John Johannessen
? Tá sagt verður, at einki hendir í málinum um ferjuleguna í Vestmanna, er hetta skeivt. Tað er nevniliga hent nakað. Vit hava lýst eina kunngerð, har skipa og vørugjøldini fyri Strandfaraskip Landsins í innanoyggja sigling hækka munandi fyri ferjuleguna í Vestmanna. Talan er um eina hækking úr 372.000 til 600.000 krónur. Hetta er hægsta hækkingin, nøkur kommuna hevur fingið, so tá sagt verður, at einki hendir og at kommunan ikki fær meira pening fyri nýtsluna av ferjuleguni, er hetta skeivt.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur seg hava gjørt sítt til at loysa málið um ferjuleguna. Men hann er kunnugur um, at kommunan er ónøgd við, at skipa- og vørugjøldini ikki hækka við afturvirkandi megi. Kommunan ynskti nevniliga eina ajourføring aftur til fyrsta januar. Men sambært kunngerðini hækka gjøldini frá 1. juli í ár. Landsstýrismaðurin sigur, at tað rætt og slætt ikki bar til at seta kunngerðina í gildi við afturvirkandi megi. Landsstýrið vildi nevniliga ikki, at lóggevast skuldi við afturvirkandi megi.
Fyri at tað skal bera til at gjalda Vestmanna Kommunu hækkaða skipa- og vørugjaldið, hevur Finnbogi Arge biðið um eyðkajáttan, og fer hendan í tingið í næstum saman við umsóknini um eyðkajáttan til skálafjarðasiglingina.
Gjalda fyri bilarøðina
Frammi hevur verið, at SL nýtir økið við ferjuleguna, sum Vestmanna Kommuna eigur, til bilarøðirnar til ferjurnar um Vestmannasund. Men sambært landsstýrismanninum, rindar landið leigu fyri alt økið. Goldnar verða 30 krónur fyri hvønn fermetur um árið.
Gjørt er greitt, hvussu stórt øki verður nýtt, og síðani eru prísirnir ásettir eftir einum ávísum krónutali fyri hvønn fermetur. Hetta gjald er hækkað úr 22 krónum fyri fermeturin til 30 krónur fyri fermeturin.
Finnbogi Arge sigur seg ynskja at leggja dent á, at landsstýrið rindaði 75 prosent av íløguni, tá ferjulegan varð bygd á sinni.
? Tað kemur ov sjáldan fram, at landsstýrið hevur goldið 75 prosent av allari íløguni til ferjuleguna. Tá peningurin skuldi gjaldast kommununi var ein ávís ósemja, ið gjørdi, at ein avmarkað upphædd ikki varð rindað kommununi nóg skjótt. Tað er helst tí, Vestmanna Kommuna hevur víst á, at hon hevur mist pening av ferjuleguni. Men hetta er ikki nakað, eg sum landsstýrismaður í samferðslumálum kann játta at gjalda kommununi fyri, vísir landsstýrismaðurin á.
Finnbogi Arge sigur, at um kommunan vil fáa eitt ávíst endurgjald fyri peningin, hon misti av hesum, skal hon í gongd við eina viðgerð, har øll gongdin verður lýst út í æsir, og so mugu báðir partar finna eina loysn. Men hann leggur dent á, at hetta tekur tíð, og tískil kann kommunan ikki vera ótolin.
? Eg skilji tó væl, at kommunan ótolnast, men tey mugu skilja, at vit hava nakrar givar rammur, ið vit eru noydd at arbeiða eftir. Tað er løgtingið, ið avger, hvussu langt kann farast peningaliga.
Breitt mál
Eftir øllum at døma er málið um ferjuleguna í Vestmanna ógvuliga víttfevnandi. Tískil fellur tað ikki bert undir samferðslumál, men eisini undir kommunumál. Sum skilst hevur skuldin hjá kommununi sín stóra leiklut í málinum.
? Trupulleikin hjá Vestmanna Kommunu er, at hon er ónøgd við, at hon ikki kom við undir tann bólkin av kommunum, ið kundi sleppa at avskriva ein part av skuldini. Vestmanna Kommuna lá jú beint niðanfyri markið á 23 prosent. Hetta er nakað, ið tann, ið hevur við kommunumál at gera, eigur at taka sær av. Her røkkur mítt vald sum landsstýrismaður í samferðslumálum ikki.
Tískil verður tosað um fleiri mál í einum, men landsstýrismaðurin ásannar, at gjøldini skipa- og havnagjøldini hava verið ov lág, men sigur hann, at orsøkin til, at tey ikki eru hækkað fyrr enn nú er trupla fíggjarliga støðan, sum alt landið var í fyri fáðum árum síðan.
Nær málið um ferjuleguna í Vestmanna verður endaliga avgreitt ber ikki til at siga, men bygdaráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Joensen, vónar, at hetta verður skjótt. Nú hava tey bíðað so leingi, uttan nakað er hent, og er vón teirra tískil, at komandi fundir við landsins myndugleikar fara at geva úrslit.










