at síggja nógv fólk.
Hetta hevur sjálvandi heldur ikki verið ókeypis, og tey vilja fegin takka teimum mongu stuðlunum: Norðurlandaráðið, Tórshavnar Kommuna, FITUR, SMS, Smyril Line, Atlantic