formaður á aðalfundinum 1. februar í 2003. Hetta fór at vísa seg sum tíð, hvar nógv fakfelagsviðuskiftir vóru á breddanum, og skuldi Hans frá byrjan av, blíva hart royndur sum formaður! Hans var ikki meir enn [...] partapolitiskt, tí felagið skuldi kunna samstarva við øll. Nøkur av hansara góðu prátum í løgtinginum vóru uttan iva beinleiðis orsøk til, at samgongu- og andstøðulimir við lóg ásettu í 2011, at arbeiðsfólk [...] vísa okkum álit og stuðul. Hann var siðiligur og mangan skemtiligur, og hann var umhugsin, tá mál vóru til viðgerðar í nevndini. At lurta dugdi hann væl, og hann leyp ikki framav, tá nýggj uppskot ella
1948 fluttu tey í nýbygd hús á Biskupstøð. Í 2005 upplivdu tey at halda diamantbrúdleyp. Meðan børnini vóru lítil passaði mamma hús og heim. Har stóð hon fyri einari góðari og gevandi barnauppaling, har [...] Vit eru tykkum æviga takksom fyri alt tit vóru fyri okkum, fyri heimið á Biskupstøð, og fyri tey mongu ár, vit fingu saman við tykkum. Hvílið í friði! Børnini [...] har dygdir sum ídni, nøgdsemi, trúfesti, blíðskapur og gudsótti myndaðu heim okkara. Seinni, tá børnini vuksu til, opnaði hon saman við babba handil í barnaheiminum í Vágstúni, har hon seldi kongaligt postalín
at tit vóru sera arbeiðssamir og dugnaligir til alt handverk. Tað sást aftur í heimum tykkara. Nakað, ið var felags fyri tykkum allar, vóru konur tykkara – tær eru allar líka vakrar og tit vóru allir líka [...] forelskaðir til tykkara síðsta dag. Sigast skal eisini, at tær vóru góðar við tykkum, ikki minst tá heilsan fór at bila. Hvussu tær vóru um tykkum – takk fyri tað Katrin, Anna og Oddvør. Lív tykkara kundi [...] arbeiða. Pápi hevði saman við brøðrum sínum bygt turkihús, so har var fiskavirking. Hjálptu vit børnini eisini til – ja, ofta varð farið upp klokkan 6 á morgni at breiða fisk út á fiskastykkinum, áðrenn
ættir. Hann var sonur Onnu Jovinu, ættað av Brúnni og Zacharias Karl, ættaður úr Frammistovu. Teir vóru fimm brøður, sum komu til: Andreas Petur, Sámal Jákup, Hendrik og Frits. Torvald var yngstur, og hann [...] og koyrdur út á Toftir, haðani tað bert tók ein hálvan tíma til Havnar við Tróndi og Dúgvuni, sum vóru munandi hugaligari at ferðast við enn einum bussi. Tað sama var heim aftur, og ein varð settur av [...] Álvur og Marjun. Synirnir búgva allir í Norðragøtu og Marjun í Fuglafirði, so tey hava havt øll børnini um seg. Tað eru fleiri barnabørn, og Torvald náddi júst ikki at gerast langabbi. Vit eru mong, sum
her máttu børnini, og eisini Tolina, hjálpa til. Hetta hevur lagt grund fyri teirri samfelagsskoðan, sum eisini Dia var ein partur av, nevniliga at vera í parti við tí minna menta. Í so máta vóru tey ikki [...] nevnliga gift við Andreas Højgaard, sum var stjórnarlimur og næstformaður í FF í mong ár. Eg og Dia vóru sera væl til hansara seinasta dag, og tað sama gjørdist við Tolinu. Vit høvdu nokk so javnan samband [...] saman við henni og at práta við hana. Hetta skapti teimum, og eisini henni, nógvar vinir. Trúføst vóru tey eisini. Tey høvdu lætt við at koma í samband við fólk. Hetta samband varð eisini hildið við líka
gleði av børnunum hjá Bjørg. Ein avgera góð mostir. Nú var tað sjálvandi ommudidd børnini, sum hon ofta tosaði um. Børnini hjá okkum øðrum í bindiklubbanum mintist hon so sanniliga eisini til. Altíð til [...] Av tí, at vit vóru fleiri í bindiklubbanum, sum ikki høvdu høvi til at fylgja tær til títt síðsta hvíldarstað, vilja vit allar í bindiklubbanum minnast teg við hesum fáu orðum. Góða Sólgerð! Ja, løgið [...] hesi ár, burtursæð frá feriunum. Og so við eitt ert tú ikki ímillum okkum. Ískiljandi. Í juli í fjør vóru vit í summarhúsi saman við Jyllandi, og hvør skuldi tá trúð, at tað skuldi verða seinasta útferðin
Steintór, hjólini vóru í javnvág, og bremsurnar riggaðu sum tær skuldu. Tá brøðurnir úr Hósvík komu á vitjan, var gjørt skjótt av. Kassabilarnir fóru á verkstað til eftirlit, og tunnuflakarnir vóru flotaðir. Ein [...] jóltíð hava vit altíð kunna sagt við børnini, ”Fær oman til Steintór og Gerdu”, so verður tú løtuna ríkari. Tað er vanligt hjá okkum í Brekkuni at siga við børnini, tá vit eru heima á Sandi. Tað er nú [...] húsbóndin Steintór, var mettur av døgum. Sandsbygd er tvey skilafólk fátækari. Steintór og Gerda vóru kend andlit í bygdarmyndini. Tey høvdu bæði dirvi og eginleikan, at byggja eina haldgóda fyritøku
umkomust. Millum teir vóru feðgarnir Jógvan Elias og sonur hansara Jógvan Hendrik, kallaður Henge, úr Tjørnuvík.Tey vóru rættiliga javngomul, vóru vinir og í ætt. Mammurnar vóru systkinabørn. Tey plagdu [...] sína tíð heima. Men seinnu árini hava børnini skift um at vera hjá henni. Var altíð vælkomin, og tað gekk ikki leingi, áðrenn drekkamunnur var á borðinum. Hetta vóru minniligir drekkamunnar saman við øllum [...] Tað var eitt spennandi prát um eina tíð, eingin kann ímynda sær í dag. Tey blivu trý systkin. Hini vóru Hans Michael og Herborg. Tá ið Sannelena fór úr skúlanum var vanligt hjá gentum at fara út at arbeiða
dagurin hjá Rosu og Ditleif her á fold. Henda dagin vóru tey á veg í bili til Havnar at vitja. Saman við teimum var ommu- og abbasonurin Jann, og tey vóru á lívið - prátaðu um framtíðina, um túrin, tey ætlaðu [...] fyrireikari og greiddi dúgliga frá um ætlaða túrin. Hóast Ditleif og Rosa vóru væl við aldur, so kendist tað altíð, sum um tey vóru mitt í lívinum, hon í stákan og umsorgan fyri okkum og hann ótroyttiligur [...] og hesar dagarnar síðani vanlukkudagin hava vit kent hitan av kærleikanum, sum lagdur er niður í børnini hjá Rosu og Ditleif. Ímillum okkum hevur ein ommu- og abbasonur verið serliga kærur, og tað er Jann
Tróndargøtu. Her búði eisini verforeldrini Elspa og Dánjal í Horni, sum vóru ein ímynd av teimum gomlu havnarfólkinum. Tað vóru nógvar góðar søgur, sum Petra kundi fortelja um Dánjal, sum var ein “festligur [...] 1930-unum, tá jødar vóru gjørdir til syndabukkar fyri eitt gott orð, eisini í Danmark. Hetta mintist Petra eisini. Petra kemur so heim aftur, og tey bæði giftust. Tey fingu børnini Heðin í 1937, Sigrun [...] Dánjal inn til Petru, og hon hevur verið í góðum hondum. Børnini hava øll verið um hana, og tað sama hava ommubørnini. Systkini hjá Petru vóru Erika, gift við Høgna Lómstein, Hanna gift við Leon Joensen