varð framt, og seinastu tvey árini hevur hann vunnið tríggjar av fýra kappingum, sum hava verið at kappast um í Føroyum. Í fjør vunnu hann og GÍ bæði landskappingina og steypakappingina, og í ár vunnu teir [...] sum seinastu tvey árini hevur vant GÍ, fer nú til Íslands at royna seg sum venjari. Hann hevur gjørt tveyára sáttmála við Leiftur, sum spælur í úrvalsdeildini, tað vil siga bestu deildini, í Íslandi. Páll [...] teir steypakappingina, og endaðu sum nummar trý í landskappingini. Páll Guðlaugsson er spentur til nýggju avbjóðingina í Íslandi, og hóast hann er úr Íslandi, er skifti til Leiftur ikki endaligt farvæl
helst nakrir, sum tí hava minni áhuga í at verða við í einum slíkum samstarvi. Men eg haldi avgjørt, at hugskotið er gott, og tað hevði verið áhugavert at fingið eitt veruligt kjak í lag um hetta, sigur [...] Lassen. Við at gera eina lokala fiskasølu vil sambandið millum framleiðara og sølufólk verða sera tætt, og eingin fjarðstøða verður millum framleiðara og sølulið. Sølufólkini høvdu havt sear gott innlit í [...] blokki, flaktan salttosk og saltað toskafløk, upsavørur, og catering og datailvørur úr hesum fiskasløgum. Harafturat eisini svartkalva, hvítkalva, longu, brosmu og flatfisk, og rækju- og flakavørur frá trolarunum
ra. Fara vit so at hyggja at veruleikanum má tú ógvast: - Tað finst ikki ein fiskarestaurant í Føroyum - Tað finst ikki ein fiskakokkur - Tað finst ikki ein vanligur fiskahandil - Tað finnast ikki føroyskar [...] áravís tosað um at seta ein sendimann í Bruxelles, og at danir skulu hjálpa okkum. Hví varð Framtaksgrunnurin ikki nýttur at keypa upp útlendska framleiðslu og sølufyritøkur fyri at styrkja føroyska [...] tí vit hava kortini so góðar møguleikar at venda gongdini. Vit hava tørv á einari mentanarkollvelting og at fáa unga fólkið í Føroyum at vakna og taka við ábyrgd.
løtuni. Væntandi fer hesin áhugi at standa við og økjast komandi tíðina. Hetta eiga vit at fegnast um, tá ið hugsað verður um upprunaligu ætlanina við ÚSUN ? at gera fólk fíggjarliga før fyri at fara undir [...] vorðnar so frægar, at útbúgvingarmøguleikarnir uttan fyri Danmark og onnur norðurlond kunnu troytast, uttan at lesandi ovbyrja seg við lestrarlánum. At veitingarnar nú eru batnaðar, kemur av, at Statens Udda [...] har altjóðagering og millumtjóða samstarv ráða. Fíggjarligir vansar við at lesa uttan fyri norðurlond hava myndugleikarnir roynt at bøta um við eini serligari stuðulsskipan, ÚSUN, tað er útbúgvingarstuðul
sjálvar um økt samstarv kann verða við til at menna ta einstøku fyritøkuna og harvið skapa vøkstur og eitt breiðari handilsligt grundarlag, soleiðis at tað verður lættari at yvirliva, um virksemi við atliti [...] kortið og finna útav, hvussu vit kunnu virka fyri at fáa eina virðisøking og framburð hjá virkjum og øktar lønarútgjaldingar til starvsfólk, soleiðis at lokalsamfelagið og handilslívið mennist í takt við [...] sambandi kann verða neyðugt at fáa samskipað virksemi og veitingar og kann hetta best gerast, um vit fáa sett á stovn skipsmeklaravirksemi, t.e. eitt felag, ið veitir tænastur til skip og sum eisini kann
trý árini. Varðveita og útbyggja Tá hetta er sagt, vil eg skunda mær at skoyta uppí, at tað eru aðrir á fólkatingi umframt Uffa Elleman Jensen, sum av heilum huga ynskja at varðveita og útbyggja ríkisfelagsskapin [...] blaðið, tað sum undraði hann, var hvussu ofta tað mótsatta var tilfellið, nevniliga at kjarnin fór í pappírskurvina og øgnin kom í blaðið. Uffe talsmaður føroyinga Allir føroyingar hava sæð og hoyrt Uffa [...] møguliga fáa. Hvussu ein sum Uffe fer at roynast í hesum sessi kenna vit av góðum grundum heldur onki til, men tað vit vita er, at hann hevur stuðlað Føroya Løgtingi og føroyingum higartil sum for-maður
fyrr plagdu at troyta. Og hann er bangin fyri, at tað sama fer at henda nú, Fiskirannsóknarstovan fer at gera nýggjar royndir. Frits Olsen heldur, at skal hetta verða lagið, er betri, at teir har suðuri [...] hýsu at fáa fyrr. Men nú er tað liðugt. Og hetta hóast væl av hýsu tykist vera aðrastaðni, har friðað er. Tað eru ikki menninir, sum eru við Norðheim, sum eru syndararnir, sigur Frits Olsen. Tað eru teir [...] er, at seymur verður sligin í hurðina á Fiskirannsóknarstovuni. Formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag er bangin fyri, at hendan royndarveiðan, sum nú verður loyvd, fer at verða líka umfatandi, sum royndirnar
fólkatingslimirnar um. Tað kom fram, at als einki hald var í hesum skuldsetingum, og at einki hald var greinini um málið, sum stóð í ?Børsen³ herfyri. Limir í politisku búskaparnevndini halda, at Den Danske Bank [...] møguleika at biða um upplýsingarnar frá Fíggjareftirlitinum. Tað verður nú alt meira tosað um millum danir, at Den Danske Bank kennir niðurstøðuna hjá Kanningarnevndini, og tí nú roynir mótparturin at grugga [...] sterkari enn grein 50 í banka- og sparikassalógini, og um føroyingar hava fingið somu upplýsingar og atgongd til pappírir, sum Den Danske Bank. Kanningarnevndin sigur, at báðir partar hava fingið somu skjøl
útflutninginum. Av tí at nøkur virki verða niðurløgd, onnur eru løggildað og aftur onnur hava umsøkn liggjandi um at fáa ES-góðkenning, ber ikki til at fáa nærri yvirlit. - Tað tekur eina viku at kanna eitt virki [...] hava havt vitjan av Heilsufrøðiligu og hvørja freist einstøku virkini hava fingið. Tað er tó einki ivamál, at her er talan um sera strong krøv, og at tað kann fáa serliga óhepnar avleiðingar, um fiskavøra [...] krevur so og so nógv rúm til rávøruna, t.d. eitt rúm til pakking og eitt rúm til goymslu. Har t.d. saltfiskur verður arbeiddur, skal eitt rúm vera til at salta fiskin, eitt rúm til at skera hann, og eitt rúm
at hýsa er tað ringasta, ið er at hava við at gera. ? Ikki minst rukkulívið ið varð við at flyta fisk ímillum virkið ymsastaðni í landinum. Tí tað fekst ongantíð at virka. Hanna Hansen sigur, at tað hevur [...] uttan at royna at knúsa okkkum. Teir hava alla tíðina ført eina miðvísa herferð ímóti okkum. Vit eru kedd, og vit eru ill um at verða so illa viðfarin...... Mikudagin var Sosialurin í Vágum og loddaði [...] blóma - og sum nú sær tað følna aftur. Hon hevur arbeitt á flakavirkinum í 26 ár, tvs, næstan líka síðani tað læt upp ímillum jól og nýggjár í 1970. Ætlar at knúsa okkum Eisini hon er sannførd um, at avgerðin