róðrið hjá VÍF í einum slíkum dysti móti Kyndil. Ingi er sum vera man ógvuliga spentur upp á dystin í dag. Vánalig hagtøl í ár Sjálvur heldur Ingi Olsen, at tað eru kyndilsmenn, ið eru favorittar í gullbrakinum [...] Tískil eru tað havnarmenninir, ið hava sálarligu yvirvágina undan dystinum í dag, heldur Ingi Olsen. Ingi heldur tó ikki, at teir í VÍF í dystinum skulu leggja sítt spæl eftir, hvussu Kyndil spælir, men fyrst [...] gullbrakinum á Hálsi í dag. Tær tríggjar ferðirnar, ið liðini hava hitst higartil í kappingini, hava tað verið havnarmenn, ið hava verið við yvirlutan, og tí heldur Ingi, at tað eru teir, ið eru favorittar. Sum
búskap. Men í dag vaksa landsinntøkurnar ikki, og tí leggur fíggjarlógaruppskotið upp til sparingar, eitt nú í samband við barsilsskipanina. Hvønn politikk Javnaðarflokkurin hevur og vil reka í hesum máli [...] ofta eru sjúkir? Eru teir ikki í størri vanda fyri at vera skeiðaðir út? Javnaðarflokkurin hevur havt stóran týdning í føroyskum politikki. Tað verið seg tjóðskaparliga og í arbeiðnum at byggja upp føroyska [...] við seg í andstøðu. Tað er bara andstøðutíðin frá 1950 til 1958, sum hevur verið drúgvari - andstøðutíðin, sum J.Fr. Øregaard skýrdi fyri eina politiska oyðumarkargongd. Landsfundurin má tí stinga í egnan
SEV-stjórin møguliga er ógegnigur í sambandi við avgerðir, hann hevur tikið sum SEV-stjóri, samstundis sum hann er formaður fyri partafelagsnevndini hjá P/F Vágatunnlinum. Kjarnan í hesum er, at hevði pressan [...] pressan fer inn í málið vakna nevnd og umboðsnevndarformaður! Hesi áttu at havt reagerað fyri langari tíð síðani ja, tann dagin stjórin var tilevndur formaður fyri P/F Vágatunnlinum. Í hvussu er átti man [...] av tí. Afturat hesum kemur, at ein hevur varhugan av, at nevndin í SEV ikki hevði tikið spurningin um gegnið stjórans upp, um formaðurin í umboðsráðnum ikki var farin til verka. Tað gjørdi hann og tað tænir
leiklutin hjá kvinnuni í føroyska samfelagnum er ein spurningur, ið eigur at verða til viðgerðar hvønn dag í árinum og ikki bara 8. mars. Og her mugu vit tíanverri eisini taka í egnan barm og viðganga [...] ikki fjølmiðlarnir í nóg stóran mun megna at seta kvinnuna nógv á dagskránna. Tað skal tí vera okkara vón, at vit megna hetta betur í tíðini, sum kemur, og vónandi er tiltak sum tað í Norðurlandahúsinum [...] Har eru kvinnurnar vælmannaðar á tingi og í leiðandi størvum. Tíðin er komin til, at henda gongd eisini fær fótafesti her heima, og at vit heldur enn at fara í andstøðu til tær kvinnur, sum hava dirvi og
landingarmiðstøðina í Sørvági. Lítið av fiski kom upp á land. Men nú Flakavirkið er byrjað aftur, er líkt til, at fleiri bátar avreiða í Sørvági. Vinjard Joensen lat landingarmiðstøðina upp í mai mánað 1998 [...] leggja upp til landingarmiðstøðina í Sørvági, sigur Vinjard Joensen. Ein truckur kemur inn í høllina við einum kassa av kongafiski frá Vesturvarða. Fiskurin verður stoyttur í eitt vaskikar, haðani hann fer [...] Joensen. Eitt sindur betri hevur tað eisini verið til fiskarí, letur hann at. Hendan dagin, Sosialurin vitjaði í Sørvági, lá Vesturvarði og landaði til flakavirkið. Mest kongafisk, sum varð vigaður og skildur
vandan og svumu í ódnarveðrinum út eftir tíggju ára gamla dronginum, sum hóast í svárari neyð, kláraði at halda sær uppi. Beint eftir bjargingina søgdu teir báðir, sum í ein munn, at tað var løn í sær sjálvum [...] seinnapartin hósdagin tann 9. september. Arbeiðsdagurin á Sosialinum var farin at halla tá røringur kom í í grannalagnum; ein drongur var farin á sjógv, og lá og rópti um hjálp einar 70 metrar út frá landi. [...] sløkkiliðið í Havn av at boða Carnegies Belønningsfond for heltemod frá hendingini og nú fáar dagar undan jólum kom eykalønin. Ein kekkur upp á 10 túsund til hvønn teirra fyri at hava sett lív sítt í váða fyri
eftir at Sosialurin hevur tosað við fyrrverandi stýrisformannin fyri Listasavnið, Jógvan Páll Lassen og formannin fyri donsku deildina av altjóða ST stovninum fyri listasøvn, ICOM. Gáva Í greinini í gjár vísti [...] afturat, at avtalan endaði ikki við einum forkromaðum skjali í hansara tíð sum formaður, tí arbeitt var framvegis við málinum. tá hann fór frá í apríl í fjør. - Men tað var ongantíð nakar ivi um, at »Bládýpið« [...] sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár, hevur Tróndur Patursson handað leiðaranum á Listasavninum lyklarnar til verkið. Framvegis ábyrgd Sambært Helga Fossadal er Føroya Listasavn limur í altjóða ST stovninum
gera eina gassleiðing til lands og byggja stórt gassvirki í Sullom Voe í Hetlandi. Herfyri boðaði bretska stjórnin frá, at hon fór at slaka í skattakrøvunum til tey oljufeløg, sum vórðu sinnað at byggja [...] sannroyndum, at danir góvu okkum rættin til ráevni í undirgrundini og bretar góvu seg og lótu okkum miðlinjumark, hevur gjørt, at føroyska undirgrundin nú í mong mong ár hevur verið partur av leitiætlanum [...] eru virkin í bretskum øki, eisini søktu um leitiloyvi á føroyska landgrunninum. Sostatt kunnu vit konkludera, at útviklingurin vestan fyri Hetland hevur alstóran týdning fyri, hvat hendir í okkara øki
á framsýningini í fjør, sigur hon. Tá Sosialurin var fram við í Listaskálanum uppundir afturlatingartíð ólavsøkudag, vóru eisini fleiri fólk inni á gólvinum og sóu framsýningina, sum í ár hevur betri pláss [...] Ólavsøkuframsýning Malan Marnersdóttir, formaður í Listafelag Føroya, er væl nøgd við undirtøkuna, sum ólavsøkuframsýningin í Listaskálanum fekk um ólavsøkuna. Framsýningin, sum hevur 94 ymisk verk, ið [...] síggjast í Listaskálanum fram til 9. august, tá hon er opin millum klokkan 11 og 17. Listaverk, sum verða seld, koma soleiðis at hanga, til framsýningin letur aftur. -Hóast listaverkini eru út við 100 í tali
Ofta verður sagt, at alt kann henda í einum grannadysti, men sjálvt um hoyvíkingar vóru komnir oman til Havnar at spæla í gjár, so hendi ikki alt í hesum dystinum. Í fyrra hálvleiki fekk Kyndil fylgt so [...] hug til at taka sær í so nógv av løttum, tá Kyndil ta einum løtuna fekk minkað um munin niður í trý mál, men bara ikki hevði tíð og orku at fáa meira burturúr. Fyrst og fremst var tað í verjupartinum, at [...] beinanvegin í seinna hálvleiki setti H71 trumf á og fór avstað. Ungar manningar Kyndil hevur frammanundan eitt rættiliga ungt lið, so spurningurin er, hvussu nógv fólk vænta sær av teimum grønu í vetur. Men