Kyndil eru favorittar

Leikandi venjarin hjá vestmenningum, Ingi Olsen, heldur Kyndil verða favoritt undan gullbrakinum í høllini á Hálsi í dag.

Gullbrak
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo

Hann hevur roynt tað so mangan áður, Ingi Olsen, hesar altavgerandi dystirnar millum arvafíggindarnar VÍF og Kyndil, men nú er tað so fyrstu ferð, at hann stendur við róðrið hjá VÍF í einum slíkum dysti móti Kyndil. Ingi er sum vera man ógvuliga spentur upp á dystin í dag.

Vánalig hagtøl í ár
Sjálvur heldur Ingi Olsen, at tað eru kyndilsmenn, ið eru favorittar í gullbrakinum á Hálsi í dag. Tær tríggjar ferðirnar, ið liðini hava hitst higartil í kappingini, hava tað verið havnarmenn, ið hava verið við yvirlutan, og tí heldur Ingi, at tað eru teir, ið eru favorittar. Sum dømi um yvirvágina hjá Kyndli mótvegis VÍF í ár, nevnir Ingi, at í tí eina dystinum var Kyndil tveir lyklaleikarar, Jacob Jónsson og Janus Einar Sørensen, fyri uttan, og avlíkavæl blivu vit avsmurdir, sigur hann. Tískil eru tað havnarmenninir, ið hava sálarligu yvirvágina undan dystinum í dag, heldur Ingi Olsen.
Ingi heldur tó ikki, at teir í VÍF í dystinum skulu leggja sítt spæl eftir, hvussu Kyndil spælir, men fyrst og fremst royna at fáa sítt egna spæl at koyra. Venjarin hjá VÍF sigur, at tað ikki er nakar serligur leikari hjá Kyndil, ið vestmenningar skulu leggja seg eftir at byrgja upp fyri, tí tað vísir seg, at Kyndil hevur ein breiðan hóp, har tað er ógvuliga skiftandi, hvørjir leikarar gera um seg í teimum ymisku dystunum. Fleiri hava ført fram seinastu dagarnar, at Kyndil seinastu dystirnar hevur havt ein taktikk, har tað snýr seg um at verja rættuliga hart og kontant fyrstu løtuna og harvið ræða mótstøðuliðið, og tað er ógvuliga umráðandi, at vit ikki fella í hesa grøv, sigur Ingi Olsen.
Spurdur hvønn týdning tað hevur, at bróður hansara, Áki Olsen, nú er við aftur hjá VÌF eftir drúgva skaðafráveru, sigur Ingi, at tað er sjálvsagt ein góður trumfur at hava, tí hóast venjingarstøði hjá Áka ikki er meiri enn næstbest, so er skotarmurin í lagi, og hann kann koma væl við móti Kyndil.

Fyrireika seg sum vant
Hóast talan er um eitt satt gullbrak á Hálsi, so tekur venjarin hjá vestmenningum dystin júst á sama hátt sum allar aðrar dystir. Fyrireikingarnar eru, sum tær plaga at verða, men sjálvsagt er menn ógvuliga spentir, og tað verður ansað eftir undir venjing, at man ikki ger ov nógv av, og harvið ognar sær ein óneyðugan skaða beint undan dystinum, sigur Ingi Olsen.
Tey flestu høvdu óivað avskrivað VÌF sum FM-kandidatar fyrr í vetur, men ein kombinatión av góðum úrslitum hjá VÌF og blandaðum úrslitum frá hinum liðunum gjørdi, at bráddliga vóru vestmenningar við aftur, har sum teir hoyra heima.
Ingi Olsen sigur, at tað merkist sjálvsagt á motivatiónini hjá monnum, at teir nú aftur eru við heilt har frammi, men hinvegin hava menn verið óførir at møtt upp til venjingar alt kappingarárið, sigur hann.