Sunnumorgunin tann 23. november fingu vit tey tungu boðini um, at mín góði vinur Piddi var farin, bert 62 ára gamal. Piddi var sonur Hannu og Esmar Vágsá og var triðelstur av 4 systkjum, tvær systrar og tveir brøður. Hann vaks upp í Búðunum og fór sum flestu dreingir til skips sum 14 ára gamal.
Fyrsti túrur hjá Pidda var við Kvikki í 1962, og sigldi hann í fleiri ár sum dekkari við ymiskum skipum. Hann sigldi eisini við norðmonnum, og har untist mær at vera saman við Pidda og Esmar, pápa hansara, við Tampen, hetta var á sumri í 1971. Hetta var einastu ferð, vit vóru til skips saman. Seinni sama heystið misti hann pápa og pápabeiggja sín Louis, tá teir gingu burtur við maskinbátinum Dortheu ein illveðursdag á Norðhavinum. Vit róðu eisini út saman við Eysturhøvda í eina tíð. Seinni fór Piddi á kokkaskúla og sigldi hann øll síni seinnu ár á sjónum sum kokkur.
Pidda havi eg kent, síðan vit vóru smádreingir, og vóru vit vinmenn alla okkara tíð. Vit hava havt nógvar góðar og stuttligar løtur saman. Hann hevði eitt lætt sinni og var sera skemtingarsamur og spjaddi gleði og látur rundan um seg, har hann kom. Vit vóru mangan biltúrin saman og høvdu nógvar hugnaligar løtur í Búðunum og tosaðu um gamlar dagar yvir einum kaffimunni. Hann var ógvuliga gávumildur og dámdi væl at gleða onnur. Hann hevði hjartað á røttum stað og var góður við sína familju, ikki minst systkini og børnini hjá teimum, og fall prátið hjá honum ofta á tey. Piddi var sera áhugaður í politikki og fylgdi hann væl við hvat ið fyrifórst á politiska vígvøllinum. Hann var javnaðarmaður, tað duldi hann ongantíð fyri.
Hann var ein trúfastur vinur, og hvønn sunnumorgun tíðliga ringdi hann til mín og segði: "Nú rennur kaffi niður, kemur tú ikki heim ein túr?". Seinastu ferð vit tosaðu saman, var leygarkvøldið fyri at hann andaðist. Eg segði við hann, "í kvøld ert tú trongur", men Piddi sum altíð, við sínum positiva sinni segði, "nei tað hevur onkuntíð verið verri". Morgunin eftir var tað ikki Piddi, sum ringdi at bjóða til kaffi, hesaferð var tað Simona at siga mær, at nú var Piddi farin.
Góðu tit, sum stóðu honum nær, Harrin styrkið tykkum í sorgini. Góði Piddi, eg sakni teg nógv, vit møtast aftur heima í himli, har verður gott at vera.
Ærað veri minnið og hvíl í friði góði vinmaður.
Jóannes










