Til minnis um kæru mammu mína, Ásu Udbø

Elskaða mamma nú verður tað skjótt eitt ár síðani at tú lukkaði eyguni. Mær longist so nógv eftir tær mamma. Tað eru so nógvir tankar, sum koma fram, vit høvdu so nógvar góðar løtur saman. Tú var ein sterk kona. Eg kom út fyri einari álvarsligari vannlukku, hvar í tað var ivi um, hvørt eg kom frá tí livandi frá tí, men tú mamma vildi hava meg aftur, tú var og sat uppi yvir mær bæði á hospitalinum í Havn og á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn í tríggjar mánaðir. Takk mamma.
Tú og Åge vóru eisini altíð klár at hava Judith, hon betýddi so nógv fyri tykkum, og tit fyri hana. Tú var altíð klár at hjálpa, so aftan á allar mándaðirnar, eg var á hospitalinum, høvdu tit gjørt mær eina íbúð í kjallarinum hjá tykkum. Vit plagdu at hugna okkum saman, bæði um jólini og aðrar tíðir.
Á nýggjárinum minnist eg, at vit plagdu at fara niðan á Oyggjarvegin at standa har og hyggja eftir tí flotta fýrverkarínum, í bleiv skotið upp. Og so mamma, fekk Åge eina heilabløðing, sum gjørdi at hann bleiv lammaður í høgru síðu, kom at sita í koyristóli. Hetta var ein tung tíð, sum tit fóru ígjøgnum bæði, tú var alla tíð hjá honum, hann kom heim.
Tit fingu eina hospitalsong inn í stovuna, har hann so mátti liggja. Plássið var ikki egnað til ein koyristól heima hjá tykkum, Åge kundi ikki koma runt nakra staðni inni har, tit fyngu eina rampu uttanfyri, tú mamma plagdi so mangan at fara bilitúrar við Åge, og tók hann við tær, har tú fór. Tú var bundin 24 tímar um døgnið, hann skuldi hava hjálp til alt. Hann vildi vera heima, og tú vildi eisini hava hann har.
Tú kláraði tað so væl mamma. Tit valdu at fara til Danmarkar, Judith kom eisini við tykkum til Danmarkar við einari dóttur, tað vóru tit glad fyri minnist eg. Tit keyptu eini deiliga stór eittplanshús, sum Åge kundi koma runt í, tú bædi vildi og gjørdi alt fyri Åga, og tú var alt hjá honum, eg minnist so mangan, eg var hjá tykkum at Åge plagdi at rópa eftir tær so skjótt hann ikki sá teg, tað var alla tíð Ása kom, Ása hvar ert tú, og tú var har.. mamma tú kláraði tað so væl við øllum, men sjálv bleyv tú eisini ring í rygginum av at lyfta Åge og annað... men Åge blívir verri fyri, orkar ikki meira, tú syrgir fyri, at hann kann koma á eitt heim, hvar ið bæði lækni og sjúkrahjálp er.
Tú fer at vitja hann so ofta sum til ber hjá tær, tú hevur ongan bil, tað er tí ikki so nemt hjá tær at koma har, ið hann liggur. Eg var niðri og vitjaði hjá tykkum, tá fóru vit eisini at vitja Åge, tá sá eg eisini, at hann var nógv farin, men tú sat uppi yvir honum, tá íð hann lukkar eyguni 7. mars 2007. Judith er fødd 7. mars, hon elskaði hann sum sín abba. Hettar er ein dagur, hon ongantíð fer at gloyma.
Mamma tú fært so staðfest, at tú hevur krabbamein í hálsinum og blívir opereað í juli mánaði 2008 í Ålborg, eg eri hjá tær, tá ið tú vaknar, minnist at tú smíltist, var glað, men tú kundi ikki snakka, tú hevdi eitt hol í hálsinum, sum tú so lærdi teg at snakka ígjøgnum, og mátti soleiðis liva við, tú fór aftur ígjøgnum eina stravna tíð. Mamma tú kláraði tað so væl. Tú fær so at vita síðst upp á árið 2008, at krabbameinið er vekk, Minnist eisini tú var heima hjá ommu og Davis á jólun 2008, tú var heima í ein mánað, tað var so deiligt, tú bleiv eisini 60 ár 2. januar 2009.
Minnist eisini at tú kom við mær til Skálavíkar í nakrir dagar. Tað var deiligt. Tú fer til Danmarkar aftur, kemur til Føroyar aftur í februar bara nakrir dagar, fer so niður aftur, eg kom eisini við tær til Hirtshals tá, tú hevði eina deiliga íbúð har.
Men tú fært so at vita, at krabbameinið er ikki vekk, at ein operatión aftur skuldi gerast fyri at tað skuldi fara vekk. Eg var við tær á sjúkrahúsinum. Vit komu inn á eina sjúkrastovu, har tú skuldi vera, minnist har lógu klædir á songini, ið tú skuldi hava uppá til operatiónina. Vit bíðaðu eftir læknanum, hann kom inn, segði at tað bleiv ongin operatión, tíð har var onki at gera, krabbameinið hevði breitt seg.
Eg valdi at flyta úr Føroyum til tín í Hirtshals, mamma, eg vildi vera hjá tær, men tað gekk skjótt, í september kom tú inn á hospice at vera, tú fekk eina stóra stovu. Eg var glað fyri, at eg eisini kundi vera har hjá tær, so minnist eg eina náttina, eg svav, tú kom yvir til mín og segði, Poula, kom, vit fara heim, eg sigi nei mamma, vit mugu vera her, eg fari so upp, spyrji um vit skulu fara at ganga ein túr, men tú sigir nei, eg vil heim, vit standa so í vindeyganum og hyggja út og práta um mangt og hvat. Tú blívir veikari og veikari.
Mikudagin 21. oktober koma omma og Karstin niður at vitja teg og vera har hjá tær, eg velji at fara heim til børnini í Hirtshals, minnist at omma ringdi heim til mín sunnumorgun 25. oktober og sigur, at tað vildi veri gott, um eg kom inn har nú. Eg geri skjótt av, Judith og Sára koma við. Vit vóru øll hjá tær tann dagin, vit snakkaðu við teg, tú opnadi ikki eyguni, men tú hoyrdi okkum øll, sum vóru har hjá tær. Mamma, eg trúgvi at tú bíðaði til Karstin og omma eisini vóru hjá tær, árenn tú gjørdi tann síðsta andadrottin.
Eg veit eisini, at tú og Åge høvdu ynski um at liggja saman í grøvuni, desverri fingu tit ikki tað uppfylt. Mamma, nú hevur tú frið saman við tínum kæra manni. Eg fari altíð at longjast eftir tær...
---------------
dóttir tín Poula