støðan, sum alt landið var í fyri fáðum árum síðan. Nær málið um ferjuleguna í Vestmanna verður endaliga avgreitt ber ikki til at siga, men bygdaráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Joensen, vónar, at hetta [...] at einki hendir í málinum um ferjuleguna í Vestmanna, er hetta skeivt. Tað er nevniliga hent nakað. Vit hava lýst eina kunngerð, har skipa og vørugjøldini fyri Strandfaraskip Landsins í innanoyggja sigling [...] megi. Fyri at tað skal bera til at gjalda Vestmanna Kommunu hækkaða skipa- og vørugjaldið, hevur Finnbogi Arge biðið um eyðkajáttan, og fer hendan í tingið í næstum saman við umsóknini um eyðkajáttan til
tí FM-liðið, sum gjørdist meistari í fjør byggir á tað ungdómsarbeiðið, sum byrjaði í 1986-87, sigur Henry. Og hann ivast ikki í, at StÍF fer at halda seg í toppinum í nógv ár enn. - Vit eiga eina rúgvu [...] gjørdi ikki mætari enn at eg fór í song og eg svav í 15 tímar út í eitt, sigur hann og situr í skellilátri. Men hann kennir orsøkina til tað. Hann livir við lív og sál við í dystinum, at hann brúkar líka [...] Henry er tað, sum í útlondum verður kallað ein inkarneraður StÍF-ari. Hann hevur nú í nógv ár liva og andað fyri StÍF, bátin og familjuna í á leið hasi raðfylgjuni. Hann hevur verið formaður í fleiri harrans
Gunn Joensen, bygdarráðsforkvinna í Vestmanna, er ónøgd við útsagnirnar hjá Finnboga Arge, landsstýrismanni í Sosialinum seinasta leygardag, har hann sigur, at Vestmanna Kommuna fær pening fyri ferjuleguna [...] á økinum verður avtalað við tær avvarandi kommunurnar. Øll hesi gjøld vórðu sett í gildi frá 1. juli í ár. Í 1990 stóð í líknandi kunngerð, at gjaldast skuldu 22 krónur fyri hvønn fermetur um árið, fyri [...] Joensen heldur, at Vestmanna Kommuna hevur verið tolin, og vónar, at nakað fer at henda í ferjulegumálinum sum skjótast. Um ikki, so er ikki óhugsandi at tiltøk verða sett í verk. Men í løtuni er samband
nin kl. 11: Rhema í Havn og kl. 18 er felagsmøti í Læraraskúlahøllini í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hoyvíkar skúli Sunnudagin kl. 14 er sunnudagsskúli. Einki møti vegna møti í Læraraskúlahøllini [...] vælkomin. Møtir í EB-húsinum á Eiði Leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 19 verða evangelisk møtir í EB-húsinum á Eiði við sangi og vitnisburði. David Beck talar. Lívsins Orð Barnamøti verður í dag kl. 17 [...] 00, barnagudstænasta Heri Joensen. Talvan gongur fyri KFUM í Havn Argir: kl. 11.00, Barnagudstænasta Bergur D. Joensen. Talvan gongur fyri KFUM í Havn Hestur: kl. 15.00, Barnagudstænasta Bergur D. Joensen
5. august: Kristina Elisabeth Robert, fødd Johansen, ættað av Signabø, bús. í London, 90 ár 15. august: Kirstin Emilja Hansen, fødd Davidsen, ættað av Kvívík, 57 ár 16. august: Maria Dahl-Restorff, 85 [...] august: Hjalmar Gásdal, Sørvágur, 89 ár 23. august: Martin S. Olsen, Rituvík, 78 ár 23. august: Georg Marker Olsen, Eiði, 92 ár 24. august: Óli Hansen, Nólsoy, 76 ár
ungu góð í ráðum. Men harfrá og til at hugsa sær, at foreldrini tóku á seg tað fíggjarligu ábyrgdina í hesum nýggja húsarhaldi, - tá skuldi tú sæð hússetur! Og hví skuldu lond við fullveldi havt í hyggju [...] Ikki smávegis gleps frá Rolf Guttesen í Sosialinum 27. aug. Tað er ikki nóg mikið at spilla landsstýrismannin í fullveldismálum út; nei, nei fjølmiðlarnir og Føroya fólk sum heild fáa eisini sítt: lof [...] sum Rolf Guttesen spyr, um tað ikki er órímiligt, at kassadaman í Netto skal rinda part av sínum skatti til ?eitt forkelað fólkaslag í Norðuratlantshavið?, sum hann kallar okkum, - so hevur hann nógv
fara upp í roynd á University of Cambrigde, ið Skeiðsdepilin hevur samstarv við. Onnur skeið Tórður Jóansson, ið sjálvur undirvísir í enskum, sigur, at fleiri onnur skeið eisini eru á skránni í vetur. Eitt [...] og Michael Reveal at hava skeið í altjóða samskifti ? ?International Relations?, Álvur Enni fer at undirvísa í føroyskari rættskriving, Regin Hammer fer at undirvísa í ?Oljubúskapur aldarskiftið 2000? [...] skúlan, sigur, at skeið verða hildin, tá í minsta lagi átta næmingar tekna seg. Hámarkið er tólv mæmingar. ? Vit hava eisini slept ætlanini um at hava evsta mark fyri nær tú kanst tekna teg til okkara ymisku
dystirnar vera í topp, man fáur ivast í, tí áskoðarafjøldin í Vestmanna er altíð sjónlig og hoyrist, og neyvan verður tað nakað undantak í so máta, nú VÍF aftur fer á vøllin í høllini í Vestmanna til enn eina [...] hevur sitið í nevndini í VÍF í fýra ár, sigur, at tað er ikki nógvur peningur spardur við at spæla báðar dystirnar í Føroyum. Vestmenningar gjalda finnunum eitt sindur av samsýning fyri at spæla í Føroyum [...] okkum at fara við í altjóða hondbólt, sigur Jón Nielsen, ið er formaður í VÍF. Dansitiltakið eydnaðist væl Herfyri hevði VÍF eitt dansitiltak við nógvum av teimum gomlu orkestrunum í Vestmanna, og hetta tiltakið
Nielsen (VESTMANNA) Tá ið vestmenningar tóku lut í Europa Cup í 1984 móti russisku meistarunum, CSKA Moskva, var ein av leikarunum á liðnum Palli Joensen. Í dag er Palli skúlastjóri í Vestmanna, og hann [...] einasti veruliga máti hjá teimum at fáa roynt seg í dysti undan Europa Cup. Eitt, sum Palli heldur kann fáa stóran týdning í dystunum ímóti finnum, er, at liðið í ár hevur so nógvar royndir frá altjóða dystum [...] hava havt í Føroyum seinastu árini. Sjálvur sigur hann, at tað ikki er sørt, at hugurin til venijng framvegis er har, men hetta hevur hann ikki tíð til, tí starvið sum skúlastjóri í Vestmanna tekur ov nógv
áhugin fyri dystinum er stórur í Vestmanna, man fáur ivast í, og tað er heldur einki ivamál, at vestmenningar fara at møta fjølmentir til dystirnar. Áskoðararnir í Vestmanna plaga at vera ógvuliga sjónligir [...] Turku vera í høllini í Vestmanna í kvøld og annaðkvøld klokkan átta, so hjá teimum, ið ætla sær bæði til landsdyst og Europa Cup hondbólt leygardagin, ræður um at skunda sær norður til Vestmanna eftir landsdystin [...] sær eitt gott pláss. Bygdarfólkið í Vestmanna fer uttan iva at vera í høllini í góðari tíð, so tey sita so væl fyri sum møguligt til at stuðla liði sínum. Dómararnir í dystunum vera úr Íslandi, og eygleiðarin