Olju/gassmenning við Hetland týdning fyri okkum

Síðani oljufund vórðu gjørd vestan fyri Heltand, eisini nevnt Atlantsmótið fyri 15 til 20 árum siðani hava altjóða oljueygu eisini verið vend móti Føroyum og okkara landgrunni. Á sama hátt sum olju- og gassfund í Norðsjónum fingu oljufeløgini at hyggja longur vestureftir, soleiðis hevur gongdin vestan fyri Hetland eisini fingið oljufeløg at hyggja uppaftur longur vestureftir.

Henda gongdin saman við teimum hepnu sannroyndum, at danir góvu okkum rættin til ráevni í undirgrundini og bretar góvu seg og lótu okkum miðlinjumark, hevur gjørt, at føroyska undirgrundin nú í mong mong ár hevur verið partur av leitiætlanum hjá fleiri altjóða oljufeløgum.

Og síðani nýggj fund eru gjørd tætt upp at føroyska markinum er áhugin fyri føroyaøkinum bara vaksin enn meira. Hetta sóu vit ítøkilig tekin um, tá fleiri av feløgunum, sum eru virkin í bretskum øki, eisini søktu um leitiloyvi á føroyska landgrunninum.

Sostatt kunnu vit konkludera, at útviklingurin vestan fyri Hetland hevur alstóran týdning fyri, hvat hendir í okkara øki, ja fyri áhugan hjá oljufeløgunum at gera íløgur á føroyska landgrunninum.

Nú fellur so enn ein brikkur eftir øllum at døma uppá pláss vestan fyri Hetland. Franski olju- og gassrisin Total, sum hevur gjørt fleiri gassfund vestan fyri Hetland seinastu 20 árini, fer í næsta mánað at gera endaliga av, um farast skal undir menning av teirra gassleiðum. Nógv fundarvirksemi hevur verið við myndugleikar í Hetlandi og við bretsku stjórnina um hesa risaverkætlan fyri íalt 20 milliardir krónur. Talan er um at leggja framleiðsluútbúnað á havbotnin, gera eina gassleiðing til lands og byggja stórt gassvirki í Sullom Voe í Hetlandi.

Herfyri boðaði bretska stjórnin frá, at hon fór at slaka í skattakrøvunum til tey oljufeløg, sum vórðu sinnað at byggja út sítt gassvirksemi vestan fyri Hetland. Henda avgerð hevur sjálvandi stóran týdning fyri Total og onnur feløg, sum nú skulu til at gera milliardaíløgur í gassframleiðslu.

Søgan er enn meira áhugaverd enn vit gera okkum greitt, tí hon skal tryggja bretska heimamarknaðinum gass til egið brúk í mong ár fram. Hví er hetta so áhugavert fyri okkum eisini! Jú tí ein infrastrukturur so nær markinum kann fáa alstóran týdning fyri útbyggjan av møguligum gassfundum á okkara landgrunni.

Samanumtikið eru hetta sera góð tíðindi fyri føroyskar oljumyndugleikar og vinnulív, tí við hesum avgerðum fellur enn ein brikkur uppá pláss í tí enn lítið kenda føroyska oljupuslispælinum. Aðrir líknandi brikkar eru tey stóru oljufundini, sum eru gjørd beint hinumegin markið. Alt bendir á, at tey eisini verða útbygd, og nú Statoil hevur gjørt av at bora ein brunn skamt frá hesum í føroyska loyvi tesss 008, so sær føroyska oljuframtíðin enn meira áhugaverd og spennandi út.

Helst er tað bara ein spurningur um tíð, til olja/gass er funnið okkara megin markið, og tá koma vit at uppliva eitt nýtt tíðarskeið við gevandi samstarvi og samspæli millum bæði oyggjalondini á Atlantsmótinum, Føroyar og Hetland. Tá kunnu vit av røttum tosa um Føroyar-Hetland oljulandlutin.

------


Sosialurin