Loksing í gongd á Langasandi

Fríggjadagin verður farið ígongd at undirvísa í enskum við skeiðsdepilin á Langasandi

Tvær deadline skuldu spreingjast, áðrenn nóg væl var teknað við altjóða stovnin á Langasandi ? Skeiðsdepilin á Langasandi. Nú hava átta næmingar teknað seg til enskt framhald, og farið verður til verka fríggjadagin.

Tórður Jóansson, doktari, ið er rekur skúlan, sigur, at skeið verða hildin, tá í minsta lagi átta næmingar tekna seg. Hámarkið er tólv mæmingar.

? Vit hava eisini slept ætlanini um at hava evsta mark fyri nær tú kanst tekna teg til okkara ymisku skeið. Tað vísir seg, at hetta riggar ikki í Føroyum.


Vikuskiftisskeið

Hetta fyrsta skeiðið í enskum er eitt vikuskiftisskeið, ið byrjar fríggjadagin klokkan 19 og endar sunnudagin klokkan 15.

Onnur skeið vera eisini gerandisdagar ? sokallaðu vikuskeiðini, ið eru frá mánadegi til fríggjadag.

Talan er um einasta lærustovn í landinum, ið ikki er tengdur at almenna skúlaverkinum. Sostatt rinda næmingarnir eisini sjálvir fyri undirvísingina. Við í prísinum er eisini gisting og matur, ið kokkur á Skeiðsdepilinum stendur fyri.

Tey, ið vilja, kunnu eftir frálæruna á Langasandi fara upp í roynd á University of Cambrigde, ið Skeiðsdepilin hevur samstarv við.


Onnur skeið

Tórður Jóansson, ið sjálvur undirvísir í enskum, sigur, at fleiri onnur skeið eisini eru á skránni í vetur. Eitt nú fara Lynn og Michael Reveal at hava skeið í altjóða samskifti ? ?International Relations?, Álvur Enni fer at undirvísa í føroyskari rættskriving, Regin Hammer fer at undirvísa í ?Oljubúskapur aldarskiftið 2000?, Árni Dahl fer at læra um dans og kvæðamentan.

Nøkur av hesum skeiðum eru støk skeið, meðan onnur eru skeiðrøðir.