Spurningurin er: hvussu við gerðunum ? hvussu við tí ítøkiliga úrslitinum av øllum hesum góðu orðum og røðum! Spurningurin um leiklutin hjá kvinnuni í føroyska samfelagnum er ein spurningur, ið eigur at verða til viðgerðar hvønn dag í árinum og ikki bara 8. mars. Og her mugu vit tíanverri eisini taka í egnan barm og viðganga, at heldur ikki fjølmiðlarnir í nóg stóran mun megna at seta kvinnuna nógv á dagskránna. Tað skal tí vera okkara vón, at vit megna hetta betur í tíðini, sum kemur, og vónandi er tiltak sum tað í Norðurlandahúsinum við til at minna okkum á hetta.
Kvinnurnar hava tað gott sum er. Okkum nýtist ikki hetta feministiska tvætlið eru tað nógvir føroyingar, sum hugsa og siga. Og tíanverri eru hetta oftani tankar, ið mong gera sær, tá tey hoyra kvinnur tosa um teirra sjálvsagda rætt og pláss í samfelagnum. Tað er uppá ein máta lagnunar speisemi, at tær kvinnur, sum veruliga vilja brúka tíð og orku til at tala søk kvinnurnar, eru tær, sum skapa mótvilja og andsøgn millum fólkið. Ikki tí at hesar ikki hava rætt ella eru skilagóðar, men meira hetta, at fólk flest troyttast av at hoyra tey somu júka aftur og aftur um somu mál, tað verið seg kvinnuspurningar, fullveldi, privatisering, sosialismu osfr. Hetta er ein av vansunum við demokratiinum, at tey, sum skilagott og ærligt royna at tala søk teirra veiku og minnilutana, gerast sjálvi offur í tí stóru fjøldini.
Okkum dámar so væl at fortelja fremmandum , at okkara ting er eitt av heimsins elstu. Men hvat er tað fyri eitt ting! Hyggja vit rundan um okkum síggja vit, hvussu fleiri av okkara grannalondum eru komin nógv longur. Har eru kvinnurnar vælmannaðar á tingi og í leiðandi størvum. Tíðin er komin til, at henda gongd eisini fær fótafesti her heima, og at vit heldur enn at fara í andstøðu til tær kvinnur, sum hava dirvi og vilja til at tala søk alra kvinnurnar, taka ímóti teimum við opnum ørmum ? lurta og hugsa. Boðskapurin er greiður: veljið fleiri kvinnur á Føroya Løgting. Ikki bara tí tær eru kvinnur, men tí at eitt parlament í einum demokratiskum og upplýstum landi, við virðing fyri sær sjálvum, skal verða umboðað av kvinnum eins væl monnum. Og at hava fleiri kvinnur í leiðandi politiskum sum vinnuligum størvum er eitt sunnheitstekin fyri eitt samfelag. Í mongum týðandi og álvarsligum málum er brúk fyri kvinnuni. Her ikki minst, tá talan er um mongu bleytu virðini í samfelagnum. Hvat menn enn halda um seg sjálvar, so er tað ein óreingilig sannroynd. Eitt upplýst og demokratiskt samfelag, sum í 21. øld bara verður stýrt og rikið av monnum, er ikki eitt frískt samfelag. Tað er eitt samfelag við slagsíðu. Eitt samfelag, sum ikki fær tað besta av tí besta burtur úr sínum borgarum. Tí skal okkara boð verða: føroyingar veljið fleiri kvinnur á ting.
Sosialurin