Ikki er tað nemt at skriva minnigarorð um ommu, minnini eru so nógv. Hvat skal eg skriva um?
Tey fyrstu barnaárini minnist eg ikki so nógv um ommu, tí vit búðu í Norra. Men tá eg var 11, komu omma og abbi til Norra at vitja. Tá kom eg at kenna hana væl. Ein mánað aftaná, at tey fóru heim, mistu vit pápa, og so komu vit til Føroyar.
Minnist so væl, tá vit komu heim, at omma segði við meg, at nú skuldu vit búgva hjá teimum. Havi hugsað seinni, at tað mundi ikki vera lætt at taka okkum inn, mammu og trý børn í aldrinum 8,10 og 12.
Vit vóru nokk ikki so góð at fáast við heldur, dugdu ikki føroyskt, og alt var nýtt. Abbi var eisini sjúkur, so tað hevur verið strævið hjá henni.
Mamma fór út at arbeiða, og so var omma tann, sum var inni hjá okkum. Tá man kom úr skúlanum, so var tað fyrsta man rópti: Omma. Ja, omma, tað var gott at vita, at tú var har. Í 22 ár búðu eg,Trygvi og børnini hjá ommu. Omma var so góð við børnini, Steinbjørn var hennara fyrsta langommubarn. Havi sagt tað so ofta, at eg hevði tvær mammur, so eg var heldig.
Omma var eitt gott menniskja, nakað serligt fyri okkum øll. So mild og góð, altíð kom hon við einum góðum orði ella gav hon okkurt. Eingin mátti mangla nakað. Serliga var tað um vit høvdu etið. Hvørja ferð vit komu inn segði hon: hava tit fingið nakað at eta? Hon hugsaði altíð um onnur og ikki seg sjálva. Eitt annað sum sermerkti ommu var hennara trúgv á Jesus. Hvønn morgun, tá hon kom upp, tók hon mannakorn áðrenn hon fekk sær morgunmat. Hon segði, at man skuldi fáa sær andaliga føði fyrst. Nógv eru komin inn um gátt at fáa eitt gott mammankorn frá ommu. Alt frá tá vit skuldu upp í roynd, koyrikort, út at ferðast. Sangurin var eisini nakað serligt fyri hana. Hon sang altíð, spældi eisini upp á harmoniku, orgul og munnharpu. Eg eri so glað fyri at omma hevði eitt so gott samband við Jesus, at hon kundi geva tað víðari til mín so eg kann hava tað við mær í lívinum.
Inni hjá ommu hongur eitt orð yvir hurðini í stovuni, har stendur Lít á Harran. Tað hevur stóran týdning fyri meg. Sum omma eldist, so var mamma heima hjá henni, og vit hjálptu til, tá vit kundu. Mamma skal hava stóra tøkk fyri, at hon passaði ommu so væl í so mong ár. Seinni gjørdu umstøðurnar so, at hon kom at vera á ellisheimi í eina stutta til tíð. Tað var altíð gott at koma har at vitja. Har fekk hon góða røkt, og øll vóru líka góð við hana.
Góða omma, eg kundi skrivað nógv meir. Men eg vil takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri meg. Tú var verðins besta omma. Nú ert tú heima hjá tínum elskaða Jesus og øllum teimum sum fóru undan.
Vi skal samles i himlen,i himlen engang
Hver en sjel som sin frelser har kær
Skal der love og prise sin Gud.
Æra verði minnið um mína elskaðu ommu.
------
Mai-Britt